Skip to main content

Posts

Katla hjá Baltasar í útbroti á Netflix

Tá norskir filmsframleiðarar vóru á filmstevnu í Havn í 1989, teirri størstu nakrantíð, trivu tey í sangin Vi skal ikkje sova bort sumarnatta . Tað var á Hotel Borg og Frida Ohrvik, sum júst hevði gjørt avtalu um at marknaðarføra fyrsta føroyska film, Atlantic Rhapsody , úti í heimi, sang fyri.  Við sýni yvir Havnina, vildi Frida fyrst og fremst peika á tætta sambandið við náttúruna, á nýnorska málbunan, sum hon knýtti beint til føroyskt og harvið gjørdi til eitt mentapolitiskt statement, og í triða lagi til tað intenst sansaliga og alment menniskjansliga, ikki at spilla lívið og tíðina. Tí skulu vit ikki sova burtur summarnáttina. Nú alt kokkalarakólar um fótbólt, gongur tað ikki fjøllini at síggja sólina rísa, setti eg meg at hyggja eftir fyrstu íslendskt framleiddu Netflixrøðini,  Katla , sum altjóða meistarin, Baltasar Kormákur, hevur leikstjórnað og skrivað saman við Sigurjón Kjartansson. Hvør partur er trý korter og tilsamans eru teir átta. Heitini eru konsis og skaldaborin til e

Fólksins rødd

Hetta er nýggja fólksins rødd. Klippið er av Portalinum í dag, tá tey endurgóvu tíndaskrivið frá Kringvarpinum um neyðugar sparingar og at siga fólk úr starvi. Við samtíðarbrillum vóru fyrr fínar sendingar. Fimmarin beinleiðis í Útvarpinum mikudagar klokkan fimm, tá øll tjóðin helt ondini, og so Fólksins rødd í Sjónvarpinum. Báðar sendingar fangaðu fólksins rødd, akkurát so sum tær vildu, og hepnið var við Varpinum, tí øll lurtaðu og hugdu. Men so er dragnað millum framleiðara og brúkara, sum hetta klipp omanfyri skilliga ber boð um. Gamaní nakað einoygt og óreflekterað, men kortini sett fram í almenna rúminum í dag við fullum navni, so øll síggja, í ein heilan dag Veit ikki, um útmeldingarnar eru umboðandi fólksins sonnu rødd, tí eingin miðlakanning er kunngjørd í nýggjari tíð, og einki innovativt átak, hvat innihaldi viðvíkur, er kunngjørt úr Kringvarpinum. Einki, sum ein gamal útvarpsfjeppari sum undirritaði kann ugga seg við, meðan øll rópa krossfest, krossfest, ella í dagsins

Flóvur av slovum flow tv

Ein fótboltsspælari doyði á einum donskum vølli, men stóð upp, eftir at køn fólk á staðnum høvdu funnið ein hjartastartara og dugdu at brúka hann. Alt meðan upptøkutólini gingu og øll verðin hugdi.  Hetta flow av hendingum rakti út í hvønn krók, so vit fingu upp í leypar av magasinsendingum um at doyggja á vøllinum, um fólk, sum vóru til staðar og sóu hendingina og ikki fingu kreppuhjálp, og um hjartastartarar og hvussu vit plasera teir, og hvussu vit kunnu brúka Stayin' Alive úr farnu øld sum rytmiska pumpu, tá vit standa mitt í tí og skulu geva massasju mitt í miðlunum, in medias res, har the medium is the massage , so segði hann.  Og í vikuni hevur fremsti sjónvarpsverturin verið á makrelveiðu við gøtumonnum, og innkomnir liggur Brimil fyri teimum og gevur eina bót. Eftir siti eg við spurninginum, hvør visti av hvørjum, ella var hetta bara ein summarkrimi hjá Degi og Viku um heimligt eftirlit, sum faktiskt virkar. Ein cliffhanger av teim stóru. Miðsavnandi miðlar, sum eru á sta

Klovn - sjálvspeiandi realitysamfelag

Nú kom áttanda umfar við nýggjum pørtum av Klovn á donsku gjaldsrásini TV2 play. Átta ferðir ein hálvan tíma. Í hesum sjálvsmakkandi fótbóltstíðum havi eg sæð tríggjar teirra. Meðan vit í Føroyum eru nýbyrjarar við sjónvarpsrøðum, seks partar av Trom, sum eingin hevur sæð enn, eru tiknir upp, so eru danir vælsignaðir við elsta filmsframleiðslufelag í verðini - Nordisk Film - sum hevur 115 ár á baki og enn er í gongd uppá gott og ilt.  Tað allar ringasta at hava við í tjóðskaparliga filmsferðagóðsinum har í landunum eru fólkakomediurnar, sum óbodnar gera innrás í alt ov nógvum filmum, sum harvið blíva komiskir, uttan at vilja ella vita av tí. Tað er ein filmsk plága í okkara biografum, fólkakomedian. Klovn er altíð á markinum, men hepnast ofta at verða stuttligaru megin eina fólkakommediala roynd at bróta upp úr nýggjum, heilt frá byrjan fyri sekstan árum síðan, og enn halda stílin, hóast stjørnurar í ungdómsdyrkandi realitetinum eldast við somu ferð sum áskoðarin.  Røðin er ein situati

