Skip to main content

Posts

Fótbóltschester

Fyrrárið var eg á fótbóltsferð í Liverpool og nú var eg í somu ørindum í Manchester, ið er nakað størri enn fyrri fótbóltsbýurin. - Eg visti ikki at tú hevði áhuga fyri fótbólti, sigur Mortan Enni, nýlendur í Edinburgh, og vil hava meg at siga inngangsorðini uppaftur, sum vóru í Náttarravnssendingini í 1992. Hann er ein av teim væl meir enn tretivu, sum nú fara í bussin til Liverpool, meðan eg eri í meira avmálda bólkinum, sum fer í minna bussin til Manchester, í báðum førum framvið Lockerbie og við steðgi í giftingarbýnum Gretna Green. Vit tosa um influensarar, sum missionérar í dag kalla tey, ið skriva á netið og ikki í inbundna bók við ryggi og nummari. Eins og Poul hava vit grønt pass, og eg sigi Mortani, at fyrsti fótbóltsinfluensari eg minnist, var læknin Petur, ið fremmandur kom til bygda, fekk fólkið at taka undir við abstrakta tankanum um Norðís, og seinni, tað mundi vera í 72, knógvaði u-matic upptakaran og sjónvarpið, sum stóðu fyri einki í heimastovuni og vigaðu sum sement...

Kristel var stjørnan

Kristel Lisberg var stjørnan á Nashville Nights í OY leygarkvøldið. Her sæst hon við sjeikinum, Shannon Forrest. Í Odense í Danmark hevur trídaga tiltakið Nashville Nights verið hildið í fimm ár. Innpískari, sum orðabókin kallar lurkalemjari , er hin bulmikli amerikanski speed snakkarin og sangarin, Blue Foley, ið sær til, at tú við góðum sangum og eini væltrimmaðari mannfólkarødd beinanvegin fær fatanina av, at tú ert á Broadway í Nashville, og nú ert stokkin inn á ein rúmligan ópretentiøsan spælistað, við servering. Hvørt settið telur tríggjar sangarar, sum við ongum øðrum enn rødd, mikrofon og akustiskum gittara leggja fram og syngja. Og hetta við at leggja fram, er ein inngrógvin partur av breiðu countrytraditiónini, sum í hvørjum sangi er ein søga, storytelling , ið myndar og ber sjangruna. Hvar ein vaks upp, fyrimyndir á heiðini, fyrsti kærleikin, ið ofta yvirhálar fyrsta bilin, og so kirkjan og barrin, sum restina av lívinum draga á bæði og generera sjangruna, millum barr og ...

Tit hava einki at gera í haganum!

Einaferð vit realskúlanæmingar vóru farnir at ganga, soleiðis uppá kvamsvís, niðan í hagan, tí ein okkara kendi gøtur og staðarnøvn, sum vit hildu vera stuttlig at vitja, renna vit okkum í ein bónda, sum roynir seg við skeljum og tøðum so langt vit síggja. Royndarbóndin brettir upp ermar, meðan hann boygdur stendur yvir bønum og blakar ymist til viks og fram fyri seg, sum hann telvar á jørðini at fáa tað besta upp. Meðan tað syngur í mastrarspennunum á Loranstøðini spyr hann, hvat vit hava at gera her uppi í haganum. Er hann illur, ella er hann ávarandi um at ganga á hesum leiðum, nú hann helst hevur gitt, at vit í tuflum og mest sum hvíttklødd ætla okkum niðan á hægsta tind. Áminningin kemur mær javnt til hugs, tá erpnir landsmenn avmynda seg sjálvar við vinum og fløggum á hægstu tindum nú fýrahundrað eru gingnir. Onkur meira enn eina fjallarundu. Undrist yvir, hvør djevul tað er, hesi friðleysu fólk renna undan. Úti í heimi hava vit marknaðarført okkum við at ganga á línu mil...

