Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2021

25 teir mest lisnu bloggarnir í ár

Í nógv ár havi eg skrivað blogg, og nú eru teir fleiri túsund, bloggarnir. Til stuttleika, nú árið er um at renna út, havi eg hugt eftir, hvør bloggur var hin mest lisni í ár, og so nakrir afturat, sum tilsamans kunnu geva eina mynd av, hvat fólk helst vilja lesa á mínum bloggi, og ikki bara teir bloggar, sum eg sjálvur leggi dentin á og brúki mestu tíð at savna og skriva. Tað er einki garanti fyri at teir geva flestu lesarar, teir mest gjøgnumarbeiddu tekstirnir. Men her eru teir so, 25 teir mest lisnu bloggarnir í ár: Tá Trina vann 500-0 Nógv tey flestu hava lisið henda summarblogg frá 22. juni, tá Tobbi og Trina Eysturoy tosa og keglast um havnalarm og Heimafrið í Degi og viku, og vit kunnu staðfesta, at høvuðsstaðarkommunan er farin at savna seg um hitt einstaka menniskjað heldur enn osandi flutningstól og teirra parkeringspláss. Vit skulu telja nøkur lesaratøl niður, at finna næstmest lisna bloggin, sum eitt kalt novemberkvøld ber heitið Ríkið mítt er ikki av hesum heimi  og e...

Lítið hús í lítlum býi

Hjálmar Dam er altavgerandi høvuðsleikarin, ið mest sum einsamallur ber filmin "Illir andar" (Pablo Merín 2018), sum Kringvarpið hevur sýnt tríggjar ferðir um jólini Ummæli av filminum ”Illir andar”: Tað larmar illa, tá leikhússtjórin dregur borð og stól eftir gólvinum í tóma teatursalinum. Eins illa larmar tað, tá kvinnurnar ganga eftir pallinum og gjøgnum øll rúmini í húsinum. Húsini eru ógvuliga sjónlig sum Sjónleikarhúsið í Havn.  Tað er ikki bara gott. Í øllum tómleikanum hoyrir lutfalsliga ungi leikhússtjórin ljóð og sær lutir, sum flyta seg. Illir andar eru farnir at fylla tóma húsið, har hann er og hevur verið einaráðandi. Men eingin er her, og eingin kemur her, forvissa tey fáu fólkini, sum enn eru uttan um hann, hann um. Sum í eini ordiligari ræðusøgu tykist alt forlátið. Skútan er søkkandi.  Men so eru boð eftir honum at spæla við í einum leiki uppi í Norðurlandahúsinum, mentanarliga spjótoddinum í øllum landinum.  Bráddliga hevur professionelli veruleikin utta...

Hvat brúka vit grafiska førleikan til?

Fyrr í jólamánaðinum bleiv eg serstakliga fegin um eitt tíðindaskriv frá Listasavninum, har tey bóru tey gleðiboð til alt landið, at nú vóru átta málningar hjá Mikines komnir í savnið, og teir kunnu síggjast, tá opið er aftur fyrsta februar. Ein bæði markleys, ja heilt yljandi kosmisk, og samstundis jarðbundin heimagleðiskensla av at eiga ein nýggjan evarska lítlan part av heimslist her heima hjá okkum, stakk seg upp í eygað.  Tað er sami ylur, sum tá vit flúgva beinleiðis við Atlantslflogi til ein metropol úti í heimi. Ein ordiligur jólapakki, sum ikki kann gerast upp í pengum og verðsligum umsetningi, bara vit fáa atgongd til listina og sleppa at ganga framvið henni og hyggja við egnum eygum, tá tíð er.  At síggja bygnaðin, litirnar og strokini, ið byggja myndaevnið, sum heldur enn at vera tvungið føroyskt, er leyst av bæði rúmi og tíð, tí tað er eitt bíbilskt myndaevni, niðurtøkan av krossinum, sum lýst í Nýggja testamenti og her endurgivið í 1944, tá heimurin var í einum d...

