Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2002

Mentan bara í Havn?

Lesarabræv, Dimmalætting 26. mars 2002: Í Dimmu týsdagin hevur formaðurin í Tingsins Mentunarnevnd Jógvan á Lakjuni aftursvar til grein, sum stóð í Sosialinum fríggjadagin 15. mars. Upprunagreinin var viðtal við formannin sjálvan, sum mentablaðkvinnan Turið Kjølbro hevði gjørt. Hóast eg helt samrøðuna i Sosialinum vera skakandi og tænti formanninum í Tingsins Mentunarnevnd til lítlan sóma, vil eg tó ikki gera beinleiðis viðmerkingar til hesa. Tað er Turið’sa borð. Eisini, tá hin spurdi sigur »eg kenni hetta ikki heilt aftur«. Tó, í endanum á báðum greinum er ein ódámligur og í føroyskum høpi í drúgva tíð ókendur tóni og sikti, sum fær meg at støðga á og undrast. Í báðum førum endar formaðurin í Tingsins Mentunarnevnd við at staðfesta, at mentanin er miðsavnað í Havn. Tí har situr »eitt lítið úrvalslið, sum sleppur at definera, hvat vert er at stuðla!«. Orðini og rópiteknið í endanum eigur Jógvan sjálvur í valgreinini í Dimmu týsdagin, so her er neyvan skeivt endurgivið. Hetta orðalag ...