Skip to main content

Posts

Hitapumpa er ársins orð

Hitapumpur í kubanska høvuðsstaðnum Havanna. Løgið, at eingin arkitektur hevur hugsað henda blásibjølg inn í veggin, so hann ikki sæst í fagurfrøðiligu framsíðuni.  Tí vakurt er tað ikki, handverkarainntrivið í akademiskt fagurfrøðiliga frontin hjá byggiharranum, sum gamaní er karibiskt sovjettiskur í hesum føri.  Heima, har eg búgvi, er hitapumpa heilt vist ársins orð. Uppá gott og ilt. Frá felags oljufýri síðan 1976 hava vit øll 36 húsini í undanfarna ári lagt um til egna hitapumpu, sum er sett á garðin. Ein útipartur og so ein innipartur, har felagshitin fyrr kom inn og yvirskotshiti fór út. Hitamiðstøðin, ið hevði savnandi heitið Orkulonin, hevur tænt sínum kollektiva endamáli, og nú eigur hvørt hús sína egnu – privatkapitalistisku, høvdu tey sagt í Kuba – hitapumpu, sum húsaeigarin hereftir sjálvur svarar fyri.  Broytingin flytir okkum fyri fyrstu ferð frá felagstankanum til tað individuella. Nú er kuldi í luftini og alt snurrar. Sjálvur eri eg spentur at seta meg á ...

Moss - eitt ævintýr á Skálatrøð

  Ana Bassie er úr Portugal, og hevur búð í Føroyum í seks ár. Manninum, Jon Simonsen, sum er úr Hoyvík, møtti hon í Abidjan. Hon sær á eygnabránum, at nú skulu vit sláa upp í føroyska ættartrænum, sum er Facebook, og mín sann, um vit ikki kennast, Jon mín gamli næmingur. Ana grínur og nevnir, hvussu tøtt øll eru, kennast, ella eru í slekt. Hon hevur arbeitt á Gjáargarði, men er nú farin undir matstovuna Moss , her niðri sum hav og land møtast á ein hátt sum onga aðra staðni í landinum. - Tit eru so receptive , sigur hon vælnøgd við kundagrundarlagið, sum til gerandis støkkur inn á gólvið millum níggju og fimm bara ikki sunnudag, tá stongt er. Umframt at borðreiða við einum úrvali av óvæntað góðum rættum til ein skjótan miðmála, so hevur hesin matstaður tann forrætt, at vera inni í einum blómuhandli, Árstíðirnar. Her kanst tú ganga millum blómurnar, hyggja og taka til tín angan, og bráddliga finna eitt nýtt matstovuborð í einum nýggjum króki. Ein ævintýrakendur staður við bestu...

Fyrsta stig at taka verðina, er at seta títt egna navn á hana

Fyrsta stig at taka verðina, er at seta títt egna navn á hana. Tað síggja vit til yvirmáls á teim jarðfrøðiligu botnøkjum, har hugsast kundi, at olja helst er at finna, bora vit nóg djúpt. Omansjóvar síggja vit í eysturi, at Noregshav er skvisað móti Norrakystini, sum teir gomlu søgdu, fyri at geva pláss fyri uppfunna heitinum Norðurhøv. Og fara vit vestur um Ísland, so er tað bara í okkara bókum og teim íslendsku, at Danmarksstrædet, Denmark Strait, er skift út við Grønlandsfjørð. Landafrøðilig navnagáva er at staðfesta harradømi. Hetta gera øll mál í øllum heiminum. Í bókaútgávu er tað nýtt hjá okkum, har tað fyrstu ferð kom fyri í Heimsatlas (1993). Fá eru støðini, har vit hava grundað, skapt og varðveitt egin staðarnøvn á okkara máli. Føroyingahavnin, ið nú liggur sum ein skomm, skrivar seg inn í hesa siðvenju. Tað gav at bíta, tá ein enskur barnaskúli í Persaflógvanum í 2014 bestilti eitt atlas frá Harper Collins, har Ísrael skuldi verða strikað og Palestina sett í staðin ...

Føroysk hara heilt til Japans

Í hesum døgum eru harudagar í Áarstovu . Undir leiðslu av Jógvani Steingrím Rasmussen, matstovuleiðara, longst til vinstru, standa teir allir til tína tænastu við haru, sum er skotin í desembur, keypt frá Leif Høj í Leirvík, og tilgjørd eftir teim mest hugtakandi gastronomisku listum og sniðfundigheitum til føroyska góman, so tú verður púra paff, tá tú kemur til japansku leyk dashi súpanina í øðrum umfari. Gastronomisku harumeistararnir hjá Jógvani í køkinum í Áarstovu eru frá vinstru: Skander og Yassime, sum báðir eru úr Tunis, og so føroysku Eiler og Hørður, til høgru. Eftir at Jógvan hevur skonkt eitt glas av svalliga turrari Deutz sjampanju, kemur Anna frá Ukraina, við einum vermouth kokkteyl, sum byggir á sólber og koriander við blóðappelsin omaná. Kokkteylurin fylgir fyrsta rætti, sum er ein brellbiti við harusúltu, løgd í romm og kryddað við koriander, chartreuse og mirin, borðreidd við nógvum og sterkum karsa úr Kvívík. So kemur forrætturin, sum longu nú, helst, er óvæntaða hæd...

