Skip to main content

Sirkus Föroyar letur upp í Havn



Tey gera klárt at lata Sirkus upp í gomlu Skósøluni hjá Jóan Jakku í Vágsbotni í Havn. Ovast stendur Sunneva í durinum, meðan ein av Pixelgentunum málar veggin. Síðani sæst hon í barrini. Niðast er Sunneva avmyndað saman við medeigaranum Jóel Briem til vinstru og virkandi borgarstjóranum Boga Andreasen til høgru (Myndir: Birgir Kruse)

Í kvøld kl 20:00 lata Sunneva Háberg Eysturstein og Jóel Briem upp Sirkus Föroyar niðri í Vágsbotni, har sum skósølan hjá Jóan Jakku var fyrr. Konseptið er hitt sama, sum til fyri stuttum var í Reykjavík undir sama navni. Og tað eru júst fólkini aftanfyri alternativa og hugnaliga tilhaldsstaðin í Reykjavík, ið hava samstarvað við Sunnevu um Sirkus Föroyar. Havnin verður heilt víst ein lívligari býur eftir hetta. Og ikki er tað sørt, at Sirkus er eitt gott brand. So hvør veit, kanska fara Sirkus Föroyar, sum einki annað, at seta Havnina á heimskortið. Eitt spennandi átak!