Øssur Winthereig (1958-2025)

  Hevur tú arbeitt í Útvarpinum, so hevur tú møtt Øssuri Winthereig (1958-2025). Fyrstu ferð var á Bryggjubakka í tíðini, tá ljósabláa Útvarpið víðkaði um arealið og flutti inn í gulu húsini hjá Poul Hansen. Studiokapasiteturin varð víðkaður og redaktiónshøli vórðu innrættað á loftinum. Seinni flutti Útvarpið niðan í Sortudíki, har nýggj hús vórðu bygd, takkað verið V4 spælinum, sum Niels Juel Arge fór undir fyrst í sjeytiárunum. Tað hendi so nógv í hesum árum. Studentaskúlin var kanska tað minst áhugaverda, tí niðri í býnum var Skansastova, har Øssur eisini var aktivur. Uppreistur var á Vaglinum, tá fúti, løgregla, halgidagslóg og ung ikki á nakran hátt kundu tosa saman um diskotek, hjá pengamonnum í Havn, og afturlatingartíðir hjá yvirvøldini á sama staði. Tá harðast leikaði á, drógu tey í Skansastovu leidningar niðan á Vaglið og settu hátalælarar til. So kundu vit øll síggja og hoyra, hvat málið snúði seg um, meðan politihundar goyðu og onkur í táragassroykinum nýtti høvið at se...

Góður filmur til undirvísing

  Vegurin heim - ein danskur filmur um radikalisering Haldi, at danski filmurin "Vejen hjem" er alt ov góður og aktuelt viðkomandi til ikki at brúka í skúlanum, nú hann bæði er virðisløntur og tøkur til undirvísing. Tí deili eg hetta uppskot um at brúka filmin í undirvísingini. ”Vejen hjem” vann í ár áskoðaravirðislønina, Årets Svend á filmsdøgum í Svendborg, sum Foreningen af Danske Filmudlejere hvørt ár skipar fyri. Felagsskapurin umboðar allar filmsútleigarar í Danmark, og ger soleiðis av, hvørjir filmar koma í donsku, føroysku og grønlendsku biografarnar. Tá nýggi danski filmurin varð sýndur í Føroyum, varð undir spyrjandi yvirskriftini Hvussu langur er vegurin heim? sagt soleiðis um hann: Í nýggja danska spenningsfilminum ”Vejen hjem” hevur Nikolaj Lie Kaas (f.1973) høvuðsleiklutinum sum Christian, ið verður tvungin at taka støðu til og svara spurninginum ”Hvussu langt vilt tú fara, at bjarga tí, tú elskar?” Í eini desperatari roynd at finna sonin, Adam, letur Ch...

Ein vónríkur Harald kunngerð nýggja leikárið á Tjóðpallinum

Fyri fullsettum hølum bjóðaði nýggi stjórin á Tjóðpallinum, 38 ára gamli norski Harald Thompson Rosenstrøm, vælkomin til ætlanir og leikskrá í heyst og nakað fram. Millum tey mongu møttu var eisini Jenny Petersen, sum í 20 ár stjórnaði Tjóðpallinum. Tann óunniliga deyðvektin, sum hevur tyngt Tjóðapallin er, at alt síðan 2012 hava landstýrismenn og borgarstjórar við stuðlandi arbeiðsbólki kunngjørt ein komandi tjóðpall, uttan at staðseting, innihald ella fígging er fylgd við. Í dag er hesin innantómi symbolikkur blivin ein ókeypis indikator fyri, hvat komandi og farandi politikarar óforpliktandi siga, hvussu kær mentan og list er fyri teimum. Hetta er størsta katastrofa í nýggjum føroyskum mentapolitikki, tí ætlanin um tjóðpallin er funnin fressur hjá meiningsleysum politikarum. Vit hava sum aldri áður tørv á at fáa politikarar – hin fyrsta í Føroya søgu – at gera mentan og list til eitt skjaldramerki, sum viðkomandi við floksapparatinum treytaleyst í rygginum gongur inn fyri og vil byg...