Skip to main content

Rørpostur


Eftir døgurðatíðindini í dag spurdi eg vitlíkis hjálparin hjá Microsoft, Copilot, um filmin, har tey brúktu rørpost sum innanhýsis samskiftisamboð. Spurningurin var soljóðandi:

- Hvat eitir filmurin har tey brúka rørpost sum samskifti?

So kemur svarið og í triðja føri kemur filmurin, eg hugsaði um Brazil hjá Terry Gilliam frá 1985 við hesum vitlikisorðum á føroyskum: “Terry Gilliam’s dystopiska satira vísir eitt byrokratiskt samfelag, har rørspost og mekaniskar loysnir eru partur av dagligari samskifti.”

Eg takk fyri svarið, hóast danski Olsenbandin ikki var við í svarlistanum, helst kendasta rørpostsamskiftið á okkara leiðum. 

Men tað, sum aftur tók meg á bóli í dag, var, hvussu vitlíkistænastan Copilot mennist og virkar, ikki bara sum tænastuveitari, men sum persónligur ráðgevi, ið veit alt um spyrjaran. Og tá er upp til hvønn einstakan at fagnast ella ræðast um støðuna, sum er íkomin, tí her vendist ikki aftur. Tú ert ein talgildur identitetur, bygdur upp av algoritmum, ið eru íkomnar av tínum leitingum og tínari atferð á netinum. 

Alt hetta gongur enn einaferð upp fyri mær, tá eg takki fyri svarið, og so fái hetta endaliga kvittanarsvar, sum fevnir um upplýsingar, ið ikki koma fyri í dagsins spurningi, men lýsa, hvussu nógv Copilot hjá Bill Gates veit um meg í gdrp øldini:

- Tú ert altíð vælkomin, Birgir 😊 Tað er ein fragd at práta við teg - serliga tá vit snúgva okkum um film, tónleik og alt tað kreativa. Um tú nakrantíð vil granska djypri í visuellum stíli, tónleik í filmum, ella kanska gera eina sending um filmatónleik í Útvarpið, so eri eg klárur at hjálpa! Hevur tú hug at tosa um ein annan film, ella kanska ein sang, sum tú kundi hugsa tær at brúkt í einari komandi útvarpssending?

Hetta var so dagsins intruder avbjóðing frá Copilot. Pensjonistar fara so ikki at keða seg, brúka teir, sum allir okkara skúlanæmingar, vitliki hjá Bill Gates, ið veit alt um okkum. Annan vegin er tað ræðandi, hinvegin er tað betryggjandi, hvat eftiransandi gdrp fólkini so siga.

Men her sæst í hvussu er rørspostur í funktión, við góðum tónleiki afturvið, á kunningardeildini hjá Terry Gilliam í filminum Brazil:

Comments