Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2011

Koyring fyri allar pengarnar

Koyring bannað stendur í reyðari ávaringarrammu á hjallinum hjá Jens Peturi í Tórsbyrgi. Ikki tí, tað er nevndin í Eigarafelagnum, sum á sinni setti skeltið upp. Ætlanin var ikki at spæla politi, men heldur at minna fólk á tað óhepna í at koyra millum hjallarnar og heilt til hurðina, bara tí ein er beindovin og ikki avlamin. Tað var tann tíð, tá børn í hópatali spældu í túninum. So er ikki longur. Og koyringin verður ikki tálmað, enn minni bannað, nú ferian í arbeiðsársins tólvta mánað stendur fyri durum. Tá koyra vit í USA og ætla at leggja útvið fimm túsund kilometrar undir dekkið á einum Mitsubishi Endeavor, frá Houston til Los Angeles, sum lógliga reyða strípan vísur undir heimliga forboðsskeltinum. Livst, so spyrst.

Fleirmæli og tjóðskapur

Tað er týskvøld og í durinum í Listasavninum tekur ein fryntlig Elisabeth Holm ímóti, vísir mær skránna og sigur, hvør er hvør á ráðstevnuni Minst 4 mál til øll - Málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini . Lyklapersónar eru tey bæði Tove Skutnabb-Kangas, sum er úr Finnlandi og Robert Phillipson, sum í 1973 flutti úr Bretlandi til Danmarkar, har tey búgva sum hjún á einum small organic farm , sum skráin sigur. Elisabeth upplýsir at henda fyrsta føroyska ráðstevnan um fleirmæli í Norðurlondum, byggir á tann veruleika at í 2009 møttust hesar fimm kvinnur: Karin Jóhanna L. Knudsen, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, Fróðskaparsetur Føroya, Elisabeth Holm, Fróðskaparsetur Føroya, Leena Huss, Hugo Valentin-centrum, Uppsala Universitet, Tove Skutnabb-Kangas, Åbo Akademi Universitet og Sia Spiliopoulou Åkermark, Ålands fredsinstitut. Í innganginum í skránni siga tær báðar Elisabeth og Karin Jóhanna at ‘vónin er at ráðstevnan fer at fáa okkum at virðismeta mál sum tilfeingi og málslig...

Gamlir vinir og gamlar plátur

Leygardagin møttust vit gomlu floksfelagar aftur. Martin, Hans, Jóhan Petur og eg. Hesa ferð við gomlum grammofonplátum, vit plagdu at spæla fyrst í sjeytiárunum, sum savnandi evni. Men eisini plátur, sum seinni eru blivnir klassikarar, serliga Faroe Boys plátan frá 1967, sum eg reddaði úr einum skrellikonteynara á Tórsbyrgi, í mint condition. Hetta er klassikarin yvir øllum á vinyli. Plátuspælarin er ein ITT Schaub Lorentz, ið enn er hin sami, sum Martin hevði í kjallaranum í Dr. Jakobsensgøtu í sjetyiárunum. Á einum smalfilmi frá somu tíð sóu vit eisini, at mest sum einki er broytt í túninum, oman móti Keypsamtøkuni og har um leiðir. Einasta broyting er standmyndin hjá Andreasi Andreassen. So var at granska í gomlum plátum og leggja tær í røð at spæla, ella at gera ein playlista, sum tey siga í Kringvarpinum í dag. Og nú vit tosa um kringvarp, so var henda plátan, niðanfyri, eitt hitt á FM støðini á Eiði um hetta mundi. Harry Nilsson og sangurin Joy . ...

Forløb, forhold, funktion og form

Tað eru donsk F-orð, ið flestu føroyingar hava leitað eftir í talgildu orðabókunum hjá Sprotanum. Tað sást, tá Sonja Ravnsfjall Kjølbro greiddi frá um netorðabøkurnar hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum, sum allir skúlar hava fingið atgongd til nú skúlaárið byrjaði. Leitingarnar á heimasíðuni hjá Sprotanum eru ikki færri enn 376.241 síðani tænastan byrjaði og allarflestu leitingar er í donsk-føroysku orðabókini hjá forlagnum. Flestu leita í Føroyum og síðani koma Danmark, Amerika og Stórabretland. Forvitnisligu leitiúrslitini siga, at fimtan tey mest brúktu orðini hjá teim, ið leita, eru ikki føroysk, men donsk. Umframt á føroyskum fáa skúlarnir nú høvi at leita á enskum, donskum, týskum, sponskum, italskum og seinni eisini fronskum og russiskum. Netorðabøkurnar eru ítøkiligt úrslit úr samstarvi millum Sprotan, Orðabókagrunnin, Nám og Mentamálaráðið. - Hetta er lyklin til framtíðar orðabókgerð, siga tey fýra undangongufólkini á myndini niðanfyri. Tey eru Magn...

Lítlin og sjógvurin

Um vikuskiftið var Ovastevna, 25 ár eftir at Ove Joensen eydnaðist at rógva einsamallur í bátinum Diana Wictoria úr heimbygdini Nólsoy til Langelinie í Keypmannahavn. Í hesum sambandi var framsýning í Petersens Pakkhúsi, har báturin, sum Hanus Jensen úr Skúgvi smíðaði, var sýndur fram og Jógvan Arge avdúkaði eina nýggja talvu við siglingarleiðunum hjá Ova, sum Ole Wich hevði gjørt til høvið. Umframt bát og talvu, vóru eisini myndir og lutir frá ferðini sýnd fram. Eins og á talvuni, síggjast føroysku flagglitirnir rundan um fotomyndirnar. Við toyklemmum, sum eru reyðar, bláar og hvítar, eru myndirnar hongdar á ein snór í neystinum. Snøgt og einfalt. Dukkan, sum Ove hevði í mastrini á bátinum, sæst á svørt-hvítu myndini. Veruliga dukkan sæst í einum snøggum samtíðardiski, har ein skipsklokka frá Helenu, ein admirálhattur og ein globus eisini eru sett fram. Í erva í Petersens Pakkhúsi, har Kunningarstova er um sumrarnar, sæst sjónvarpssendingin hjá Árna Gregersen og Fin...

Wastelanded, Cleaning up our brain

Fríggjadagin lat Listasavn Føroya upp Freestyle Tales , sum er ferðaframsýning við smáum og risastórum vatnlitamyndum á pappíri hjá Michael Kvium (f.1955), sum sjálvur var til staðar. Nils Ohrt lat framsýningina upp við vælvaldum orðum, ein snotulig bók eftir Inge Dybbro varð løgd fram og so var at hyggja runt í hvønn krók. Umframt avskeplaðar kroppar, naknar og eirgrønar, leggur ein straks til merkis tey leikandi heitini, so sum Wastelanded og Halv død dansker . Stuttligt. Og alla tíðina hugvekjandi, at hesin aktuelli og týðandi listamaður er til staðar, gongur millum okkum, blíður og láturmildur. Á heimasíðuni sigur Kvium um hesa framsýningina: "I have done what I could to pass on things as precise and as pure as possible. I have always felt as if I was creating a stage, which can be viewed from all angles. It is up to the artist to create this scene or platform. And the more accurate and concentrated this platform, the more it gives us an extra space for thinking - cle...