Skip to main content

Fyrilit og varsemi

Fyrilit og varsemi eru innbygd grundsjónarmið í øllum lívsins viðurskiftum, sum vit kunnu lesa og læra um í øllum handbókum, heilt frá barnagarði til ellisheim. Ja heilt inn í kapellið. 

Men ikki hjá teimum, ið ganga í bjørgunum, ja alla staðni, har høgt er. 

Renna hesi fólk seg í ein klett, so er at ganga uppá hann, heldur enn at fara uttan um hann. Tað er ikki ein spurningur um at koma fram, men at vinna á náttúruni, helst har, sum eingin hevur verið fyrr. Tá vinnur tú eisini á tær sjálvum.

Høgt og vandamikið, tað er tað, sum alt rushið og kickið er um. 

Hæddargreði. Ótamd hæddargreði. 

Og á øllum miðlum skal tað dokumenterast, hvussu høgt og vandamikið vit hava gingið, vit, sum altso eru tey, ið beskeftiga seg við hesa hæddarbasillu. 

Vit, sum ganga á sløttum, vilja heldur mæla til varsemi. Í fótformaðum skóm, knæverju og hjálmi. 

Og vilja hesi hæddargraðu fólk ikki taka við teim vinarligastu ráðum um varsemi og einum lítlum veti av fyriliti, so er næsta stig, at vit sum bara ganga á sløttum, síggja til at hæddargreðingarnir í fyrsta lagi fáa forboð fyri at siga frá, at tey yvirhøvur ganga í skrásettum vandaøki, í øðrum lagi at tey fáa bann fyri at sleppa seyði í reyðblunkandi vandaøki, og í triða lagi at tey, eins og turistar, fáa fullkomið bann fyri yvirhøvur at røra seg í tílíkum lendi. 

Fullkomið forboð, tað er loysnin at steðga hesum virksemi, sum ikki eigur at verða tolt, tí tað gevur onga meining í nútíðarsamfelagnum. 

Tað er bara grindadráp, sum er svakari og verri at forsvara. Tað er sjón fyri søgn.