Skip to main content

Fyrsti muslimur fær Oscar


Eins og bløðini í Los Angeles, skrivar elsta filmsavísin í heiminum, 111 ára gamla Variety, at nú hevur ein muslimur fyri fyrstu ferð fingið Oscarvirðisløn fyri avrik í filmsgerð.

Tað hendi tá ið 43 ára gamli Mahershala Ali fekk kendu virðislønina fyri besta leiklut, sum ikki er høvuðsleiklutur, best actor in a supporting role í Moonlight, sum eftir mikið rok, og helst heimsins pínligasta grannskoðaraeftirlit, varð kosin besti filmur.

Faroe Islands' Minority Film Festival ætlar at vísa filmin í Havn í september í ár.

Danski útleigarin Camera Film hevur víst filmin síðan 9. februar og Bo Green Jensen skrivar í Weekendavísini, at "Moonlight er en tidløs dannelsesskildring, som dybest set er farveblind. Det er heldigvis også muligt, at filmen bliver betragtet sådan - og dét i sig selv er bemærkelsesværdigt."


La La Land vann ikki færri enn seks Oscarvirðislønir. Hann gongur í Havnar Bio í hesum døgum. Aldri hevur verið so ómakaleyst at síggja heimsins nýggjastu filmar, ið hava nakað uppá seg, sum beint nú. Helst er tað download, ið er fremsta orsøkin til góða úrvali av nýggjum filmum.


Nývaldi amerikanski forsetin, Donal Trump, kunngjørdi 27. januar, at í 90 dagar skuldu ongi fólk úr Irak, Iran, Libya, Somalia, Sudan og Jemen sleppa inn í USA, øll flóttafólk í 120 dagar og fólk úr Sýria til ævingar tíðir - indefinitely. Tí var tað ein beint frammaná at Oscardómsnevndin valdi iranska filmin Sølumaðurin (Forushande).


Fyri leikstjóran Asghar Farhadi, 44, tók amerikansk-iranska Anousheh Ansari, omanfyri, móti virðislønini við hesi leikstjóraheilsan úr Iran:
I'm sorry I'm not with you tonight. My absence is out of respect for the people of my country and those from other six nations who have been disrespected by the inhumane law that bans entry of immigrants to the US. Dividing the world into the US and our enemies categories creates fear - a deceitful justification for aggression and war.
Danski filmsútleigarin Scanbox hevur sett filmin Sølumaðurin til sýning á okkara leiðum frá 6. apríl. Filmsfelagið fer at vísa hann, so skjótt til ber.