"No Rest for the Wicked" er bíbilska heitið frá Jesaja, sum nýggi romantiskt vampyriski ræðufilmurin tekur á seg við einum nýggjum sjangrukvinki, tá hann á føroyskum og donskum vil lýsa kærleika og knýtið millum menn við Føroyum sum palli og søguligum baksýni. Tað er ikki bara blóðsúgvandi vampyrar, ið hótta lívið millum gudsóttandi útróðrarmenn, ið, orðaleysir og bundnir at báti, tráa eftir sama kyni. Við vágvillum havi og stormandi regni er vatnið og vætan ein frásagnarliður, sum bæði er hóttan og reinsan, í hesum berliga samfelag, har eingi trø eru. Filmurin byrjar við ungu mandigu stjørnuni, Egor Venned , sum er Baldur, einsamallur á útróðuri, ið millum trøllsligu skerini inni undir landi hoyrir onkran rópa í tokuni. Hann fer at hjálpa, men kemur sjálvur í óføri og verður bjargaður av fremmandamanninum, Pilou Asbæk, ið er danskur hvalastingari, Helgi. Sekvensurin er mest sum eitt tableau úr "Don Juan fra Tranhuset" hjá Williami Heinesen, har hin fremmandi reku...