Skip to main content

Posts

Journalistikkur stendur fyri falli

Síðan danska sjónvarpsvertinnan, Sofie Linde, hin 26. august ikki bara fletti upp um seg sum vertur í Zulu Awards, tí hon var við barn, men eisini ákærdi ein stjóra í Danmarks Radio fyri tær grovastu sexhóttanir, tá hon var 18 ára gomul og arbeiddi undir honum, hava ákærurnar hópað seg upp um sexsjikanu á donskum redaktiónum.  Nýggjasta er, at Politiken er farin í hernað móti Ekstrablaðnum um eitt mál, har ein kvinna hevur klagað ein mann á redaktiónini fyri sexsjikanu, har úrslitið gjørdist, at ákærdi maðurin hækkaði í tign og bleiv leiðari hjá órættaðu kvinnuni. Hon rýmdi eins og Nora.  Eisini Weekendavísin hevur drúgva grein, En rådden mediekultur , har staðfest verður ein grundleggjandi sjúk mentan og registrerað atferð á redaktiónum, ið fáast við útgávur og journalistiskt arbeiði í eini tíð har knapt er við fólki og enn knappari við fígging. Eftir breiða dekninginum at døma er lesaranum greitt, at journalistiska umhvørvið í Danmark - haðani føroyingar hava mest sum alla útbúgving,

Vit fara øll til Danmarkar!

  Í einum stuttfilmi , sum skal upplýsa donsk lesandi um týdningin av donskum í Føroyum, brúka donsku filmsframleiðararnir tað sum eitt sannførandi frásøgusnildi, at øll í skúlastovuni peika upp, tá ein føroyskur lærari, enntá við tjóðveldisnavni, spyr, hvør ætlar sær til Danmarkar einaferð á lívsleiðini. Soleiðis er at vera lítil. Small er faninme ikki bjútiful. Men summi, sum eru hundrað ferðir størri, halda tað vera ein ævinligan stuttleika at blaka tílík stríðsepli á føroyska pallin, og samstundis leggja ertandi smáfeilir afturvið. Hvør feilurin er á hesari myndini, kunnu tit sjálvi bestemma. Men sjálvur haldi eg tað vera eina keldu til undran av tí stórbæra slagnum, tá staðfestast kann, hvussu sterkt føroyska málið stendur, og hvussu miðvíst tað verður styrkt hvønn tann einasta dag. Málið, sum fólkið á staðnum tosar og nýtir í samstarvi við øll onnur í allari verðini. Men sum altíð, tá um makt ræður, tá verður hin minnimenti gjørdur til spott og spæ í manesjuni hjá tí, sum er hund

Gnaddarafelagið

Undir krígnum teknaði William Heinesen hesar báðar meistarligu pastellmyndirnar, fyrst av brúnasíðu kræddarunum á einum føroyskum nevndarfundi til vinstru, og so hina meiri ertandi spesifikku frá fundi í partafelagnum Trøllakambi til høgru.  Burtursæð frá Pipari og Salt og Amatøroyar, er synd at siga, at vit í nýggjari tíð eiga tílíkar satirikarar, ið traðka fram at halda eina revsandi sjálvsmynd fram fyri okkum. Í hesum nærum fulkomna satiruloysi verður hon latin upp til okkum sjálvi at skapa, satiran. Tá tær almennu nevndarsamsýningarnar hjá øvrigheitspersónum í Føroyum við jøvnum millumbilum verða kunngjørdar, er tað við ikki sørt av satiru í huganum, at eg lesi tølini, sum leska hesar ómutraðu og tó mammonstystu nevndarsálir.  Eg blaði upp hjá Williami Heinesen og kenni meg á bylgjulongd, ja sitandi til borðs við okurskalunum, ið júst hava fingið eitt bein í part, summir vissuliga fleiri enn eitt, at gnaga í glámlýsinum undir krígnum. Eftir bókstavaraðnum fær Alfred hægstu læraralø

Fyrilit og varsemi

Fyrilit og varsemi eru innbygd grundsjónarmið í øllum lívsins viðurskiftum, sum vit kunnu lesa og læra um í øllum handbókum, heilt frá barnagarði til ellisheim. Ja heilt inn í kapellið.  Men ikki hjá teimum, ið ganga í bjørgunum, ja alla staðni, har høgt er.  Renna hesi fólk seg í ein klett, so er at ganga uppá hann, heldur enn at fara uttan um hann. Tað er ikki ein spurningur um at koma fram, men at vinna á náttúruni, helst har, sum eingin hevur verið fyrr. Tá vinnur tú eisini á tær sjálvum. Høgt og vandamikið, tað er tað, sum alt rushið og kickið er um.  Hæddargreði. Ótamd hæddargreði.  Og á øllum miðlum skal tað dokumenterast, hvussu høgt og vandamikið vit hava gingið, vit, sum altso eru tey, ið beskeftiga seg við hesa hæddarbasillu.  Vit, sum ganga á sløttum, vilja heldur mæla til varsemi. Í fótformaðum skóm, knæverju og hjálmi.  Og vilja hesi hæddargraðu fólk ikki taka við teim vinarligastu ráðum um varsemi og einum lítlum veti av fyriliti, so er næsta stig, at vit sum bara ganga

