

Ferðavinnuskeiðið er byrjað. Norrøna kemur fullfermd á Havnina við campingvonum, men teir steðga ikki leingi. Koma mánadag og fara av stað aftur mikudag. Kanska er steðgurin ófrívilligur, tí eftir øllum at døma bíða campingfólkini bara eftir at sleppa víðari til Íslands. Úr køksvindeyganum hevur hetta mynstur verið eyðsýnt í mong ár. Kanska er føroyska campingplássið als ikki so áhugavert, sum Rosie Swale-Pope vildi verða við herfyri. Síðani vit búsettust við hesum útsýni í 1988, hevur einki verið gjørt fyri at bøta um spartansku viðurskiftini á campingplássinum, so ferðafólk kanska vórðu freistaði at steðga eitt sindur longri enn tveir dagar. Eitt minstamál kundi verði at fingið ferðafólk í campingvogni at steðga til næsta túr við Norrønu til Íslands. Men hví, og til hvat? Her er kanska bara so spartanskt.
Comments
Havi sjálvur "campera" á tí sum skal eitast at verda okkara fremsta campingpláss. Men tíverri eru vidurskiftini so vánalig, at man skammast at siga hinun "campistunun" at man er Føroyingur.
Fyri tad fyrsta er økid steinsett og sídani belagt vid skervi. Alla adra stadni í heiminun "camperar man á grasi. Hvussu skal man annars fáa ein pløkk í til forteltid?
Kanska er hettar ørsøkin til at hvør básur er so lítil, at um man skal hava fortelt eisini, má man leiga 2 básar.
Spyr man um tad er internet samband í økinun, fær man tad svard at tad er tad ikki, MEN at man kann logga á hjá onkrun av grannunun id ikki hava sikra netverk.
Á øllun heimsins campingplássun, eru umstødur so ein sleppur av vid skarnid frá wc'nun, men ikki úti vid Strond. Her fær man bod um at fara nidjan á Sandvíkarhjalla. Hvussu greidur man einun útlendingi frá hvussu hann finnur Sandvíkarhjalla? Og um man so ferd, er vandi fyri at onkur annar hevur tikid títt pláss tá man kemur aftur, tí eingin fær ávíst nakad pláss, har er "først til møllen" prinsippid galdandi.
Eg kundi hildi fram tí har eru nógv onnur ting sum mugu og skullu verda á einun campingøkid, men sum als ikki er úti vid Strond, okkara fremsta campingstad.