Herfyri var kanning hjá Heilsuráðnum, har spurt varð: ”Maður, hvussu hevur tú tað?” Veljarakanningar, veljarareaktiónir og sendingin Vikan í Útvarpinum í morgun, benda eftir míni fatan heilt greitt á, at okkurt av yvirskipaðu ráðunum hjá tí almenna, eigur beint nú at seta tann vitala spurningin: ”Veljari, hvussu hevur tú tað?” Variantar kundu verið: ”Hey Føroya fólk, hvat halda tit um fólkaræðið?” Ella: ”Kæra býarbarn, hvussu heldur tú, at tit verða umboðað fyri tykkara egnu skattakrónur?” Ella: ”Kæri pensjonistur í fjølbygdasta parti í landinum, hvat heldur tú um, at tú nú missir alla politiska ávirkan á Vaglinum í Havn, og at ein kommunupolitikari í Degi og Viku heldur tað vera í fínasta lagi?” Alt eftir persónligum vinkli, støðu og sjónarmiðið, kunnu vit borða djúpt og breitt í, hvussu fólkaræðið verður umsitið í landinum beint nú. Í meðan heldur kommunan veitslu. Ikki sørt provokativt, meðan fólkaræðið verður umsitið so illani, at fólk í Havnini, eftir sjónligar og vælgrundaða...