Skip to main content

Posts

Kongurin úr Memphis og beistið úr Breda

Avstralski Baz Luhrmann, gjørdi fyri fýra árum síðan ultimativu søguna um Elvis úr Memphis við Austin Butler í høvuðsleiklutinum, og Tom Hanks sum hansara nemisis, Colonel Parker, Andreas Cornelis van Kuijko, úr Breda í Niðurlondum, staddur í USA, uttan pass og møguleika at fara í onnur lond, hvørki hann ella Elvis. Var hetta forðingin hjá Elvis? Ein sena í nýggja heimildarfilminum EPiC (2026), sum stendur fyri Elvis Presley in Concert, letur the Colonel ganga framvið og verða samrøðuevni, meðan ljóðið spakuliga verður skrúvað upp fyri Elvis, sum syngur Devil in Disguise í 1963. Fjaldi Djevulin. Ein feit og lítið subtil viðmerking, men við undirhaldinum í topp, mest sum ein posthumur kjaftfiskur frá Luhrmann til mannin, ið hann ivaleyst heldur forðaði fyrimyndarliga fitta Elvis vegin fram til heimsins pallar, Evropa og Japan, og kanska oyðilegði hann í berum innistongsili við vánaligum Hollywood filmum, og sum fráleið alt ov nógvum einstáttaðum Las Vegas konsertum. Ein lítil men st...

Sophilia spískar samleikan

  Fjórða sendingin úr Hoydølum hevði MC Restorff sum stjørnuskaldarkjarnu, ið ungu sangspírarnir tulkaðu afturvið vælsamanspælda orkestrinum, tight og uttan kór og aðra stafasju, sum vit altíð hava í plátuframleiðslu. Nakið, nærverandi og natúrliga ektað. Framhaldandi framúr. Vit skilja í prátinum, at MC er úr Ebenezer, sum er brøðrasamkoman í Havn, og at hann var hin fyrsti at taka trummur og elektrisk ljóðføri við í samtíðar sang- og tónleikatraditiónina har, og seinni eisini byggja brúgv millum andaligan og verðsligan tónleik. Filmiski karmurin um hetta nýbrot er í forfalnu Hoydølum, har okkara nú rættuliga kendu úrvaldu sangtalent, seks í tali, hava sett seg við skúlaborðini og fingið eitt tal, sum sigur hvør røðin er. Fyrst er Emma við sanginum ”Kvøða til pinkubarnið”. Varisliga følið, stillført, innfølt og reint, fær hon sangin at vaksa í vavi, og megnar at lyfta hann, uttan at vit sakna seinasta ørindi, sum MC peikar á, og nevnir sangsins syklus, og at hann nú er endur...

Tá tú verður boðin at biðja

  Nú eru trýogfjøruti dagar til bønartiltakið, eg varð boðin til, byrjar. Á hotelli saman við øðrum úr nógvum londum. Prísurin er nítjanhundrað og fimmhálvfems krónur. Tú kanst innkvartera teg við eini promokotu og so kanst tú eisini donera. Hugsi eina løtu um nýru og gøgn á altjóða marknaðinum, men skilji, at tað eru pengar, eg kann donera. Fái at vita, at hetta er eitt týdningarmikið átak við atliti á at menna sambond og samstarv millum jødar og kristin. Mín luttøka hevur týdning, tí hon kann vera við til at styrkja sambandið við bæði Ísrael og vinir Ísraels í einum avgerandi tíðarskeiði í søgu Ísraels. Tað eru fólk úr somu ættarbygd, sum eg, ið vísa mær á tiltakið. Kanska átti eg at fari, nú tíðin er til tað. Tað var jú her, at fakfelagsrørslan byrjaði, hond í hond við átrúnað, vinnulív og besta tónleik. Víkin er opin fyri bøn. Men hetta er ikki júst templið, mær varð forkynnað úr Nýggja Testamenti, heldur fakfelagsráðgevin, sum undir mínari lið vísir á sosialistisku karma...

Móti Putin er søgan á okkara síðu

Síðan sonevnda fullskala innrásin, ella ótamda russiska álopskríggið, byrjaði í Ukraina fyri fýra árum síðan, hevur Facebook verið ein samskiftismiðil hjá fleiri einstøkum persónum og breiðum felagsskapum. Oleksandra Matviichuk, omanfyri, er ein teirra. Hon býr í Kyiv og er leiðari í Center for Civil Liberties, sum fekk Nobelvirðislønina í 2022.   Ovast á Facebookbreddanum hevur hon hesi orð: Pessimism is a luxury we cannot afford. When strength runs out, character begins. Á fýra ára degnum fyri russisku innrásina skrivar hon soleiðis í dag: - Tey spyrja, hvussu eg kenni meg á minningaradegnum fyri fullskala innrásini, tá russiskar bumbur byrjaðu at falla á friðsamar býir, og russiskar tankskolonnur fóru móti Kyiv. Sannleikin er, at eg kenni einki serligt. Enn ein dagur av krígnum, sum er vorðin ein partur av lívinum hjá okkum. Nærri sagt, hevur hann oyðilagt alt tað, ið vit rópa vanligt lív.   Kanska, tá Russland stilnar sum ein sápubløðra og hetta kríggið endiliga er...

