Skip to main content

Camping yviri við Strond


Áhugin fyri Føroyum sum ferðamannaland heldur í tveir dagar. Camping yviri við Strond mánamorgunin 16. juni - og tveir dagar seinni, mikudagin 18. juni (Myndir: Birgir Kruse)

Ferðavinnuskeiðið er byrjað. Norrøna kemur fullfermd á Havnina við campingvonum, men teir steðga ikki leingi. Koma mánadag og fara av stað aftur mikudag. Kanska er steðgurin ófrívilligur, tí eftir øllum at døma bíða campingfólkini bara eftir at sleppa víðari til Íslands. Úr køksvindeyganum hevur hetta mynstur verið eyðsýnt í mong ár. Kanska er føroyska campingplássið als ikki so áhugavert, sum Rosie Swale-Pope vildi verða við herfyri. Síðani vit búsettust við hesum útsýni í 1988, hevur einki verið gjørt fyri at bøta um spartansku viðurskiftini á campingplássinum, so ferðafólk kanska vórðu freistaði at steðga eitt sindur longri enn tveir dagar. Eitt minstamál kundi verði at fingið ferðafólk í campingvogni at steðga til næsta túr við Norrønu til Íslands. Men hví, og til hvat? Her er kanska bara so spartanskt.