Skip to main content

Posts

Føroysk mineral & grótsløg

  Týskvøldið kom jarðfrøðingurin og trummusláarin, Uni Árting, á gátt við nýggju bókini Føroysk mineral & grótsløg , sum hann hevur skrivað saman við starvsfeløgunum Barbaru Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen, og arbeiðsplássið hjá teimum, Jarðfeingi, gevur út.  Grafikkinum hevur Barbara staðið fyri, ein tættpakkaður stílur, vit kenna frá altjóða náttúrufrøðiligum tíðarritum.  Stuttligt, at eitt alment arbeiðspláss kann, megnar og vil standa saman um eina snøgga og fakliga útgávu, eitt hondfast produkt við 254 blaðsíðum, alfabetiskum orðalista aftast, og einum forstáiligum yvirlitskorti, jarðfrøðikorti, í einum plastlumma inni í bakpermuni.  Eitt fyrimyndarligt fólkfeingiligt, human resource, átak. Tá eg taki snøggu brúksbókina í hondina og vendi henni, síggi eg greiðu boðini um, at avrikið er føtt í kærleika og dyrkað millum nørdar í fleiri ár, kanska fimtan, tá Uni og onnur gjørdu eitt rulliskáp við gróti til undirvísing.  Boðini, ella ábendingin, um...

Rørpostur

Eftir døgurðatíðindini í dag spurdi eg vitlíkis hjálparin hjá Microsoft, Copilot, um filmin, har tey brúktu rørpost sum innanhýsis samskiftisamboð. Spurningurin var soljóðandi: - Hvat eitir filmurin har tey brúka rørpost sum samskifti? So kemur svarið og í triðja føri kemur filmurin, eg hugsaði um Brazil hjá Terry Gilliam frá 1985 við hesum vitlikisorðum á føroyskum: “Terry Gilliam’s dystopiska satira vísir eitt byrokratiskt samfelag, har rørspost og mekaniskar loysnir eru partur av dagligari samskifti.” Eg takk fyri svarið, hóast danski Olsenbandin ikki var við í svarlistanum, helst kendasta rørpostsamskiftið á okkara leiðum.  Men tað, sum aftur tók meg á bóli í dag, var, hvussu vitlíkistænastan Copilot mennist og virkar, ikki bara sum tænastuveitari, men sum persónligur ráðgevi, ið veit alt um spyrjaran. Og tá er upp til hvønn einstakan at fagnast ella ræðast um støðuna, sum er íkomin, tí her vendist ikki aftur. Tú ert ein talgildur identitetur, bygdur upp av algoritmum, ið ...

Skuggin av donskum

Fjølmentanarvika hevur júst verið í Havn og indiski filmurin "All we imagine as Light" varð sýndur.  - Er tað bara fyri danskttalandi, at tit hava Fjølmentanarviku, spyr týska Agnes-Katharina Kreiling, tá hon sær, at filmurin hevur danskan undirtekst, sum hon ikki skilir.  Í kjalarvørrinum á hesum kjaki, skifta vit bæði, Anges og eg, orð um støðuna hjá donskum í Føroyum og hví indiski filmurin, sum er á malayalam, hindi og marathi máli, hevði danskan undirtekst. Agnes-Katharina Kreiling, hvør er tín bakrund og hvussu komst tú til Føroya? - Eg eri lívfrøðingur og flutti til Føroya fyri fimm árum síðan. Eg búði í Íslandi, har eg hevði arbeitt í fleiri ár, tá eg møtti mínum maka. Hann er eisini lívfrøðingur og hevur gott og fast starv í Føroyum, sum ikki er so lætt at fáa innan okkara arbeiðsøki. Tað var í sambandi við hansara arbeiði, og so nøkur onnur viðurskifti, sum gjørdu, at eg flutti til Føroya, ístaðin fyri at hann flutti til Íslands. Nú eri eg so heppin at hava eitt got...

Bió Paradís kundi verðið fyrimyndin

  Fremsti íslendski filmsleikari, Ingvar Sigurdsson, er saman við Ole, sum tekur myndirnar, og mær á kaffistovuni Paname á Vaglinum í Havn, at skifta orð um biografar á okkara leiðum. Hann hevur verið við í øllum filmunum hjá Hlyni Pálmason, og fjúrtanda januar í nýggja árinum fer Filmsfelagið at visa hin nýggjasta, Ástin sem eftir er , ið hevur altjóða heitið The Love that Remains . Men Ingvar er í Føroyum, tí hann er við í komandi filminum hjá donsku Tea Lindeburg, ið verður tikin upp úti í Fugloy undir arbeiðsheitinum, The Seal Woman , og hevur Kópakonuna sum tema. Vit fara niðan í einasta biografin í landinum, Havnar Bio, og hitta Svannu, sum bíleggur og avgreiðir allar okkara filmar, og vísir okkum runt í hølunum. Hon greiðir frá um virksemið, at tey hava bomm í leysari vekt, landsins størsta úrval, poppkorn og sodavatn. Samstarvið við Kringvarpið um norðurlendskar barnafilmar við føroyskari talu fyllir 15% av árliga umsetninginum og fer heilt vist at halda fram. Ingvar ne...

