Avstralski Baz Luhrmann, gjørdi fyri fýra árum síðan ultimativu søguna um Elvis úr Memphis við Austin Butler í høvuðsleiklutinum, og Tom Hanks sum hansara nemisis, Colonel Parker, Andreas Cornelis van Kuijko, úr Breda í Niðurlondum, staddur í USA, uttan pass og møguleika at fara í onnur lond, hvørki hann ella Elvis. Var hetta forðingin hjá Elvis? Ein sena í nýggja heimildarfilminum EPiC (2026), sum stendur fyri Elvis Presley in Concert, letur the Colonel ganga framvið og verða samrøðuevni, meðan ljóðið spakuliga verður skrúvað upp fyri Elvis, sum syngur Devil in Disguise í 1963. Fjaldi Djevulin. Ein feit og lítið subtil viðmerking, men við undirhaldinum í topp, mest sum ein posthumur kjaftfiskur frá Luhrmann til mannin, ið hann ivaleyst heldur forðaði fyrimyndarliga fitta Elvis vegin fram til heimsins pallar, Evropa og Japan, og kanska oyðilegði hann í berum innistongsili við vánaligum Hollywood filmum, og sum fráleið alt ov nógvum einstáttaðum Las Vegas konsertum. Ein lítil men st...