Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2020

Er filmurin góður ella týdningarmikil?

Inngangsorð til filmin "A Hidden Life" (Terrence Malick 2019 USA 173 min) í Filmsfelagnum 26. februar: Er filmurin góður ella er hann týdningarmikil? Tað er so ymiskt, hvussu vit fata film ella bara hyggja eftir filmi. Tað er eisini so ymiskt, hvussu vit síggja ein film, hvussu kringumstøðurnar eru, ella hvussu vit minnast ein film, sum vit kanska alt okkara lív hava borið uppá. Kanska rivnar minnið, tá vit síggja filmin umaftur. Og lat meg beinanvegin siga, at tað var her inni at eg sá “In The Heat of the Night”, helst 12 ára gamal í 1969. Tá var filmurin tvey ára gamal. Havi nýliga sæð hann aftur meir enn einaferð, og hann stendur skærari enn nakrantíð. Fyrst tónleikurin hjá Quincy Jones og so hin tyggigummityggjandi suðurstatsflødabollin Rod Steiger í gulum brillugløsum, móti svarta Sidney Poitier, ið má berjast fyri sínum persóni, sínum rættindum, sínum faki, sínum fólki, sínum egna myndugleika, ið verður pilkaður niður, innan hann talar at, ella kundu hav...

Nógvar dyr latnar upp, nú Sakaris ger nýggjan film

Sum filmsleikstjóri kennir Sakaris Stórá seg heima í Berlin. Her var hann fyrstu ferð í 2010 á talent legu í eina viku fyri ung fólk, ið hava kosið sær film sum listagrein. Á myndini niðanfyri sæst hann longst til høgru. - Tað var læruríkasta vikan í lívum, sigur Sakaris í Kaffihúsinum í Havn í dag, júst afturkomin úr týska høvuðsstaðnum, sum hýsir heimsins stórstu filmsstevnu mált eftir áskoðaratali. - Hugsa tær, hvussu nógv føroyskur filmur hevur flutt seg hesi árini síðan 2010. Tá varð filmur fyri meg nakað ræðuliga fremmant, og føroyskur filmur var í og fyri seg rættuliga fremmandur, hóast vit í mong ár hava átt Katrina Ottarsdóttir. - Eg var akkurát liðugur á filmskúla í Noregi, og visti ikki, um eg skuldi verða verandi har, ella flyta heim til Føroya. Tí fyrst filmur og síðan Berlin vóru so stór upplivilsi fyri meg, og knappliga er mann partur av einum altjóða netverki, at tú verður í iva, sigur Sakaris, leggur telefonina á borðið og tekur kaffikrússið í hon...

Hundrað um dagin

Suðurkoreanski filmurin Parasite fer gjøgnum heilt. Hundrað fólk síggja hann um dagin í Føroyum, her Filmsfelagið vísti hann fyrstu ferð hin 5. februar í fulsettum hølum, sum var mikudagurin undan Oscarhandanini í Hollywood. Filmsfelagið sýnir film mikukvøld í Havnar Bio. Parasite, sum nú hevur verið vístur í ellivu dagar í Føroyum, er hin fyrsti at vinna Oscarvirðislønina sum besti filmur, hóast hann ikki er á enskum. Tað er eitt nýbrot í sýningarviðurskiftum í øllum heimsins biografum, at aðrir enn enskt mæltir filmar vinna slíkan heiður og frama. Í Danmark, sum vit ofta sammeta okkum við, hava 156.000 fólk sæð Parasite . Tað er bara hin ultra danski filmurin Klovn the Final , sum mest er til innvortis brúk, ið fleiri hava sæð har í landinum.

Einki kann sum filmur flyta fjøll!