Frankenstein: ”Tú gavst mær eitt lív, eg ikki vil liva”

  Sunnudagssofan kann sum ongan ting brúkast til at hyggja eftir ”Frankenstein” á Netflix í hálvan triðja tíma, er sofan góð, eins og myndin og ljóðið. Tí nýsagda søgan um Frankenstein er borin fram av yvirskoti og eini flóð av filmslist, senugrafi og ljósi. Men hon krevur, at tú tekur notur, at fáa alt við. Filmurin byrjar við donskum dialogi, uttan undirtekst, norðast í verðini við heimsins enda í 1857. Skipið ”Horisont”, sum skal til Norðpólin, hevur rent seg fast í ísin. Manningin er donsk, Lars Mikkelsen er kapteynur og Nikolaj Lie Kaas yvirstýrmaður. Longu nú er ljóssetingin so fantastisk, at hon verður høvuðsleikari. Á ísinum sæst ein særdur maður í kyndilsljósi. Nakað stórt og ófrættakent blæsir seg upp á himmalin sum norðurljós, men tað er mannaskapta dýrið, ið stendur móti øllum. So er ramman sett og søgan byrjar. Ein uppbyggilig og formanandi lærdóms- og lagnusøga um teir villinivegir, sum enska Mary Shelley (1797-1851) sær fyri sær í tí, vit í dag kalla dannilsi, ...

Havnará er nýggja upplivingarrúmið

Gallarí Havnará, niðasta hædd í Tórs Kafeteria, har Bibi hevði atelier aftanfyri hjá Bambus, út móti Havnará, har Sjúrður hjá Tróndi hevur fingið ljós í áarmyrkrinum á Glitraheiði, her dagar ein nýggj paradís-oasa, ljóst innbjóðandi fyri okkum býar-bohémar. Innkomin, er karmurin ein betongkjallari, ið ráur rópar underground, sum í industriellum Berlinumhvørvi. Í listarligum samanspæli nemur tað óstortliga tilfarið við varisligu listarligu verkini, ið sumstaðni eksplodera framman fyri tær, og tvinnast saman við ljóðmyndini, sleppur henni og tekur hana aftur, uttan at larma, tí ein elegantur dj málar loftrúmið. Við langa breiðdiskin skapast ein stórbýarkensla, sum eg ikki havi varnast í býnum áður. At verða bekreftaður sum eitt stórbýramenniskja, tað er ikki á hvørjum degi, at tann kenslan kemur á meg, uttan at verða flogin langt burtur. Stórbýarkenslan er ítøkilig, hurðin er opin, fult av fólki er her, tí nú hava Maibritt Marjunardóttir og Fríða Berg framsýningina “Jarðar” við 29 verkum...

Kirkjur sum manifesteringar

  Tá ein kirkja er bygd, stendur hon har, hon til ævigar tíðir er reist. Tað er líkasum ein gongd, ið vit venja okkum við og lata okkum lynda, at hon er har, sum teknarar, myndugleikar og pengaveitarar hava samtykt og játtað. Í hesum ofta drúgva tíðarskeiði venja vit okkum við nýggja sýnið í landslagnum og samanhangskraftina við teir bygningar, sum longu eru har, og nýbygda kirkjan leggur seg upp at í bygda- ella býarrúminum. Tá tú hendinga ferð kemur á hesar leiðir, kanst tú saman við grannum og kirkjugangarum grunda yvir, um hon økir um estetiska trivnaðin, funktiónina og upplivingina í avmálda økinum, ella er hon bara potensierandi í nýggja innsetta rúminum? Í Havn er til dømis hálvtrýss ára gamla Vesturkirkjan, ið greitt sæst sum eitt monumentalt seglskip, slupp, hvar tú so sært hana frá. Hon økir um fatanina av býnum, eisini tá fremmandafólkið skoðar úr hotellvindeyganum við Oyggjarvegin. Ein farri av somu tankum, strembandi segl við havið, síggjast í ætlaðu kirkjuni, sum ...

Var eg ikki, livdi mamma

"Góða mamma" er heitið á heimildarfilmi um barsilsdeyða, sum Elin Mirjamsdóttir og Elin Dagbjartsdóttir júst eru lidnar at klippa, og sum verður sendur í Kringvarpinum hóskvøldið. Niðanfyri sita tær og gera sendingina klára. Í filminum verða fýra húski lýst, trý fólk, hvørs mammur doyðu í barsilssong, og ein pápi og maður, sum misti konuna. Sylvia Thomsen byrjar filmin í litríkum umhvørvi inni í stovuni, og eg kann beinanvegin siga og síggja, at “Mamma mín” er væl filmað, oftast við djúpum dýpdarfokus, væl ljóssett, sentrerað og vinklað. Einasta tekniska, eg havi hug at finnast at er, at føroyski himmalin yvir bygdir og býir er so ljóssterkur, at hann eigur at verða filtreraður og avmaskaður, skal hann ikki brenna ígjøgnum, men matsja við framúr upptøkurnar innandura. Sylvia var fimm dagar gomul, tá hon varð doypt og mamman jarða. Sama dag. So kargar eru umstøðurnar, vit fáa innlit í. Nú eru mótsetningarnir, lív og deyði, strikaðir av i hesum róliga og tematiskt nýskapandi ...