Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2017

Søtur tónleikur frá Jacob Vestergaard!

Í dag varnaðist eg, at Jacob Vestergaard fer at leggja fram uppskot , at taka Føroyar heim, soleiðis at skilja, at nú skal verða loyvt okkum at tekna okkara egna land, gera okkara egna kort, og við fullum loyvi brúka Føroyakortini í okkara egnu føroysku skúlastovum, og stovum yvirhøvur. Tað er so sjálvsagt, at eg øtist, at tað ikki langt síðan er gjørt. Niðanfyri sæst í viðmerking, hvussu gamalt málið er, og nær og hvussu ofta danski myndugleikin hevur spurt, nær vit fara at taka Føroyar heim. Næsta ár fyllir málið 90 ár. Nú eru stundir at lata søgu vera søgu og hyggja fram eftir. Alt tað besta hiðanifrá, at fáa hetta mál ígjøgnum tingið uttan nakað mótmæli. Tí hvør skal verða ímóti at fáa Føroyakortið lógligt heima hjá okkum sjálvum? Tá fáa vit eisini staðfest ein heimligan kortmyndugleika. Go for it!

Fyrsti muslimur fær Oscar

Eins og bløðini í Los Angeles, skrivar elsta filmsavísin í heiminum, 111 ára gamla Variety , at nú hevur ein muslimur fyri fyrstu ferð fingið Oscarvirðisløn fyri avrik í filmsgerð. Tað hendi tá ið 43 ára gamli Mahershala Ali fekk kendu virðislønina fyri besta leiklut, sum ikki er høvuðsleiklutur, best actor in a supporting role í Moonlight, sum eftir mikið rok, og helst heimsins pínligasta grannskoðaraeftirlit, varð kosin besti filmur. Faroe Islands' Minority Film Festival ætlar at vísa filmin í Havn í september í ár. Danski útleigarin Camera Film hevur víst filmin síðan 9. februar og Bo Green Jensen skrivar í Weekendavísini, at " Moonlight er en tidløs dannelsesskildring, som dybest set er farveblind. Det er heldigvis også muligt, at filmen bliver betragtet sådan - og dét i sig selv er bemærkelsesværdigt." La La Land vann ikki færri enn seks Oscarvirðislønir. Hann gongur í Havnar Bio í hesum døgum. Aldri hevur verið so ómakaleyst at síggja heimsins nýgg...

Havnarlagið í lágari sól

Hóast kuldi er í luftini, er farið um fyrsta várdag. Sólin stendur ikki serliga høgt enn og tíðliga fer hon undir. Omanfyri sæst bátahylurin á Argjum, har marglittur fiskireiðskapur, dunkar og kassar, síggjast á bryggjuni. Hinumegin, undir róðrarneystinum, har tey hava latið vindeyguni upp á víðan vegg eftir veitslu í gjárkvøldið, speglast bátahavnin í einum nývaskaðum Citroen C4. Á gamla Bacalao spula og skúra tey gólvið, meðan tjaldursgrælingar royna at finna eina tuggu, innan hon fer í frárenslið við opnu hurðina. Av Viðarnesi sæst yvir á Eystaru bryggju, har eitt av farmaskipnum hjá Eimskipi, Brúðarfoss, lastar bingjur. Í oljuhorninum framman fyri Vónini liggur ein av fýrakantaðu tvíkiljunum og gnaddar. Innan Matisse-blái skrokkurin verður málaður aftur, er hann beint nú eitt spennandi grafiskt mynstur, sum er klárt til maritimt sjóprent. Har liggur Mýlingur av Eiði og blánar í sólsetrinum á Vestaru vág. Inn móti gyrðingini er lagdur alskyns fiskureiðs...

