Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2006

Gene Pitney úr tíðini

»If I only had time«, sang amerikanski Gene Pitney einaferðina. Mikudagin doyði hann, 65 ára gamal á konsertferð í Cardiff. Í 1989 hoyrdist hansara ekkó á Oyggjarvegnum Minnisgrein, Dimmalætting 6. apríl 2006: Amerikanski sangarin Gene Pitney, sum yrkti »Hello, Mary Lou« og »He’s a Rebel« og í 1963 sjálvur sang »24 hours from Tulsa«, doyði meðan hann var á konsertferð í Cardiff í Wales. Jene Levy, ið umboðar Pitney sigur, at 65 ára gamli sangarin við teirri snjallu røddini, varð funnin deyður mikumorgunun á hotellkamarinum í Cardiff, har hann kvøldið fyri hevði hildið konsert, ið BBC metti sum hansara alrabestu í áratíggju. Gene Pitney, sum hevur sungið nógvar kendar plátur og eisini skrivað sangir til onnur, var javnan á konsertferð. Bara í Bretlandi stóðu 23 konsertstøð á plakatini, nú hann doyði.James Kelly, ið stóð fyri konsertum Pitneys í Bretlandi, var saman við sangaranum týskvøldið. – Eg havi aldri sæð hann so væl fyri á palli áður, andbráður og sprækin. Við Reuter sigur Kelly,...

Morgunbitar á vári

Viðtal, Dimmalætting apríl 2006: Meðan Kári Svensson arbeiðir við framsýning til Den Frie í Keypmannahavn 27. mai, hevur hann fingið tillutað hvíta veggin í Klingruni, tá Summarframsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum 7. juli. »Eg var í gongd við ein stóran málning, sum eg tí valdi at gera enn størri, so hann nú er 7 metrar langur. Inspiratiónin er upplivingar á Norðhavinum, tá morgunsólin brýtur fram úr skýnum og kvikar ternur og dølskar likkur skjóta seg eftir einum morgunbita, meðan vit kryvja,« sigur Kári Svensson, sum hevur ateliér á Velbastað Samrøða Birgir Kruse Við Hestfirði í brøttum bakborði, snúgvi eg inn undir Borgarháls á Velbastað. Í skýmingini, eitt kvink til vinstru, hómast Koltur, balstýrna oyggin, ið Ingálvur tamdi og setti á løriftið. Koyri fram við nýbygdu húsunum, har dreingirnir spæla bólt í innigyrdum túni, so hann ikki endar á streymasjógvi og hvørvir eins og Magnus á sinni. Miðskeiðs í røðini finni eg tey. Húsini hjá Kára Svensson, har hann í ovara enda hevu...

Mál og myndir

Viðtal, Skúlablaðið apríl 2006: Tosað verður um tekst, mál og máliskur í móðurmálinum. Men rúmast myndir í móðurmálsundirvísingini? Við støði í nýggju bókini Les 1 hjá Føroya Skúlabókagrunni tosa vit við Kinnu Poulsen um móðurmyndir Myndlistin er ung Tekstasavnið Les 1 gongur nýggjar leiðir og nýtir myndir í móðurmálsundirvísingini. - Hugtakið móðurmynd er áhugavert at halda upp móti móðurmáli, sigur Kinna Poulsen, men ger vart við, at føroyska myndlistin er ung og røkkur ikki eins og kvæðini aftur í miðøld. - Myndlistin hevur heldur ikki fevnt allar føroyingar eins og tjóðskaparyrkingarnar, fá hava dyrkað hana, og hon hevur ikki á sama hátt sum kvæði, yrkingar og Kingo verið avgerandi fyri at mynda okkara samleika, sigur Kinna, ið fegnast um tann stóra áhugan sum í løtuni er fyri myndlistini. - Men hesin áhugin kemur eftir at okkara mentan er ávirkað av altjóðagerð, interneti, nógvum sjónvarpsrásum og er í einum syndrandi ráki, sum lagar seg eftir einstaklinginum, heldur enn almennar...