Skip to main content

Moss - eitt ævintýr á Skálatrøð

 

Ana Bassie er úr Portugal, og hevur búð í Føroyum í seks ár. Manninum, Jon Simonsen, sum er úr Hoyvík, møtti hon í Abidjan. Hon sær á eygnabránum, at nú skulu vit sláa upp í føroyska ættartrænum, sum er Facebook, og mín sann, um vit ikki kennast, Jon mín gamli næmingur.

Ana grínur og nevnir, hvussu tøtt øll eru, kennast, ella eru í slekt. Hon hevur arbeitt á Gjáargarði, men er nú farin undir matstovuna Moss, her niðri sum hav og land møtast á ein hátt sum onga aðra staðni í landinum.

- Tit eru so receptive, sigur hon vælnøgd við kundagrundarlagið, sum til gerandis støkkur inn á gólvið millum níggju og fimm bara ikki sunnudag, tá stongt er.

Umframt at borðreiða við einum úrvali av óvæntað góðum rættum til ein skjótan miðmála, so hevur hesin matstaður tann forrætt, at vera inni í einum blómuhandli, Árstíðirnar. Her kanst tú ganga millum blómurnar, hyggja og taka til tín angan, og bráddliga finna eitt nýtt matstovuborð í einum nýggjum króki.

Ein ævintýrakendur staður við bestu útsikt í landinum, beint inn av fleiri enn hundrað parkeringsplássum, so tú kanst koyra skjótt frá skrivstovuni uppí á Hálsi og oman á Skálatrøð, har grafiski verkstaðurin, Steinprent, er við næstu dyr og Rammubúðin beint aftanfyri.

- Uppiá er pláss til tíggju fólk afturat, so tilsamans kunnu vit seta hálvtrýss fólk til borðs. Tá er fult. Men vit hugsa eisini mentalt og ikki bara gastronomiskt um borðreiðingarnar, sigur Ana við glógvandi eygum, nú vit eru farin at tosa um bacalao, har Føroyar eru bestar at veita rávøruna, slær hon fast. - Vit hava bacalo á skránni sum toast í breyði og í eplabreyði. Í summar verður skráin fylt við bacalao, lovar Ana, sum í úrvali hevur lagt seg mitt millum fast food og fine dining.

Kveikt av umhvørvinum, nevna vit matupplivingar kring Miðjarðarhavið, og úr Portugal og Afrika. - Og jú, foreldur míni eru úr Kongo og Aveiro, har norðuri í Portugal, sigur hon afturvið kaffi og eyðkendu portugisisku budingssmákøkunum, pastel de nata, helst tí at hon veit, hvussu forvitnir vit eru, at fáa alt uppá pláss á hesum sjáldsama staði.

Óneyðugt at siga, vil eg viðmæla Moss uppá tað heitasta. Og vit keyptu laks við søtum epli og loyptum eggi. Himmalskt. Hvørki meir ella minni.