Ein fótboltsspælari doyði á einum donskum vølli, men stóð upp, eftir at køn fólk á staðnum høvdu funnið ein hjartastartara og dugdu at brúka hann. Alt meðan upptøkutólini gingu og øll verðin hugdi.
Hetta flow av hendingum rakti út í hvønn krók, so vit fingu upp í leypar av magasinsendingum um at doyggja á vøllinum, um fólk, sum vóru til staðar og sóu hendingina og ikki fingu kreppuhjálp, og um hjartastartarar og hvussu vit plasera teir, og hvussu vit kunnu brúka Stayin' Alive úr farnu øld sum rytmiska pumpu, tá vit standa mitt í tí og skulu geva massasju mitt í miðlunum, in medias res, har the medium is the massage, so segði hann.
Og í vikuni hevur fremsti sjónvarpsverturin verið á makrelveiðu við gøtumonnum, og innkomnir liggur Brimil fyri teimum og gevur eina bót. Eftir siti eg við spurninginum, hvør visti av hvørjum, ella var hetta bara ein summarkrimi hjá Degi og Viku um heimligt eftirlit, sum faktiskt virkar. Ein cliffhanger av teim stóru.
Miðsavnandi miðlar, sum eru á staðnum, hava altíð havt eina styrki og hava hana enn. Tí rópast hesir miðlar fjølmiðlar. Teir hava eini boð til fjøldina.
Í morgun heilsaðu tey føðingardagsbarninum, Paul McCartney, við at spæla My Valentine. Straks gjørdu morgunlurtarar vart við seg, og søgdu, at tveir av okkara fremstu sangarum, Terje í Nólsoy og Hanus í Hósvík, eisini fyltu árið. Og einzweidrei, so vóru sangir hjá teimum báðum spældir. Fantastiskt. Lurtarin lurtar eftir Útvarpinum, hóast øll siga, at eingin ger tað
Eina løtu sá eg fyri mær, at individualistarnir, ið sløkkja alt uttanum seg, og bara renna einsamallir við oyrabúffum í fjøllunum, hava kortini ikki maktina á føroyska miðlaøkinum. Takk fyri tað. Men týðuligt er, at teir eru flóvir av slovum flow tv, tá tað brettir seg út í øllum veldi. Dupult takk fyri tað.