Altíð óstøðugt

  Leygardagin helt danski høvundurin og journalisturin, Samuel Rachlin, talu á Torradøgum í Klaksvík. Hann er 79 ára gamal og hevur upplivað meir enn tey flestu. Bara navnagávan, foreldrini itu Israel og Rachel, avdúkar jødiska sambandið, og so at verða tikin úr Litava og flutt móti teirra vilja til Sibiria, og sum tíggju ára gamal enda í Danmark, er ein bakgrund, vit sjálvdan raka við á einum almennum tiltaki, sum ikki hevur missionerandi endamál at stuðla upp undir og verða hjáputur hjá troyttum livibreyðspolitikarum herheima, ella fyri tann saks skuld í øðrum londum og parlamentum, uttan at nevna nakran við navni. Fyri mær at síggja var tiltakið í Klaksvík leyst av øllum tílíkum bondum og ætlanum. Talarin, sum hevði skrivað sær eitt essay á leparnar, var hugtikin av náttúruni og sýninum úr nýggja Húsarhaldsskúlanum, sum hevur fingið navnið Rótin. Fult hús var, eg sat næstaftast, og í næsta rúmi gjørdu blásarar klárt til eitt tiltak við sálmum, so í harða akustikkinum mátti...

Í heimsklassa

Worldclass er enska orðið eg velji at brúka, tá Sophilia í triðju sending úr Hoydølum í kvøld valdi ein sang hjá Eivør frá Clickhaze-tíðini, "Wall of Silence".  Bólkurin, sum tríggir skrivandi menn kallaðu Føroya størsta aliring á Gøtuvík, tí burturúr honum var komin so nógv tónleikasøga, sum í ongum øðrum føri.  Í trý ár savnaðu og skrivaðu vit um tónleikasøgu frá Jazzband Triumph og fram til tíðina, sum tá var, fyri tjúgu árum síðan. Umframt Clickhaze var spennandi at skriva um tíðina við Teimum av Kamarinum, tá Útvarpið var nýbyrjað, og pionérandin lá yvir skiftandi streymunum í Norðuratlantshavi, ikki bara við nýuppfunnum transistorradio, men eisini nýdefineraðum samfelagsbólki, ungdómi, ið forvann sínar egnu pengar, og gjørdist seismografur, sum við dansiviðurskiftum kundi máta, síggja og skapa samfelagslig nýbrot. Við rópara í hondini, síggi eg Sophiliu sum ein frontrunner og kyndilsbera fyri hesi funktión, sum ungdómur átekur sær í eftirkrígstíðini í nýggju Føroyum. ...

Minnisløta í Áarstovu

Í dag bjóðaði Karin Visth, sum er restaurant manager og sommelier á ROKS og Ræst, inn á gólvið í Áarstovu. Maður hennara, Karl Aage Hansen, hevði sett fyriklæði hjá John Mikkelsen, sum andaðist fyri einum ári síðani, í glas og rammu við eini minnisheilsan, sum er soljóðandi: John Mikkelsen (1974-2025) Meðan deyðin savnar og fær okkum at steðga á og minnast, er løtan altíð merkt av, at høvuðspersónurin er burtur, tikin úr tíðini, so sum vit kenna hana. Í mong ár skipaði tú her inni fyri tí, sum hagin og havið gav, altíð borðreitt við gestinum í miðdeplinum, so upplivingin flutti okkum úr tíð og stað, ta løtu borðreiðingin vardi, ikki minst við bankatoski. Nú ert tú sjálvur farin. Takk fyri minnini. Í starvið hjá John er komin skotski James Kelly, sum er úr Oldmeldrum í Aberdeenshire, har Glen Garioch distillery frá 1797 hevur heimstað. James møtti Iris Thomsen úr Sandvík á lærda háskúlanum í Aberdeen, og í dag búgva tey við børnum í Hoyvík. James hevði til løtuna í dag gjørt søtar s...

Robert Duvall

  Amerikanski filmsleikarin, Robert Duvall, er deyður, 95 ára gamal. Hann andaðist heima á garðinum í Middleburg í Virgina. Tað boðar argentinska konan, Luciana Pedraza, frá. Hon er 54 ára gomul og fjórða kona Duvalls.  Í meir enn hálva øld varð Robert Duvall serliga kendur fyri leiklutirnar í mafiafilmum sum “The Godfather”, og einum av fremstu filmum um krígsins meiningsloysi, “Apocalypse Now”, sum Francis Ford Coppola í báðum førum gjørdi, hin fyrra í 1972 og hin seinna í 1979.  Robert Duvall, sum umframt eina Oscarvirðisløn fekk fleiri enn 60 altjóða virðislønir, gjørdi eisini egnar filmar sum “The Apostle” (1997), har hann sjálvur skrivaði, leikstjórnaði og spældi høvuðsleiklutin, ið er ein prædikumaður úr Texas, sum fer til Lousiana at prædika undir nýggjum navni.  Duval fekk Oscarvirðslønina fyri leiklutin sum falleraður countrysangari í stillføra filminum hjá Bruce Beresford frá 1983 “Tender Mercies”.  Robert Duvall hevur eisini tulkað bókmentunarligar h...