Skip to main content

Føroyar sum location


So eru Føroyar skrásettar sum location, upptøkustaður, hjá teimum, sum gera upptøkur og veita tænastur fyri tey mongu, ið gera nýggja James Bond filmin No time to die. Tað sæst á brúkarastýrdu upplýsingartænastuni, Internet Movie Database, sum er størsta amboð at leita fram alt um film.


Umframt at vera søgulig listagrein í sjálvum sær, er filmur eisini vinna og handil. Neyvan er nøkur listagrein so sannførd um, at egin avrik mest sum altíð kunnu mátast og metast sum vøra, ið er til sølu sum uppliving, akkurát sum fótbóltur, sum tú heldur ikki sleppur at uppliva uttan at rinda fyri atgongumerki. Tað einasta vit vita fyri vist er, at nýggi James Bond filmurin, No time to die, verður frumsýndur í Havnar Bio fyri øllum teimum, sum keypa atgongumerki til 2. apríl.


Danski filmurin Kollision hevur eisini fingið eyguni upp fyri Føroyum. Tað eru brøðurnir Mehdi og Milad Avaz, sum eru føddir í Iran, men búgva í Danmark, ið hava gjørt filmin, sum byrjar við útsýni frá flogvøllinum og Miðvági, tí har hevur tyrlan heintað Nikolaj Lie Kaas, sum arbeiður á einum boripalli. Annað síggja vit ikki til Føroyar, men tær sleppa at verða the establishing shot.


Meðan søgurnar um James Bond, norsku tyrlutænastuna Nord Helicopter og íslendsku location tænastuna True North, eru óváttaðar og kaska tað bera uppspinn uttan nakað halda í James Bond veruleikanum, tað veit eingin fyrr enn 2. apríl næsta ár, so er tað eitt faktum at Wim Wenders sjálvur var her og gjørdi upptøkur við einum upptøkuliði, ið taldi 28 fólk. Men tá úrslitið spurdist, Submergence, var tað lítið flatterandi, tí søgan var so veik og Føroyar fingu so lítlan exposure og ágóða úr øllum hóvastákinum.

Filmur er illusión, sum er tølandi, tá hon er best, illusiónin. Fyrsta eg hugsaði, tá eg sá nýggju James Bond plakatina var, at hann hevur verið í Vágsbotni undir gomlu ljósabláu Útvarpshúsunum. Men kanska er tað bara ein illussjón. Keypst, so sæst.