
So eru Føroyar settar á heimskortið. Tá tiltakið Jarðtímin/Earth Hour varð hildið leygarkvøldið 28. mars 2009 sløktu nakrir býlingar í Havn ljósið í ein tíma. Eftir midnátt varð summartíðin sett í gildi. Tí hevur World Wildlife Foundation (WWF) sett Føroyar á kortið.
Klikk á kortið omanfyri, so síggjast Føroyar klárari. Men her sæst samvirkna heimskortið - við Føroyum og Havnini á: http://www.earthhour.org/location/default:en/select
Comments
Deiligt at Føroyar eisini komu við á kortið.
Helt nemligani tað var eitt sindur irriterandi, tá eg sá, at Føroyar ikki vóru á.
Vinarliga
//Svanna H. Joensen