Skip to main content

Posts

Bió Paradís kundi verðið fyrimyndin

  Fremsti íslendski filmsleikari, Ingvar Sigurdsson, er saman við Ole, sum tekur myndirnar, og mær á kaffistovuni Paname á Vaglinum í Havn, at skifta orð um biografar á okkara leiðum. Hann hevur verið við í øllum filmunum hjá Hlyni Pálmason, og fjúrtanda januar í nýggja árinum fer Filmsfelagið at visa hin nýggjasta, Ástin sem eftir er , ið hevur altjóða heitið The Love that Remains . Men Ingvar er í Føroyum, tí hann er við í komandi filminum hjá donsku Tea Lindeburg, ið verður tikin upp úti í Fugloy undir arbeiðsheitinum, The Seal Woman , og hevur Kópakonuna sum tema. Vit fara niðan í einasta biografin í landinum, Havnar Bio, og hitta Svannu, sum bíleggur og avgreiðir allar okkara filmar, og vísir okkum runt í hølunum. Hon greiðir frá um virksemið, at tey hava bomm í leysari vekt, landsins størsta úrval, poppkorn og sodavatn. Samstarvið við Kringvarpið um norðurlendskar barnafilmar við føroyskari talu fyllir 15% av árliga umsetninginum og fer heilt vist at halda fram. Ingvar ne...

Frankenstein: ”Tú gavst mær eitt lív, eg ikki vil liva”

  Sunnudagssofan kann sum ongan ting brúkast til at hyggja eftir ”Frankenstein” á Netflix í hálvan triðja tíma, er sofan góð, eins og myndin og ljóðið. Tí nýsagda søgan um Frankenstein er borin fram av yvirskoti og eini flóð av filmslist, senugrafi og ljósi. Men hon krevur, at tú tekur notur, at fáa alt við. Filmurin byrjar við donskum dialogi, uttan undirtekst, norðast í verðini við heimsins enda í 1857. Skipið ”Horisont”, sum skal til Norðpólin, hevur rent seg fast í ísin. Manningin er donsk, Lars Mikkelsen er kapteynur og Nikolaj Lie Kaas yvirstýrmaður. Longu nú er ljóssetingin so fantastisk, at hon verður høvuðsleikari. Á ísinum sæst ein særdur maður í kyndilsljósi. Nakað stórt og ófrættakent blæsir seg upp á himmalin sum norðurljós, men tað er mannaskapta dýrið, ið stendur móti øllum. So er ramman sett og søgan byrjar. Ein uppbyggilig og formanandi lærdóms- og lagnusøga um teir villinivegir, sum enska Mary Shelley (1797-1851) sær fyri sær í tí, vit í dag kalla dannilsi, ...

Havnará er nýggja upplivingarrúmið

Gallarí Havnará, niðasta hædd í Tórs Kafeteria, har Bibi hevði atelier aftanfyri hjá Bambus, út móti Havnará, har Sjúrður hjá Tróndi hevur fingið ljós í áarmyrkrinum á Glitraheiði, her dagar ein nýggj paradís-oasa, ljóst innbjóðandi fyri okkum býar-bohémar. Innkomin, er karmurin ein betongkjallari, ið ráur rópar underground, sum í industriellum Berlinumhvørvi. Í listarligum samanspæli nemur tað óstortliga tilfarið við varisligu listarligu verkini, ið sumstaðni eksplodera framman fyri tær, og tvinnast saman við ljóðmyndini, sleppur henni og tekur hana aftur, uttan at larma, tí ein elegantur dj málar loftrúmið. Við langa breiðdiskin skapast ein stórbýarkensla, sum eg ikki havi varnast í býnum áður. At verða bekreftaður sum eitt stórbýramenniskja, tað er ikki á hvørjum degi, at tann kenslan kemur á meg, uttan at verða flogin langt burtur. Stórbýarkenslan er ítøkilig, hurðin er opin, fult av fólki er her, tí nú hava Maibritt Marjunardóttir og Fríða Berg framsýningina “Jarðar” við 29 verkum...

