120 ár við filmi í felag. Klikk á myndina omanfyri, og tú sært 120 ára filmssøguna í 4 minuttir. So langt eru vit komin á filmiska økinum. Heilt nágreiniliga mánadagin 28. desember í 2015 vóru 120 ár liðin síðani fronsku Lumière brøðurnir vístu film í París. Í felag og higartil uttan slit. Tá eitt tok sást á løriftinum henda dag í 1895, vórðu fólk so bangin, at tey lupu til viks og fjaldu seg millum stólarnar. Bløðini skrivaðu, at nú hevði seinasti fíggingin – deyðin – mist broddin. Nú kundi alt gerast livandi, og síggjast aftur og aftur. Nýggi miðilin, ið sameindi allar kendar listagreinar, var filmurin. Á trettanda, sum er sætta januar, fer Filmsfelagið at seta sjøtul á nýggja filmsárið 2016. Tað verður í Havnar Bio við 452 ára gamla filmshandritahøvundinum, sum enn er hin besti - Shakespeare. Filmsárið byrjar við tíðarleysa og tó spildurnýggja Macbeth hjá 41 ára gamla avstralska Justin Kurzel við 38 ára gamla Michael Fassbender í høvuðsleiklutinum. Í 2002 settu t...