Skip to main content

Norska Mona Fastvold er favorittur í Venezia

Meðan filmstevnur hava verið antin stroymdar ella púra avlýstar, er 88 ára gamla filmstevnan í italska býnum Venezia í fullari gongd og endar í kvøld. Tá hava 66 filmar úr øllum heiminum verið sýndir á heimsins elstu filmstevnu. 

Forkvinna í dómsnevndini er avstralska stjørnan Cate Blanchett, og týski leikstjórin Christian Petzold, sum Filmsfelagið fleiri ferðir hevur havt á skrá, er eisini ein av teimum sjey dómsnevndarlimunum. 

Altjóða filmspressan vil vera við, at kvinnuliga umboðanin er sterkari enn nakrantíð, og at 39 ára gamla Mona Fastvold úr Noregi, sum er nummar tvey frá vinstru á maskumyndini omanfyri, stendur til at vinna Gyltu Levuna í Venezia í ár fyri filmin "The World To Come". 

Fastvold, sum fyrr var gift við sangaranum Sondre Lerche, fær bestu ummæli, m.a. í bretsku avísini The Guardian, IndieWire og í danska filmstíðarritinum Ekko fyri amerikanska filmin ”The World To Come”, ið er eitt lesbiskt drama í statinum New York í 1850’unum eftir søgu hjá Jim Shepard. Hetta er pressumyndin av Monu Fastvold, sum er á IMDB:


Svenski heimildarfilmurin "I am Greta" (Nathan Grossman) varð eisini frumsýndur á filmstevnuni í Venezia og fer um ein mánað at verða sýndur fyri gjald á amerikansku rásini Hulu. Onnur norðurlendsk umboð eru ikki á skránni í Venezia í ár.

Felagsskapurin HFPA, sum skipar fyri Golden Globe virðislønunum, heftir seg við koronusmittuna og skrivar soleiðis úr Venezia: ”The bigger question will not be answered for a few more days: as Venice is a Rorschach test for all festivals in the era of COVID, will it stay safe? Will Alberto Barbera be the hero, Italy a shining example of doing it right? And with that, a country is holding its breath while the world is fighting for theirs.”

Livst, so spyrst!

PS! Mona Fastovld og hennara filmur vunnu onga virðisløn í Venezia. Men høvuðsleikarin, Vanessa Kirby, vann Coppa Volpi fyri besta kvinnuliga leiklut í einum øðrum filmi: "Pieces of a Woman" (Kornél Mundruczó, Kanada og Ungarn 2020)