Skip to main content

Robert Duvall

 

Amerikanski filmsleikarin, Robert Duvall, er deyður, 95 ára gamal. Hann andaðist heima á garðinum í Middleburg í Virgina. Tað boðar argentinska konan, Luciana Pedraza, frá. Hon er 54 ára gomul og fjórða kona Duvalls. 

Í meir enn hálva øld varð Robert Duvall serliga kendur fyri leiklutirnar í mafiafilmum sum “The Godfather”, og einum av fremstu filmum um krígsins meiningsloysi, “Apocalypse Now”, sum Francis Ford Coppola í báðum førum gjørdi, hin fyrra í 1972 og hin seinna í 1979. 

Robert Duvall, sum umframt eina Oscarvirðisløn fekk fleiri enn 60 altjóða virðislønir, gjørdi eisini egnar filmar sum “The Apostle” (1997), har hann sjálvur skrivaði, leikstjórnaði og spældi høvuðsleiklutin, ið er ein prædikumaður úr Texas, sum fer til Lousiana at prædika undir nýggjum navni. 

Duval fekk Oscarvirðslønina fyri leiklutin sum falleraður countrysangari í stillføra filminum hjá Bruce Beresford frá 1983 “Tender Mercies”. 

Robert Duvall hevur eisini tulkað bókmentunarligar heimsklassikarar. Í fyrra førinum longu í 1962 sum Boo Radley í “To Kill A Mockingbird”, ið Harper Lee skrivaði, og í seinna føri sum Calvin Caspary í søguni hjá Siegfried Lenz “The Lightship” í 1985.

Comments