Átta orð úr sammóðir

Fríggjadagurin seytjandi desember 2021 varð ein stórur orðabókadagur í Føroya søgu. Ikki bara eydnaðist at fáa sammóðrina inn í orðabøkurnar hjá Sprotanum, men við sammóðrini komu eisini hesi trý orðini afturat teimum fimm ensku co-mother orðunum sama dag: samfaðirskapur, samfaðir, sammóðurskapur. Og sum sæst omanfyri, slapp hitt forfjónaða orðið "hoppiborg" eisini uppí part, hóast tað helst ikki hevur nakað við Tinghúsvøllin og tey hús, sum har standa, at gera. Málið er livandi í fólkaræðisliga samfelagnum, í hvussu er tí, sum er uttanfyri Tinggátt, bara tú hevur áhuga og gert hann galdandi, orðabókaáhugan, sum er púra ópolitiskur og livir í fólkinum.

Adventsgæs

Fjórða sunnudag í advent er lýtt og stilt. Nógv fólk er at síggja á Boðanesi og øllum teim nýløgdu gøtunum har umkring. Greitt er, at gæsnar eru nógvar, so hevur tú ikki longu bílagt jólagásina, so er kanska eitt høvi á hesum leiðum, hóast eg ivist, nú so stutt er til jóla. Gøtan oman á Hvítasand eru komin væl áleiðis, og kann henda at júst henda gøta fer at taka seg væl út, hóast eg ikki skilji nýkomnu heildarhugsanina hjá kommununi í at gjøgnumgata alt lendið við so nógvum gøtum, nú alt lendið frammanundan er friðhalga at verða partur av eini nútíðar og framtíðar frílendisætlan. Verri er, at á akkurát hesum staði sæst einki til hvíta sandin, sum enn gevur víkini navn. Har er allur hin hvíti sandurin burtur. Í liggjandi táminum er trølsliga áhugavert at ganga niðan við Hoydalsá og síggja, at trøini standa enn, eins og bygningarnir, sum fyrr hýstu studenta- og HF-skúla og søguliga kostdeildin sum er friðað. Meðan trøini fram við ánni bera aldurin væl, er verri við skúlabygningunum í Ho...

Ársins orð

Hóast bæði morgunsendingin hjá Útvarpinum og onkuntíð eisini Fólkaheilsuráðið gera sítt ýtarsta hvønn gudsskapta morgun at sjabbast um Facebook, og tala fólk frá at brúka sosialar miðlar, so samdist ein dómsnevnd í morgun kortini um, at ársins orð er sammóðir . Í fjarstøðu við samskiftistøkni. Frálíkt val, tí tað er eitt nýkomið orð, sum er sprottið úr samfelagsliga veruleikanum, ið hevur ávirkað politisku skipanina, sum hevur fingið kroyst henda veruleika inn á seg, hóast einstakir maktpolitikarar hava mótmælt, og gera tað enn, við gudiligum undanførslum. Men Málráðið hevur ikki dagført heimasíðuna síðan í fjør, tá sóttarhald var ársins orð. Og kanska skal okkara alra talgilda orðabók eisini dagførast alla tíðina, so annað enn sambróðir er at finna í orðsmíðaða patriarkatinum. Tað er ikki bara at biða lova sær. Hinvegin, leitar tú í frágreiðingini, nummar tvey ovast til høgru, so finnur tú eina danska, tvær enskar og eisini tvær týskar tilvísingar: "medmor", "co-mothe...

Jólatrøini eru ikki altíð so vøkur

Eitt jólatræ er ímyndin av jólum, friði, samstarvi og hugna, nú árið rennur út, og øll skulu vísa, hvat kom burturúr. Í Havn er tað kommunan, sum tendrar træið á Vaglinum, og fær okkum at savnast um tað við sangi og røðum undir brandstiganum, har jólamaðurin stendur á ovasta stigi og festir í alla herligheitina. Upprunaliga vóru tað Norrønu feløgini, sum eftir fyrra verðaladarbardaga settu sær fyri at skapa frið í okkara parti av heiminum gjøgnum vinabýir, ið samstarvaðu við kommunustýrið og so eisini persónliga gjøgnum fólksligu Norrønu feløgini.  Tá kom jólatræið í Havn úr vinabýnum Birkerød, sum nú eitir Rudersdal kommuna, hóast vit neyvan hava gloymt V4 táttin um danska træið úr Birkerød. Hinir vinabýirnir eru Asker í Noregi, Eslöv í Svøríki, Jakobstad í Finnlandi og Garðabær í Íslandi.  Vinabýarsamstarvið, sum eisini er úti í stóru verð og á enskum verður kallað Twin Cities, er til enn, men Havnin er farin úr gamla samstarvinum. Í staðin hevur hon tikið upp samstarv við n...

