Tíðindagrein, Dimmalætting 13. februar 2008: Um ikki langa tíð fáa vit kanska høvi at síggja gamlar filmar uttan ljóð á uttandurasýningum við livandi nýsprotnum rocktónleiki til. Í eina tíð hava Birgir Kruse, ritstjóri, Ole Wich, grafikari, og Kartni Ravnsfjall, bókavørður, arbeitt við at seta á stovn eitt felag við gomlum spælifilmum, eitt fornfilmsfelag, sum stutt og greitt hevur fingið heitið ”Fornfilmsfelagið”. Allir tríggir vóru teir virknir í Filmsfelagnum ta tíð, felagið var virkið, 1984 til 1992. Filmsfelagið hevði javnan kvalitetsfilmsýningar við fyri limum fyrst í Norðurlandahúsinum og seinni í Sjónleikarhúsinum í Havn. Og undan Filmsfelagnum var tað eitt felag, sum æt Filmslistafelagið, ið plagdi at sýna filmir fyri limum. Hetta felag virkaði frá 1962 til 1975. Skipað var so fyri, at ein skrá fyri eitt ár í senn var løgd og send limunum í Filmsfelagnum, sum fyri ein bíligan penga kundi koma at síggja teir saman við gestum, sum lótu eitt sindur meiri fyri atgongumerkið enn li