Nýveiddur bankatoskur

Tjúgu ára gamli Jógvan Winther Poulsen, ið byrjaði sum uppvaskari í Áarstovu í 2014, og verður útbúgvin kokkur í desember, er kokkur í Barbara Fish House í kvøld saman við Esther Sivertsen, sum sæst longst til høgru á myndini niðanfyri. Teirra millum síggjast tænarin Petrine, íverksetarin Johan, matstovuleiðarin John og tænarin Katrina. Tilsamans borðreiða tey í hesum døgum fyri fullum húsum við eini "Menu from our fjords", har meginparturin av teim vitjandi eru útlendsk ferðafólk, og grundin og tilfarið í øllum rættunum er spilfekst av Føroyabanka. Tað var týsdagin at havrannsóknarskipið Magnus Heinason fyri seinastu ferð legði upp ta veiðu, sum hesa ársins tíð fekst av yvirlitstrolingum á Føroyabanka. Har á Bankanum hava føroyskir havgranskarar støðugt havt fyri eygað, at gera sær eina holla mynd av, hvussu fiskurin hevur tað, har serliga nógv hýsa hevur verið seinastu árini, hóast toskurin, Bankatoskurin, sum gjørdi eitt kvink í mars, søguliga er hin nógv kendasta úrtøkan.

Vinn 30.000 fyri 7 minuttir av filmi

Aftur í ár skipar Nám fyri stuttfilmskapping fyri hádeild og miðnámi um Heimsmálini hjá ST, har vinningurin er 30.000 kr. Filmurin skal í mesta lagi vera 7 minuttir, og skal í ár snúgva seg um tey burðardyggu Heimsmál, sum hava við lívið í havinum at gera, serliga Heimsmál nummar fjúrtan, ”Lívið í havinum”.  Úti í heimi eru skúlafólk farin at tosa um ”Ocean Literacy”, tað er førleikan at umsita lív í havinum á ein ábyrgdarfullan, burðardyggan og innovativan hátt, soleiðis sum júst Heimsmálini hjá ST skjóta upp í einum og øllum. Higartil hava vit í skúlahøpi hoyrt um ”Digital Literacy”, ið hevur fingið føroyska heitið talgildisbúgving. Enn hevur hitt enn meira vitala og fyri okkum avgjørt tilverugrundandi heitið ”Ocean Literacy” ikki fingið eitt føroyskt heiti. Freistin at lata lidna stuttfilmin inn er 23. november 2020. Vinnarin verður kunngjørdur í Havnar Bio fríggjakvøldið hin 4. desember klokkan 19. Tá verða allir filmarnir, sum dómsnevndin hevur valt, sýndir. Øll, sum eru við í kap

Áh Brandan, sum hetta er flott

  Um vikuskiftið royndi eg nýggja fýrastjørnaða hotellið mitt í Gundadali, Brandan. Tað var sonurin, sum uttan at eg visti av tí, hevði keypt mær eitt vikuskifti við grilldøgurða og morgunmati. Tað var fult hús og øll vikuskiftini, ið vórðu sett til sølu, vóru útseld.  Hóast tað ikki er gerandisuppliving at royna eitt nýtt hotell í býnum - enn eitt nýtt hotell opnar fyrsta dagin eitt steinkastað hanagleiv longur uppi, sum sæst á bilmyndini niðanfyri - so kann eg ikki sigað annað, enn at hetta var ein uppliving av altjóða slag, og tó so serstakliga heimlig.  Undir flagtekju fella húsini so væl inn í umhvørvið, at hóast rúmini eru 124, so hugsar tú ikki um hotell sum tað fyrsta, men heldur um eini væl skipað hús, bygd av einslistum í lendið, sum so aftur hevur tann bága, at tá eingin annar byggiharri í økinum hevur lagt tey bondini á seg, so er úrslitið, at tú beinanvegin varnast reyðu skorsteinspípuna hjá Fjarhitafelagnum sum ein signalboya og punkut streetart mitt í Meksiko, og síðan s

