Skip to main content

Skúlaverkið minst digitaliserað í føroyska samfelagnum


Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni og limur í Stýrisbólkinum, sum fríggjadagin handaði landstýrismanninum, Jenis av Rana, eina heildarætlan um talgilding av undirvísingarverkinum, greiður her frá um søguliga samrøðu við Birgir Danielsen, táverandi stjóra á Fiskasøluni, um hagtøl og stýringsamboð, sum vinnan longu tá hevði og síðan støðugt hevur ment. 

Í somu tíð hevur skúlin hvørki ment hagtøl ella stýringsamboð, sigur Leif. 

- Skúlaverkið er hin minst digitaliseraði parturin í øllum tí føroyska samfelagnum, sigur Leif Abrahamsen.

Her ber til at hoyra alla taluna hjá Leif Abrahamsen og øll hini umboðini fyri leiðslur, lærarar og kt-vinnu eisini.