Skip to main content

Minnisløta í Áarstovu

Í dag bjóðaði Karin Visth, sum er restaurant manager og sommelier á ROKS og Ræst, inn á gólvið í Áarstovu. Maður hennara, Karl Aage Hansen, hevði sett fyriklæði hjá John Mikkelsen, sum andaðist fyri einum ári síðani, í glas og rammu við eini minnisheilsan, sum er soljóðandi:

John Mikkelsen (1974-2025)

Meðan deyðin savnar og fær okkum at steðga á og minnast, er løtan altíð merkt av, at høvuðspersónurin er burtur, tikin úr tíðini, so sum vit kenna hana. Í mong ár skipaði tú her inni fyri tí, sum hagin og havið gav, altíð borðreitt við gestinum í miðdeplinum, so upplivingin flutti okkum úr tíð og stað, ta løtu borðreiðingin vardi, ikki minst við bankatoski. Nú ert tú sjálvur farin. Takk fyri minnini.

Í starvið hjá John er komin skotski James Kelly, sum er úr Oldmeldrum í Aberdeenshire, har Glen Garioch distillery frá 1797 hevur heimstað. James møtti Iris Thomsen úr Sandvík á lærda háskúlanum í Aberdeen, og í dag búgva tey við børnum í Hoyvík. James hevði til løtuna í dag gjørt søtar skotskar toffee tablets.

Comments