Vegurin heim - ein danskur filmur um radikalisering Haldi, at danski filmurin "Vejen hjem" er alt ov góður og aktuelt viðkomandi til ikki at brúka í skúlanum, nú hann bæði er virðisløntur og tøkur til undirvísing. Tí deili eg hetta uppskot um at brúka filmin í undirvísingini. ”Vejen hjem” vann í ár áskoðaravirðislønina, Årets Svend á filmsdøgum í Svendborg, sum Foreningen af Danske Filmudlejere hvørt ár skipar fyri. Felagsskapurin umboðar allar filmsútleigarar í Danmark, og ger soleiðis av, hvørjir filmar koma í donsku, føroysku og grønlendsku biografarnar. Tá nýggi danski filmurin varð sýndur í Føroyum, varð undir spyrjandi yvirskriftini Hvussu langur er vegurin heim? sagt soleiðis um hann: Í nýggja danska spenningsfilminum ”Vejen hjem” hevur Nikolaj Lie Kaas (f.1973) høvuðsleiklutinum sum Christian, ið verður tvungin at taka støðu til og svara spurninginum ”Hvussu langt vilt tú fara, at bjarga tí, tú elskar?” Í eini desperatari roynd at finna sonin, Adam, letur Ch...