Tíðarleys búning

Í 1968 tók George Harrison uppá band heima í Esher í Surrey, tá hann sang While My Guitar Gently Weeps . Nøkur orð, kanska tey bestu, komu ikki við, tá hann seinni bleiv kendur við hesum sama sangi. Haldi, at besta reglan, sum ikki kom við, er henda: "As I'm sitting here, doing nothing but ageing." Í og fyri seg eru hetta júst somu orð, sum Janus Djurhuus yrkti í Kvøldarsangi , tá hann tekur saman um við útgangsorðunum: "Har, ið eg á foldartíma vóð." Hetta var karmurin, alt er við, byrjan og endi, um konsertina hjá Stanley Samuelsen í Reinsarínum í mentanargøtuni mitt í Havn í illveðrinum í kvøld. Tíðarleys búning. Maðurin er ein, gittarnir tveir. Hin ljósi er ein hetlendskur Flatbush, og hin myrki ein kanadiskur Art & Lutheries, modell Ami, sigur Stanley, stemmar og slær ein klingandi tóna. Hans Andor er ljóðteknikari og alt klingar turt og broyskið upp undir loft og sperrur í gamla pakkhúsinum, sum seinni gjørdist reinsarí. Dótturin, Astrid, s...

Ein drypp í eygað aftur við morgunlestri frá Simonu

Nýggjasta Dimma  fær meg at trúgva uppá mítt egna uppáhald um, at klummuskrivarin Simona, ja og so eisini lagsbróðurin Høgni í Sosialinum, eru bestu høvundar, pennar og vinklarar á bløðunum og í føroysku pressuni yvirhøvur. Tað er eingin, ið tekur tey bæði. Og tá hugsi eg ikki í teimum termum, sum medsysturin Joan Ørting varð endurgivin fyri, tá hon segði við ein av portalunum, at hon vildi verða tikin. Eins og allar kvinnur, visti hon at siga. Tað tøkumálið blandi eg meg slettis ikki uppí. Men eg skilji at Simona í dagsins klummu sipar til nýggja filmin Gratt í Gráum , sum nú gongur fyri fúlum hølum, har 98% eru kvinnur. Tað sigur kontrollørurin. Tí er tað serliga stuttligt, at Simona fær meg forvitnan, at síggja henda ónevniliga kvinnufilm, sum eg annars aldri hevði funnið uppá at skonkt ein tanka. Tað er powerskriving, sum fær meg at fara til Gratt í Gráum . Men kanska skal tað bara verða við tankan. Tankan um, at fáa Grey í eygnakrókin og eina rasputa tungu afturvið. Bvadr. ...

Bretsk sosialrealisma í Havn

Í dag byrjar altjóða filmstevnan Stockfish í Reykjavík. Frændir okkara fyri vestan vísa Ég, Daniel Blake , sum er íslendska heitið á nýggjasta filminum hjá 80 ára gamla Ken Loach, sum í 1969 gjørdi ein av mínum yndisfilmum, Kes . Okkara filmisku vegir krossast ofta. Á Stockfish filmstevnuni vísa tey komandi vikuna norska Kongens nei , sum Filmsfelagið vísti 2. februar, og Edvard Heen innleiddi; svensku  Den alvarsamma leken , sum Hanus Kamban innleiddi 18. januar, og Sameblod , sum Heðin M. Klein fer at innleiða í Havnar Bio mikukvøldið 29. mars í ár. Atgongumerkjasølan er longu byrjað. Her er eyðkennið hjá Stockfish frændum okkara í Íslandi: Sama gera vit í Havn mikudagin. Vísa nýggjasta frá fremsta bretska sosialrealisti, Ken Loach, sum vann Gylta Pálmin í Cannes í fjør summar. Sýningin við I, Daniel Blake er í Havnar Bio mikukvøldið 1. mars kl 20:00. Tá fer Høgni í Stórustovu, deildarleiðari á tænastudeildini í Arbeiðsloysisskipanini, at innleiða sýningina ...