Kirkjur sum manifesteringar

  Tá ein kirkja er bygd, stendur hon har, hon til ævigar tíðir er reist. Tað er líkasum ein gongd, ið vit venja okkum við og lata okkum lynda, at hon er har, sum teknarar, myndugleikar og pengaveitarar hava samtykt og játtað. Í hesum ofta drúgva tíðarskeiði venja vit okkum við nýggja sýnið í landslagnum og samanhangskraftina við teir bygningar, sum longu eru har, og nýbygda kirkjan leggur seg upp at í bygda- ella býarrúminum. Tá tú hendinga ferð kemur á hesar leiðir, kanst tú saman við grannum og kirkjugangarum grunda yvir, um hon økir um estetiska trivnaðin, funktiónina og upplivingina í avmálda økinum, ella er hon bara potensierandi í nýggja innsetta rúminum? Í Havn er til dømis hálvtrýss ára gamla Vesturkirkjan, ið greitt sæst sum eitt monumentalt seglskip, slupp, hvar tú so sært hana frá. Hon økir um fatanina av býnum, eisini tá fremmandafólkið skoðar úr hotellvindeyganum við Oyggjarvegin. Ein farri av somu tankum, strembandi segl við havið, síggjast í ætlaðu kirkjuni, sum ...

Var eg ikki, livdi mamma

"Góða mamma" er heitið á heimildarfilmi um barsilsdeyða, sum Elin Mirjamsdóttir og Elin Dagbjartsdóttir júst eru lidnar at klippa, og sum verður sendur í Kringvarpinum hóskvøldið. Niðanfyri sita tær og gera sendingina klára. Í filminum verða fýra húski lýst, trý fólk, hvørs mammur doyðu í barsilssong, og ein pápi og maður, sum misti konuna. Sylvia Thomsen byrjar filmin í litríkum umhvørvi inni í stovuni, og eg kann beinanvegin siga og síggja, at “Mamma mín” er væl filmað, oftast við djúpum dýpdarfokus, væl ljóssett, sentrerað og vinklað. Einasta tekniska, eg havi hug at finnast at er, at føroyski himmalin yvir bygdir og býir er so ljóssterkur, at hann eigur at verða filtreraður og avmaskaður, skal hann ikki brenna ígjøgnum, men matsja við framúr upptøkurnar innandura. Sylvia var fimm dagar gomul, tá hon varð doypt og mamman jarða. Sama dag. So kargar eru umstøðurnar, vit fáa innlit í. Nú eru mótsetningarnir, lív og deyði, strikaðir av i hesum róliga og tematiskt nýskapandi ...

hey :-) ein samrøðuskaldsøga

Hey :-) Í dag fekk eg eina markleyst spennandi bók, við júst hesum heiti, tjúkkari enn bókin við talum hjá Tobba, sum just er komin, eisini tjúkkari enn bókin um Heðin (2022) og nógv tjúkkari enn bókin hjá Høgna, sum kom í 2000. Orsøkin til at hesar tríggjar bøkur høvdu lyndið til at hópa seg upp at nýggju bókini hjá Trygva Danielsen, “Hey :-)”, er ikki bara at tvær teirra eru ekstraordinert tjúkkar, men tí at tær savna og geva út av nýggjum, endurbrúka, longu hildnar talur og hava endurprentað gamlar greinar. Fleiri høvundar, sum áður hava skrivað hópin av greinum í øðrum miðlum, hava tað fyri, at savna somu greinar einaferð afturat, prenta og binda tær inn og, Voilá! , hevur tú eina nýggja bók, sum tó ikki er annað enn ein nýmiðlaður boðskapur, nakað sum tá vit fara í biograf og síggja film, sum er “tekstet for hørehæmmede” sum nýggjur miðil niðast á løriftinum. Skal samanberingin halda, mugu vit siga, at í umrøddu førum verður teksturin førdur eitt stig longur, so vit kunnu hug...

Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur

Tá Havnin í 2009 fylti hundrað sum fólkavald kommuna, møttust MC og eg í mentunargøtuni í miðbýnum. Fyri tey, sum ikki vita, má eg fyrst siga, at tað er Tórsgøta, og tað, sum síðan er av týdningi, var, at fyrsti heiðursborgari í Havn var Martin Christian Restorff, abbin, sum MC er uppkallaður eftir. Út frá einum abstraktum, ja kanska absurdum og tó barnsliga ítøkiligum bíbliuørindi hjá Prædikaranum, tosaðu vit um at hava eina konsert á parkeringsplássinum millum posthúsið og Sjómansheimið. Tað var leyst og liðugt beinanvegin, tí vit samdust um einfalda poesikonseptið - standhaftigar evergreens – sum eftir bókini var: “Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur!” Frá MC er tað fleiri ferðir komið aftur. Søgurnar um, tá hann lovaði ungum fólkum inn í Ebenezer at spæla á elektrisk instrument, eisini um náttina, og miksa upptøkur, lag oman á lag, so meistaraverk spurdust burturúr, til onkur av teim eldru steðgaðu øllum og blakaði alt á dyr, tí klaverannslagið...