- Kann filmur bróta niður fordómar og skapa nýggja fatan millum fólk og lond? Spyr danski útvarpsverturin og filmsummælarin Per Juul Carlsen. - Jú, sigur grønlendski filmsframleiðarin Emile Hertling Péronard og vísir til undirvísingarportalin Levende Grønland . Har ber til at síggja tríggjar rættuliga nýggjar filmar um Grønland, Sumé - lyden af en revolution (Inuk Silis Høegh, Grønland, 2014 76 min), Lykkelænder (Lasse Lau, Danmark, 2018 71 min) og Håbets Ø (Sturla Pilskog og Sidse Torstholm Larsen, Danmark, 2019 77 min). Per Juul Carlsen, sum fyrr hevur havt fínu sjónvarpssendingina Filmselskabet saman við Mariu Månson, hevur nú útvarpssendingina Filmland í Danmarks Radio. Nú varpar hann ljós á grønlendskan film og film, ið er um Grønland. Hann tekur støði í júst undirvísingarportalinum Levende Grønland , ið er ætlaður miðnámi, men sum øll kunnu síggja, eisini vit í Føroyum. Til útvarpaðu filmsendingina hevur hann um vikuskiftið hitt grønlendska Emilie Hertling Péron...

Filmur um krígsnoktaran Franz Jägerstätter (1907-1943)

A Hidden Life er heitið á nýggjasta stórfilminum hjá kenda amerikanska leikstjóranum Terrence Malick (f.1943), sum í 2011 gjørdi The Tree of Life . At síggja henda stóra filmin á stórum lørifti er sum at fara til altars, skrivaði Owen Gleiberman úr Cannes, tá hann ummældi filmin fyri heimsins elsta filmstíðarrit, Variety: The movie is cinema at its mightiest and holiest. It’s a movie you don’t just watch; it’s a movie you enter, like a cathedral of the senses. Some, in fact, will prove resistant to it (it was not universally beloved), but A Hidden Life  as much as any film I’ve seen in the 21st century, is totally contingent upon the big screen. It needs to be bigger than you are, because it’s about bigger things than you - or anyone else. It’s about how the quietest acts of resistance are part of what save civilization. Í Danmark er filmurin eisini væl umtóktur. Fremsti danski filmsummælarin, Bo Green Jensen, skrivar soleiðis í Weekendavísini:  A Hidden Life er ...

Michelin stjørnur í Norðurlondum

Fyri seks árum síðan fór Michelin undir eina egna norðurlendska guide  The Michelin Guide Nordic Countries. Klokkan fýra seinrapartin í dag er átakið fyrstu ferð í Noregi, tá Ólavshøllin í Tróndheimi er karmur um nýggju stjørnurnar og allar stjørnubroytingar á norðurlendskum Michelin matstovum. Tað upplýsir Næringsforeningen i Trondheimsregionen, NIT , har Michelinstjørnumatstovurnar Fagn og Credo eru. Seinna matstovan fekk eisini bærekraftsprisen í fjør. Júst burðardygd er ein nýggj skipan hjá Michelin. Føroyska matstovan Koks hevur fyrr fingið bæði eina og tvær Michelin stjørnur. Í dag verður kunngjørt, um Michelin heldur, at nøkur broyting skal gerast í føroysku gastronomisku stjørnustøðuni. Danski bloggarin Rasmus Palsgård hevur nógv boð og nógvar tankar um norðurlendskar Michelin stjørnur, sum hann samanumtikið heldur vera ov nógvar, hóast hann ikki heldur at nøkur matstova fer at missa stjørnur. Føroyar eru tó ikki við í metingunum hjá Rasmusi Palsgård á blogginum ...

Búi og Gudmundur vunnu

Á áttanda sinni vórðu føroysku filmsvirðislønirnar, Geytin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 15. februar. Búi Dam og Dánjal á Neystabø fingu Geytan fyri eksistentiella barnafilmin Hví eru vit her? og Gudmund Helmsdal fekk Áskoðaravirðislønina fyri Trøllabeiggi , sum hevur spælandi undirheitið ein Skerpiwestern. Á myndini omanfyri síggjast Búi og Gudmundur. Dánjal var burturstaddur. Her sæst fegni Geytavinnarin, Búi Dam, saman við ommuni í vinnarfilminum, sum er Mariann Hansen, og á niðaru myndini er hann saman við Tjóðhild Patursson. Her er hin ikki minni fegni Gudmundur saman við Sólvá Svartafoss. Fyri Trøllabeiggja vann hann Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, hin fyrsta virðislønin eg havi fingið síðan eg vann í svimjing í skúlanum í Kvívík, seg Gudmundur skemtandi við allari familjuni rundan um seg. Meðan møttu áskoðararnir í Høllini valdu filmin, sum skuldi fáa Áskoðaravirðislønina, beinleiðis á Geyta a...