Bjørk og Nicola - frá Malaga til Norðradals

- Føroyar er eitt fantastiskt land, sigur Bjørk Sjóðklett, sum í døgunum 2.-4. juli skipar fyri The Fairy Island Festival í Norðradali, sum er fjarskotin og tó dygst við Havnina. Hon sæst til vinstru omanfyri og til høgru er Nicola Filippini. - Men Føroyar eru eisini eitt lítið land, so úrvalið av fjøllbroyttum upplivingum er sjálvsagt rættuliga avmarkað, leggur Bjørk afturat. - Aftaná at hava búð uttanlands og hava fingið ein heilt serligan kærleika fyri at dansa, serliga til psytrance, havi eg saknað eitt stað, ið spælur slíkan tónleik her hjá okkum, sigur Bjørk og grundgevur fyri tokkanum til akkurát henda tónleik. - Orsøkirnar til at eg elski psytrance eru fleiri. Fyri tað fyrsta er tónleikurin ein kraft, sum kann loysa nógva orku, bara við at dansa afturvið honum, og so er hann skipaður soleiðis, at man kann blíva við at dansa, heilt leingi og út í eitt, so man kann koma til eitt stað í tær sjálvari, har tú steðgar at hugsa, og bara ert, beint her og nú, sigur Bjørk.  - Eg havi ve

List í Havn ger mun

Her er Føroyabilurin til øll tálghøvdini mitt fyri ovast í tilboðsúrvalinum í Havn. Hann er umhvørvisvinarligur og koyrir bara uppá litir. Landelskarin Tóroddur úr kajkioskini á havnarlagnum í Havn er ein støðug inspiratión, hóast hann hevur búð í Keypmannahavn næstan alt tað eg minnist. Eftir nærum hálvthundrað bøkur er hann enn ein ótømandi orkukelda við nýggjum orðum og mjúktsatiriskum sipingum til fyribrigdi í føroyska gerandisdegnum. Við inngangsorðunum Júst her byrjar dreymurin eru fjøruti spennandi verk at síggja á improviseraðu veggjaplátunum í Perluni, prent, vantlitir og oljupastell. Opið er til og við 18. juni. Bilisman fyllir mest í løtuni og er ein góður avloysari, ella bara ískoyti til súklurnar, sum mólu í ring. Eitt áminnandi grafiskt mynstur. Ein mantra, kanska lík tí stevi, sum kvøðarar koma í, tá teir eina heila ólavsøkunátt hava dansað í ring og okkurt uttanjarðiskt setur í oyrað. Men skipini við konteynarum eru nýtt myndaevni, knossandi av dekkinum og heilt til hi

Hvar er Anna Frank?

Ja, spurt verður í nútið, tí loyniliga vinkonan, Kitty, hevur stolið heimsins kendastu dagbók, hana um Onnu Frank, á minnissavninum í Amsterdam.  Ein filmur, sum verður frumsýndur í Cannes í hesum døgum, er gjørdur um balstýrnu Kitty, sum 70 ár seinni vaknar upp á savninum, har hon hevur brotið inn. Sannførd um at Anna Frank er á lívi, fer hon út í verðina at spyrja flóttar, um tey hava sæð Onnu Frank.  Filmurin er hin fyrsti, sum  Anne Frank Fonds í Basel hava stuðlað.  Hvar er Anna Frank er ein annarleiðis og meira hugdjúp missión, enn hon hjá Charles Bronson og Rambo, sum eisini leita, oftast eftir einoygdari hevnd. Í heimsins kendastu dagbók lesa vit um Onnu Frank, ið varð send til Auschwitz. Minni kend er søgan um foreldrini hjá ísraelska filmsleikstjóranum, Ari Folman, sum sama dag vórðu send í somu týningarlegu.  Folman hevur gjørt ein nútíðar animatiónsfilm um Kitty, hugsaðu vinkonuna hjá Onnu Frank, har hon heldur dagbókina upp móti flóttafólkum og teira støðu í heiminum í

Nýbrot í høvuðsstaðnum

Meðan tað á hásumri verður arbeitt av grimd í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Páll einaferð stóð, og út eftir smala kantinum undir Bryggjubakka, er Skinnarasker byrgt av - tí ternurnar eiga.  Tað má vera besta burturbragd, avleiðingsmanøvra, í Havnar søgu.  Ikki tí, átakið er framúr, og er ikki sæð fyrr. Í so máta má mann siga, at allur bati bøtur, hóast skeltingin er nakað improviserað.  Men borgarstjórin skal eiga, at hann enn er sami action maður sum fyrr. Framúr fyri Havnina, tí eingin annar arbeiðir fyri hana, Havnina, sum øll elska at hata og eingin verjir, uttan hann.  Men tankin um at verja ternuna, sum reiðrast á ytsta tanga, beint uttanfyri elsta bryggjukantin í býnum, er nú gróðursettur og má førast víðari. Eitt nú við at seta okkum sjálvi, havnarborgaran, í ternunnar stað, so vit verða vard fyri bilum. Heilt av Skinnaraskeri, inn í Vágsbotn og út á Skáltrøð.  Hugsa tær, at borgarin varð vardur fyri bilum á hesi miðhavnsku farleið við kaffistovum, bátum, sølufólkum vi

Nær vart tú síðst í Saksun?

