Skip to main content

Diktatornýtt



Satira, sum vit hava lítið av her í landinum, trívist væl í Noregi. Har er til dømis bloggurin Diktatornytt, sum eisini er vorðin til bók hjá upphavsmanninum, 46 ára gamla journalistinum og heimspekinginum Mikal Hverven Hem, ið hevur arbeitt saman við føroyska journalistinum Jógvan Hugo Gardar:

- Søgan um Diktatornytt byrjaði á Ny Tid, har Hem og eg arbeiddu saman. Hann tók hugskotið við sær, og gjørdi ein blogg, sum so bleiv ein bók. Og nú livir hetta sítt egna lív, sigur Jógvan Hugo, ið hevur umsett bókina Kanskje jeg kan bli diktator. En håndbok til føroyskt.

- Men den jeg tror aldri det ble noe av den færøyske utgaven. Jeg sluttet på et tidspunkt å få svar fra forlaget der, sigur norski Mikael Hverven Hem.



Tiltikna vinstraradikala norska forlagið Pax gav uppseldu bókina út á norskum í 2012.

Orsøkin til áhugan fyri Diktatornytt er stóra norska avísin Verdens Gang - ja eg havi sett mær fyri at sleppa styttingum sum VG - sum í dag kunnger nýggjastu myndir av norðurkoreanska einaræðisharranum, Kim Jong-un, á einum hvítum rossi í heilagu fjøllunum í himmalska Norðurkorea. Uttan hjálm. Annars høvdu vit ikki sæð hann og kunna lisið Diktatornytt sum í Rokokoposten og øðrum útlendskum fragdarsneisum av hesum slag.


”Frem eitt kvett” er sjálvsagda høvuðsyvirskriftin í bókini hjá norska Hem. Í hesum kapittuli verður teksturin skipaður undir uppbyggiligu orðunum Tjóðskaparligur, fólkaræðisligur og heterofilur við lærdómi um munadyggasta framferðarháttin:

"Undir kvettinum er av týdningi beinanvegin at fáa eftirlit við útvarpi og sjónvarpi. Tá tú ert komin til valdið, so er gamal siður, at tú heldur eina útvarps- og sjónvarpsrøðu til fólkið, har tú greiðir frá, at nú er tað tú, ið stýrir landinum. Tú mást ongantíð siga, at talan er um eitt kvett. Kalla heldur maktskiftið fyri eina kollvelting, ein bardaga fyri mannarættindunum, ella eina upprudding í kreppuraktu stýrisskipanini. Best er, um tú eisini brúkar eina ella fleiri av hesum grundgevingum fyri, at tú hevur tikið valdið:

Vit noyddust at gera hetta fyri at:
(i)                        sleppa av við rotinskap og vina- og kenningapolitikkin
(ii)                       verja grundlógina
(iii)                      sleppa av við eitt bølmenni
(iv)                      fáa fólkaræði í landinum"

Í kapittulinum ”Mao hátturin” verða hesi orð søgd at enda:

"Tað eru nógvar gøtur til valdið. Tað, sum hevur størstan týdning, er at finna best egnaðu loysnina í tí landi, har tú skalt verða einaræðisharri. Men sjálvt tá tú ert blivin einaræðisharri, eru ikki allar súðir syftar. At koma til maktina er lætt. At verða verandi á tindinum er nógv truplari."