Paul McCartney er á Saturday Night Live og spælir The Days We Left Behind Ørminnist, at Sigrún, sum vertur í Degi og Viku, spurdi Katrina Dahl, hvussu tað var at blíva eldri, nú hon var fyrstvald í nýggja eldraráðið í høvuðsstaðnum. - Ja, hvat er alternativið, svaraði hon og leveraði besta laiv-svar eg minnist. Og nú ert tú har sjálvur. Næstan. Í barnaskúlanum kundi henda, at vit máldu okkum eftir føðingardøgum hjá stjørnunum, tí tað stóð í lummabókunum, vit tá høvdu. Brian Wilson og Chet Atkins raktu mín dag. Tað dámdi mær einki. Men Paul McCartney var bara tveir dagar frá mínum føðingardegi. Tað hevði nógv at siga. Tá. Milson plagdi at siga, at fyri at finna inn til strukturin, grundsubstansin, í upptøkum, brúkti hann minstu monitorhátalarar, Tannoy, og skrúvaði hart frá. Tá arbeiddi hann við gittaranum hjá Petur Hans Poulsen í Opus í sanginum "Dýrdarkvendi", ikki ólíkur Dave Edmunds. Í morgun standi eg og busti tenn og barberi mær á vesinum við nýggju plátuni hjá sk...