Soleiðis varð eg spurdur nú ein dagin. Orsøkin var portrið, sum Kringvarpið umrøddi bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Bóndin, sum eigur portrið, sást tó ikki. Satt at siga minnist eg ikki, nær eg síðst var í Saksun.  Fyrr plagdi eg hvørt summar at vera ein túr úti á Pollinum og so aftur um várið ella heystið. Títtleikin gav seg sjálvan, tí útlendskir gestir komu higar í teirra rytmu og lagi, og eg vildi vísa teimum tað flottasta vit eiga. Eisini Jesse og Andi Alexander, faðir og dóttir, sum bæði eru yrkisfotografar og vitjaðu her í 2012. Spurd um hennara bestu fotouppliving, er Andi ikki í iva: Tað var grøna grasið í Saksun.  Um myndina, sum sæst omanfyri, og Føroyar sum karm um professionella fotografering, sigur hon: “Some of the most spectacular and heartfelt images, I found in the Faroes. Given a choice between Faroes and Iceland as a photographer who appreciates community and beauty, I would choose Faroes every time. There was an intimacy and friendliness I found there. And certa

Summarið byrjað

Úr loftsvindeyganum sæst í morgun, at summarið er byrjað. Fyri fyrstu ferð í ár eru fremmandir húsvognar at síggja á kampingplássinum hjá Tórshavnar kommunu úti við Strond. A grøna vøllinum eru trý tjøld. Norröna kom klokkan hálvgum ellivu í gjárkvøldið og sigldi aftur til Hirtshals ein tíma seinni.  Hesa tíð á árinum eru tveir túrar til Danmarkar.  Mikukvøldið klokkan seks fer Norröna til Seyðisfjørð á Eysturlandinum í Íslandi og er frammi hósmorgunin klokkan hálvgum níggju. Tá plagar kampingplássið at verða tómt aftur. Norröna er einasta bilferja, sum knýtir evropeiska meginlandið, Føroyar og Ísland saman. Hyggja vit at øllum skipunum hjá Smyril Line Cargo sæst, hvussu víðfevndar farleiðirnar í Norðuratlantshavi eru.

Hin seinasti, sum fríaði Auschwitz

David Dushman, hin seinasti av hermonnunum, sum fríaðu fangarnar í týningarleguni Auschwitz 27. januar í 1945, er deyður í München, 98 ára gamal. Tað sigur Israelitische Kultusgemeinde München und Oberbayern , har Dushman var heiðurslimur. Týski Dushman var av jødiskari ætt og frívilligur hermaður í russiska reyða herinum. Hann visti einki um Auschwitz týningarleguna, tá hann sum 21 ára gamal Panzerfahrer kom til hana í hernaðarvogninum og stýrdi beint á elektriska hegnið.  - Der Mann, der den Zaun von Auschwitz niederwalzte , skrivaðu týsku bløðini, tá tey høvdu samrøðu við hann. Dushman var ein av 69 hermonnum, sum komu livandi gjøgnum kríggið. Hansara herdeild taldi 12.000 menn. Síðan henda dag hevur minningardagur fyri fólkamorð verið hildin í øllum heiminum.  Dushman, sum eisini var í bardøgunum um Stalingrad og Kursk, fekk fleiri enn fjøruti heiðursmerki fyri avrik í krígnum, sum í Russlandi verður nevnt Stóra Fedralandskríggið. Seinni í lívinum bleiv hann fremsti olympiski fikta

Hvat skulu vit hoyra um heimlig drápsmál?

Neyvan hevur nakar starvs- og yrkisbólkur verið fyri so stórum økismissi sum journalistar. Annan vegin hevur dagslønin ikki fylgt við í tíðini, har djøffarar hava alla leiðslu, og hinvegin er tað hvør maður og hvør kvinna, sum fer út á journalistiska feltið og sigur og skrivar søgur um líkt og ólíkt.  Summi duga væl at skriva, onnur at lesa, uppaftur onnur eru, sum duga væl at vinkla og seta í perspektiv í røttu løtu, og at enda eru onnur, ið prinsipielt duga at taka við, tá tørnið er hjá ektaða journalistinum at bera almenninginum boð. Ikki bara boð, men røttu boð á rætta hátt í røttu tíð. Ófrávíkiliga staðfest sum andlát. Tað er ikki sum at siga tað, tá skrivast skal heim. Heim um hendingar í egnum bygdalagi, uttan at sláa alt upp í glens. Í hesum døgum eru drúgvar og dvøljandi frásagnir úr rættinum, ikki tí danska ella úr øðrum fremmandum landi, men okkara egna rætti, sum á donskum skal gera av, hvat vit gera av røttum ella skeivum í egnum landi og tí skal takast upp til dóms. Eisin