Filmur í felag

Í gjárkvøldið sýndi Filmsfelagið nýggja amerikanska sangleikin La La Land í Havnar Bio. Hetta var fyrsta almenna sýning á okkara leiðum. Í Danmark verður hann sýndur í kvøld og í Noregi í annaðkvøld. Nógv fólk var møtt at síggja stórfilmin hjá unga leikstjóranum, Damien Chazelle (f.1985), ið gjørdi hugtakandi bigband filmin Whiplash í 2014, sum eisini varð vístur fyri fullum húsum, tá hann var frammi og øll tosaðu um hann. Júst hetta við at síggja film í felag í teirri løtu, tá filmurin er í zenith í altjóða pressuni, og øll tosa um hann, er besta biografuppliving, eg kann hugsa mær. Tá vísur filmur sína íbygda styrki sum miðil og listagrein. Ein savnandi faktorur, sum eingin onnur listagrein. Jú, kanska sum fótbóltur. Tað eru fólk, ið siga, at tey kunnu uppliva somu kenslu, tá nógv eru møtt og teirra lið vinnur. Tá er ein evforisk vælvera, sum ikki bara er góð, men eisini falsleyst vøkur. Tað er filmur í felag. Seint sunnkvøldið kunnu vit fylgja við, hvussu Oscarvirðislønirn...

Fyrsti várdagur

Í dag er fyrsti várdagur, sum regnváta myndin av Húsabrúgv í Havn bendir á. Besta og drúgvasta tekin um vár varð tó, at matstovan KOKS í Kirkjubø fekk Føroya fyrstu Michelinstjørnu á samkomu í Stockholm í dag. Til lukku við tí! Hóast bíleggingar streymaðu inn, tá boðini bórust, er matstovan stongd fyri veturin, og letur ikki upp aftur fyrr enn í april við 25 eksklusivum plássum í Kirkjubø, har náttúra og rávøra ganga í eitt. Og í kvøld vísur filmsfelgið La La Land , sum er í uppskoti at fáa 14 Oscarvirðislønir sunnukvøldið, sum er tað mesta nakrantíð. Vit eru fyrsta Norðurland at síggja filmin. Dagsins várliga blómutyssi, millum lilla og gult, kann neyvan verða betri.

Ð, ó og á á breddan

Hetta er fyrstu ferð eg havi sæð føroyskar stavir á breddanum á eini teldu, sum er á netinum og vísur eina web adressu. "Móðurmál" er hóskiliga orðið. Orsøkin er, at nú verður aftur skipað fyri Móðurmálsdegi, hesuferð í Løkshøll í Runavík á føðingardegi Hammershaimbs, leygardagin 25. mars.

Føroysk matstovuvinna

Í mars í fjør bað Bent Christensen, omanfyri, um eina stutta grein til Den danske spiseguide , sum skuldi lýsa matstovuvinnuna í Føroyum, farna tíggjuáraskeiðið ella so. Bent Christensen var fyrstu ferð í Føroyum í 2009, og kann lættliga sigast at vera hann, ið hevur uppdagað føroyska matlist og avdúkað hana fyri umheiminum. Her er danska greinin, sum eisini varð umsett til enskt: Færøsk gæstebud Sommern 1975 besøgte den svenske skuespiller Hans Alfredson Færøerne, og beskriver mødet med det færøske køkken lidet flatterende i bogen ”Bästa vägen till Muckle Flugga: notiser kring en resa till Island, Färöarna, Orkney och Shetland”. Serveringen beskrives som Babettes begravelse. I dag har madkunst fået indpas på den politiske dagsorden, hvor politikere med pondus har foreslået gunstigere vilkår for restaurationsdrift på Færøerne, der stadig bliver interessantere som destination for den kræsne turist, der betragter landet som en gastronomisk perle. På trods af en jævn historisk ...

Fox News og ikki Svøríki

Nývaldi forsetin hinumegin Atlantshav verður stuttligari og stuttligari. Nú sigur hann í einum tvitri, at tá hann í eini talu í Florida fríggjakvøldið nevndi Svøríki, var tað Fox News, hann meinti við. Tað var púra fake . Nú skrivar svenska avísin Dagens Nyheter , at eisini henda søgan er fake . Síðan eg fyrstu ferð sá Trump tala í mikrofon, varnaðist eg, at hann hevði einki handrit og helst ongan promtara at lesa úr heldur. Hetta er reina vøran, rein inspiratión frá einum nývaldum hjarta beint til fólkið. Og júst tað dámar fólki, siga valtølini. Trump dúvar uppá løtuna, fagnaðin og mest av øllum innlivingarevnini. Tað er ein sjáldsom gáva at hava, men spurningurin er, um trumpsligu innlivingarevnini fara at halda í fýra ár.

