Kvinnurnar vórðu serstakliga sjónligar, tá ellivu føroyskar matstovur í dag fingu heiðursbræv frá Bent Christensen, sum síðan 1978 hevur stjórnað Den Danske Spiseguide . Omanfyri er tað Karin Visth, sommelier, ið fær fremsta heiðursbrævið, European Exclusive Elite, fyri matstovuna KOKS. Niðanfyri er tað Wi Ounsa, ið fær einasta trístjørnaða heiðursbrævið fyri virksemið á THE TARV. Hóast koronastøðan gjørdi, at kokkurin Gutti Winther trein í hansara stað, er eingin annar, sum í so mong ár hevur fylgt við og hjúklað so nógv um føroyska matstovuvinnu, sum Bent Christensen Wi Ounsa, høvuðuskokkur á THE TARV, og Karin Visth, mamma og sommelier á KOKS, práta í Brandan innan heiðursbrøvini verða handað. Bestu matstovurnar, sum fáa heiðursbrøv, eru KOKS við Leynavatn, sum fær virðislønina European Exclusive Elite, ið svarar til tríggjar Michelinstjørnur, og THE TARV í Havn, sum fær tríggjar stjørnur, ið er hægsta stjørnumet og ímyndin av topniveau . Áarstova, Barbara, Bitin í Havn og Simmer