Hundavald

  Foto: Bjarni Árting Rubeksen Sálmisturin minnir okkum á tað hundavald, sum kemur í, tá menn gerast sjúkir eftir makt og lata rot koma í atferð og yvirvøld. Tað sóu vit á tingi, tá fólkaræðisliga skipanin var í fríum falli, og landsins kosnu uttan avmarking í eins fríum vitnisburði kundu greiða frá um egnar upplivingar, tá teir kendu seg fjøtraðar í einum lgbt-reiðri har suðri á evropeiska meginlandinum.  Um henda hallusinerandi royndin í bundinskapi var í kjalarvørrinum á Timothy Leary, varð ikki sagt, men landsmaðurin Thomas Savage kendi seg í hippieárinum sjeyogtrýss kallaðan at skriva søguna The Power of the Dog , ið ávarar menn um eitrandi hundavald. The Power of the Dog.  Av somu ávum hevur nýsælendska Jane Campion gjørt søguna til film við sama heiti, sum Sálmisturin í fyrndini risti úr ermuni, tá hann ávaraði um rot, tí hann sá hundavald fyri sær.  Einki er nýtt undir sólini. Og tí stendur tyktandi áminningin hjá Sálmistinum enn fyri okkum: ”Máttur Mín er to...

Fotografera, so tú minnist, hvar tú hevur verið

Triða sunnudag í advent vóru vit við Hoyvíkstjørn, at geva dunnunum og svanunum breyð. Um tveytíðina meðan tað enn er ljóst. Tá breyðpakkin er uppi og sólin er um at fara niður aftanfyri Kirkjubøreyn, fer Olaf at sproyta eftir dunnunum. Sindur djarvur, tí tær kundu reist fjarðarnar, serliga stóru svanirnir. Olaf vil hava myndatólið frá abba og sleppa at fotografera dunnurnar, svanirnar og alt, sum er við Hoyvíkstjørn, eisini tunnuflakan, sum er sokkin og rennuna, sum hann pissaði í. "Man skal fotografera, so man minnist, og ikki gloymir, hvar man hevur verið," sigur Olaf. Meir skal ikki til, at abbi er samdur, og letur Olaf sleppa at fotografera. Gott at abbi hevur fartelefonina. Eftir smølu gøtuni millum Tjarnargarð og húsini hjá Føroya Arbeiðarafelag, sær Olaf eitt myndaveni. Tað er múrurin, sum fyrr hevur verið bláur, men nú er hvítur. Málingin er dottin av, so ein bláur blettur kemur fram. Ein greið grafisk mynd, sum sigur søgur. Hann steðgar, siktar og trýstur á knøttin....

Disneykvæði og maktpoesi

Einaferð fekk eg íslendska Disneykvæði, Disneyrímur (1978), frá íslendska høvundanum og teknaranum. Síðan bleiv forvitnisliga bókin burtur, og er onkur sum hevur hana, við einari dedikatión á titulblaðnum, so er tað í allari óbeskeðinheit mín. Kanska hin einasta í landinum. Júst hetta við unikku monopolstøðuni, at eiga tað einasta eina, sum øll vilja hava, er dagsins støða hjá Disney.  Tey eiga bestu filmar í dag, trýpartarøðina ”Get Back” um Beatles, nýggju versjónina hjá Spielberg av ”West Side Story” og ”The French Dispatch” hjá Wes Anderson, sum ivaleyst er mest sniðfundigi stílmeistari í filmi á okkara døgum.  Eingin av hesum filmum koma til Føroya, tí Disney+ sæst ikki her. Disney hevur gjørt Føroyar til limbo og vit eru í tí Disneyøkinum, sum sviar kalla ”förintelse”. Veit væl, at VPN loysnir eru møguligar, tá vit frákopla føroysku landakotuna, og kunnu síggja Disney+ produkt ólógliga á okkara egnu lógligu teldu og alt annað við. Men ikki í biografi. Disney er farin í ...