Fólksins søguligi fíggindi

Afturvið Útvarpsins Also kom tann spurningur til mín, hvussu fólk mundu hava livað, tá hvørki internet ella twitter vóru til? Hvønn leygarmorgun svara heimlandsføroyingar spurningum frá øðrum heimlandsføroyingum, og tað gongst so sum so. Men nývaldi amerikanski forsetin, hin 45. í røðini, Donald Trump, burdi sitið í panelinum. Hann hevur ikki bara uppskot um reflekterandi svar, men svarið uppá tað mesta, ja kanska alt. Hann er fyrsti amerikanski forsetin at brúka twitter at tvitra , sum rímar so deiliga væl uppá at lifra , fyri og við fólkinum. Beinleiðis, tí pressan og pressutalsfólk eru øll av tí ónda. Tí skulu tey by-passast í Trumplandi, sum vit til gerandis gera við okkara ringastu fíggindar, by-passa teir. Tað ger forsetin, tí pressan er í hansara hugaheimi í besta føri púra óneyðug, í ringasta føri ein fíggindalygnari, sum bara skapar fake news . To the limit, no fakin´. Tvitturin omanfyri var hann, ið fekk meg at ressast í morgun og blaða í gomlu søgubókunum. Amerika...

Her eru tey heilt stóru PISA-tølini

Hóskvøldið bar Dimma boð frá Oyggjatíðundum um hægstu lesitøl, sum nakar føroyskur miðil nakrantíð hevur talt. Vísitalið er 4.000.000. Fýra milliónir. Tað er sanleiksvitnið á Oyggjatíðindum, sum ikki nýtist próvdómara, ið ber tølini á øllum teimum fólkum, sum hava lisið starvslýsingar hjá Tórshavnar kommunu. Hinumegin próv- og PISA-gjónna sigur kommunan, at bara 1.200, tólvhundrað, hava klikt á starvslýsingarnar hjá høvuðsstaðarkommununi. Um tað eru tólvhundrað fólk, ella eitt fólk, sum hevur klikt tólvhundrað ferðir, verður ikki upplýst, tí tílíkt eftirlit er ikki í landinum, enn minni pappírsupplagið, so lýsarar uppá arkið vita, hvar best er at lýsa. Eitt er at vit einki eftirlit hava við numeromanum, tað eru tey, ið hóreiggja sær við stórum tølum, annað er, at mutar tú ímóti, tá rokningin fyri milliónaklikkini kemur, so kemur tú í bók. Ikki bara eina, men tvær, onnur á enskum og hin á føroyskum. Var hetta amerikanska interracial marriage bureau'ið, sum Útvarpið fortaldi um ...

Turt uppá frá einum kennara

Í døgurðatímanum fekk eg turt uppá frá einum kennara úr Klaksvík. Levi stendur á fingrunum og turra kjøtið hevur uppruna í Villingadali, norðast á Viðoynni, har næstan bara Enniberg er longur norðuri. Hetta er norðasta føroyska kjøt eg ætli mær at smakka. Niðari lærarafingurin er mín. Levi greiðir mær í Vágsbotni frá um tjógvini og øll tey eyðkenni, tey hvør í sinum lagi hava. Stuttligasta orðið, eg ikki havi hoyrt fyrr, er kaldarak . - Men bíða nú, sigur Levi, tekur muddin úr lummanum og vísur mær á litin í fitimarmoreringini. - Smakka henda veðrin úr Villingdali, so skilir tú hvønn týdning fitin eisini hevur fyri smakkin! Meðan bíðirøðin í Havn bara gerst longri og longri, hugsavni eg meg um eitt gott tjógv norðan úr Villingadali, sum er so turt, at eg kann eta tað í Tórsbyrgi í kvøld. Vit semjast um ein heilt góðan prís fyri tjógvið og báðir partar eru nøgdir. Eg gleði meg longu at smakka, men eisini til at myndugleikin fer at loyva fríari sølu sum hesari í Vágsbot...