Prædika fyri forsetanum

Her er prædika hjá the Right Rev. Mariann Edgar Budde (f.1959) fyri forsetanum í Washington National Cathedral í gjár undir heitinum A Service of Prayer for the Nation . Til ber at trýsta á ”show transcript” til vinstru undir upptøkuni, sum varir fimtan minuttir, og so fylgja við í øllum tekstinum, sum rullar niður í høgra borði við sekund og minuttali. Ikki tí, prædikan fyri the common good er framúr, men tað, sum gjørdi at eg fataði prædikuna enn meira viðkomandi til høvið, var at ein prestur í einum meira heimligum kjakbólki siteraði eitt brot úr Rómverjabrævinum afturvið prædikuni, sum var fyri Trump forseta.  Eg fari at gera tað sama. Seta tekstin inn niðanfyri:  - Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara. Ein hevur ta trúgv, at hann kann eta alt; men hin veiki etur bert urtaføði. Tann, sum etur, vanvirði ikki tann, sum ikki etur; og tann, sum ikki etur, dømi ikki tann, sum etur. Tí at Guð hevur tikið hann at sær. Hvør ert t...

Gangið mars hiðanífrá!

Myndin er klipt frá BBC sending Keypti mær elbil í gjár. Gott, tað ikki var ein Tesla. Henda heilsa hjá Teslamanninum hevði fingið meg at latið bilin innaftur. Ótrúligt, at tað pengasterka bulvirkið, sum endurvaldi amerikanski forsetin, lagar uttan um seg, er so fátækt, at tað kann gera mest provokerandi heilsan í eina øld á allari klótuni. Gott hann vil fara til Mars, at seta Stars and stripes í tað lendið. Gott. At man kann vera so ódannaður, at tú hvørki hevur sæð Chaplin og The Dictator ella Peter Sellers og Dr. Strangelove , er enn eitt dømi um avlærandi styrkina, sum ríkidømi ikki bara kann, men altíð førir við sær. Tú sært teg sum ein almáttugan Midas kong, tíðarleysur og maktfullkomin, blindaður á eini heilagari missión, ið er ein so stadnað standingsmynd, at hon er millum tínar fimm fingar og leysapartarnar, úrkynjaður og úrskeplaður. A degenerate. Five to One , baby, sum Jim Morrison syngur. Five to One. Og tað er annað uppistandsskemt enn dollars, vit tá tosa um. Og tó, ka...

Hvussu hevur tú tað við Gud?

Tá eg hevði havt mína fyrstu útvarpssending, hon var um hvítan bretskan blues, kom ein prædikumaður í ljósum klædningi inn á skrivstovuna á Bryggjubakka, legði beinin á kross, lat skógvin á nærmasta beini danda eina løtu, so eg sá at hosurnar vóru stríputar, og spurdi: ”Birgir, hvussu hevur tú tað við Gud?”  Løtan stóð still og eg trúði henni ikki rættuliga, støðuni, og avnoktaði tí púrasta at hoyra spurningin, og skrivaði enn eitt kartotekskort um Tuba’ina Tobby og eitt afturat við upptøkum, sum Janus Mohr hevði gjørt inni á Skálfjørðinum við Símuni Nónklett.  Borðið skalv hvørja ferð eg skifti linju á stóru skrivimaskinuni hjá Niels Juel, sum eg hevði arvað niður í diskotekið, tey róptu, har studio tvey eisini var millum allar pláturnar.  Haldi at tøgnin var so drúgv, at prædikumaðurin svaraði mest sum sjálvur og hjálpti mær at fylla út tað tómrúm, sum Hans Jákup hevði lært meg uppi í Hoydølum, at grikkar vóru so herviligir at gera, tá teir vórðu bangnir fyri tí tóma, ...

David Lynch

David Lynch (1946-2025) er deyður, 78 ára gamal. Í námsfrøðiligum samanhangi, hevur neyvan nakar sum hann, skapt filmar til undirvísing, at verða flustir sum ein leykur, til tú lag fyri lag er komin inn í ein kjarna, sum lýsir borgarliga samfelagið og allar tær døkku leiðir og kreftir har eru, sum dannilsið lærir teg aldri at ganga. Tí verður tað altíð ein subversiv fragd at fylgja høvuðspersóninum, sum brýtir konventiónirnar, tá hann finnur eitt avskorið oyra, tí tað kann leiða hann til hjartað á gentuni, sum er dóttir kriminalpolitistin. David Lynch setti gand til løriftið og fekk okkum at undrast, serliga í útryðjuni á ranguni í dannaða samfelagnum, sum allarbest sæst í Blue Velvet (1986), har vit sum voyerar, lúrarir, eisini síggja hin ótamda Dennis Hopper, sum eg havi fylgt síðan Easy Rider í 1969. Og so hevur hann eina óbetaliliga frisyru fyri eldri menn, David Lynch.