Norska Mona Fastvold er favorittur í Venezia

Meðan filmstevnur hava verið antin stroymdar ella púra avlýstar, er 88 ára gamla filmstevnan í italska býnum Venezia í fullari gongd og endar í kvøld. Tá hava 66 filmar úr øllum heiminum verið sýndir á heimsins elstu filmstevnu.  Forkvinna í dómsnevndini er avstralska stjørnan Cate Blanchett, og týski leikstjórin Christian Petzold, sum Filmsfelagið fleiri ferðir hevur havt á skrá, er eisini ein av teimum sjey dómsnevndarlimunum.  Altjóða filmspressan vil vera við, at kvinnuliga umboðanin er sterkari enn nakrantíð, og at 39 ára gamla Mona Fastvold úr Noregi, sum er nummar tvey frá vinstru á maskumyndini omanfyri, stendur til at vinna Gyltu Levuna í Venezia í ár fyri filmin "The World To Come".  Fastvold, sum fyrr var gift við sangaranum Sondre Lerche, fær bestu ummæli, m.a. í bretsku avísini The Guardian , IndieWire og í danska filmstíðarritinum Ekko fyri amerikanska filmin ”The World To Come”, ið er eitt lesbiskt drama í statinum New York í 1850’unum eftir søgu hjá Jim Shep

Filmur sum exorsisma

Filmur er løgin. Fleiri tú sært, løgnari verður hann, eins og uppliving av at síggja film, serliga orðleysan film, sum óivað er upprunaformurin fyri filmi, orðloysingar, forloystar í myndum, ið vit fata sum ljóslivandi, hóast vit meginpartin av tíðini sita í myrkri.  Men kunnu filmar og søgur fatast og brúkast sum exorsisma, at reka út illar andar í okkara tíð? Tú letur hurðina aftur, letur teg søkka niður í biografstólin og ljósið í rúminum sløknar. Heimurin er úti og tú ert inni. Inni í svørtu boksini, har einki órógvar uttan filmurin á løriftinum. So byrjar hann og tú ert prísgivin. Situr undir heimsins brúsu, sum eg vil kalla film og filmisku upplivingina. Hvør strála rakar teg. Og hvussu hon rakar teg, er bundið at tær og tínari fatan av filminum og tí evni hann blakar upp á løriftið, sum var tað ein squashveggur, ið er nógv størri og hægri enn tú. Og so er tað, hvussu estetikkurin er brúktur sum ein krúlla á halanum at náa og fínkemba júst tínum andaliga habitus.  Siti eg saman v

Skúlaverkið minst digitaliserað í føroyska samfelagnum

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni og limur í Stýrisbólkinum, sum fríggjadagin handaði landstýrismanninum, Jenis av Rana, eina heildarætlan um talgilding av undirvísingarverkinum, greiður her frá um søguliga samrøðu við Birgir Danielsen, táverandi stjóra á Fiskasøluni, um hagtøl og stýringsamboð, sum vinnan longu tá hevði og síðan støðugt hevur ment.  Í somu tíð hevur skúlin hvørki ment hagtøl ella stýringsamboð, sigur Leif.  - Skúlaverkið er hin minst digitaliseraði parturin í øllum tí føroyska samfelagnum, sigur Leif Abrahamsen. Her ber til at hoyra alla taluna hjá Leif Abrahamsen og øll hini umboðini fyri leiðslur, lærarar og kt-vinnu eisini.

Væl troffið!

Onkuntíð, tá ein sjáldsama ljótur persónur er avmyndaður, kann hon sjálv finna uppa á siga: "Sjáldsama væl troffin!" Tað vil siga, at fotografurin eigur alla æruna, ikki hin avmyndaða. Ársins myndaevni, hin best troffna, ja kanska í allari eftirkrígstíðini, man verða lokala fjallið og altjóða ferðamálið, ið sæst av Eiði, Føroya hægsti tindur, ið nú ikki kann síggjast fyri vindmyllum, sum eitt dótturfelag hjá SEV fer at seta har.  Við einum eyðkendum Eiðis-smámæli, ið er sterkasta orðaval, tá tey kjakandi vita, hvat talan er um: "Væl troffið!" Minnist, tá SEV skuldi leggja Vatnið undir seg. Tá mótmæltu Eiðismenn í Havn. Bara í Havn, so vítt eg minnist. Eiðismenn á Eiði søgdu: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt vatn og fáa eitt størri!" Og - hald tær fæst, so tú ikki dettur í Myllánna: Umhvørvisstovan sigur í góðkenningin frá í gjár, at "Umhvørvisstovan metir ikki, at útsjónd og útsýni er partur av heimildargrundarlagnum í løgtingslóg um umhvørvisvernd, og