Hetta er nýggja fólksins rødd. Klippið er av Portalinum í dag, tá tey endurgóvu tíndaskrivið frá Kringvarpinum um neyðugar sparingar og at siga fólk úr starvi.
Við samtíðarbrillum vóru fyrr fínar sendingar. Fimmarin beinleiðis í Útvarpinum mikudagar klokkan fimm, tá øll tjóðin helt ondini, og so Fólksins rødd í Sjónvarpinum.
Báðar sendingar fangaðu fólksins rødd, akkurát so sum tær vildu, og hepnið var við Varpinum, tí øll lurtaðu og hugdu.
Men so er dragnað millum framleiðara og brúkara, sum hetta klipp omanfyri skilliga ber boð um. Gamaní nakað einoygt og óreflekterað, men kortini sett fram í almenna rúminum í dag við fullum navni, so øll síggja, í ein heilan dag
Veit ikki, um útmeldingarnar eru umboðandi fólksins sonnu rødd, tí eingin miðlakanning er kunngjørd í nýggjari tíð, og einki innovativt átak, hvat innihaldi viðvíkur, er kunngjørt úr Kringvarpinum. Einki, sum ein gamal útvarpsfjeppari sum undirritaði kann ugga seg við, meðan øll rópa krossfest, krossfest, ella í dagsins orðum: sløkk lortið, sløkk lortið
Tað er ikki rættvíst fyri føroyska miðilin, sum, tá hann er bestur, er á einum høgum altjóða støði. Men larmandi fólksliga røddin má fáa eitt mótspæl, og tað kann ikki koma aðrastaðni frá enn úr Kringvarpinum sjálvum. Hondina á hjartað, so má eg siga, at eg sakni at hoyra innovativt føroyskt útvarps- og sjónvarpsarbeiði.
Sum Høgni Djurhuus segði fyri mongum, mongum árum síðan í bestu senditíð eitt leygarkvøld í Útvarpinum: "Prime time, tað er nakað vit sjálvi skapa!"
Hvar fór tann skapanarkraftin?