Skip to main content

25 teir mest lisnu bloggarnir í ár

Í nógv ár havi eg skrivað blogg, og nú eru teir fleiri túsund, bloggarnir. Til stuttleika, nú árið er um at renna út, havi eg hugt eftir, hvør bloggur var hin mest lisni í ár, og so nakrir afturat, sum tilsamans kunnu geva eina mynd av, hvat fólk helst vilja lesa á mínum bloggi, og ikki bara teir bloggar, sum eg sjálvur leggi dentin á og brúki mestu tíð at savna og skriva. Tað er einki garanti fyri at teir geva flestu lesarar, teir mest gjøgnumarbeiddu tekstirnir. Men her eru teir so, 25 teir mest lisnu bloggarnir í ár:

Tá Trina vann 500-0

Nógv tey flestu hava lisið henda summarblogg frá 22. juni, tá Tobbi og Trina Eysturoy tosa og keglast um havnalarm og Heimafrið í Degi og viku, og vit kunnu staðfesta, at høvuðsstaðarkommunan er farin at savna seg um hitt einstaka menniskjað heldur enn osandi flutningstól og teirra parkeringspláss.

Vit skulu telja nøkur lesaratøl niður, at finna næstmest lisna bloggin, sum eitt kalt novemberkvøld ber heitið Ríkið mítt er ikki av hesum heimi og er um løgtingspolitikarar, ið vilja skúgva mennskjað til viks og seta Gud á ting ístaðin. Endin á næstmest lisna blogginum í ár ljóðar: 

"Okkara heiðurskrýnda fólkaræði og hattvirda Løgting, ið tey siga, er hitt elsta í verðini, er um at verða yvirtikið av einum ódefinerligum kulti, ið hevur sett sær fyri at tilbiða alt annað enn lívið og ta margfeld, sum norðbúgvar longu í fornøld kendu og lýstu við Bivrøst, ið knýtti jørð og himmal í eina marglitta upp- og niðurfaringartrappu.

Haldi, at menniskjansliga fólkaræðið skal setast aftur í sætið á tí høga tingi, vit hava valt, og Bíbliutrúgvi kristindómurin skal vísast til teir talarastólar, ið eru bygdir og stuðlaðir til tað endamálið, teir eru ætlaðir úti um landið. Ikki í tinginum. Tí tað ríki er av hesum heimi, og eigur ikki at verða infiserað av driftum og kultum, ið søkja tað, sum hinumegin er."

Triðmest lisni bloggur í ár er um Penapláss, tey rópa, har úti við Strond ein várdag í Havn. Penasta pláss í býnum er heitið á blogginum, ið er um afturvendandi evnið býarbygging og hvørt menniskjan er sett í sentrum ella ikki í teim mongu ætlanum hjá Tórshavnar kommunu, sum poppa upp fram við strondini og heilt niðan í Hoydalar, har onkrir av býráðslimunum hava gingið og aðrir als ikki. 

Býarbygging er aftur evnið síðst í mai, tá fjórðmest lisni bloggur, Not in my time verður skrivaður við støði í eini pop up matstovu, har sum Kaffivognurin stóð, gevur okkum eitt ítøkiligt dømi um, hvussu sýnið verður heim á Kongabrúnna, tá Tjóðpallurin verður stáplaður upp á hálvari leið undir berginum inn móti býnum. Not in my time, slái eg meg til tols við. Her komur eingin Tjóðpallur í mínari tíð. Og skuldi hann forrestin ikki vera á hinari vágni? Nei, eg gevi upp.

Hin 30. september eri eg boðin til frumsýning í Havnar Bio við James Bond og kundi skrivað:

"Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eitt filmiskt produkt aftur at sær sum No Time To Die."

Yvirskriftin er Hóast disputed er Føroyar heimsins nalvi

Afturvendandi evni í nógvum bloggum er ferðvinna og portrið í Saksun, og hvussu óunnulig tey primitivu bóndainntrivini við fáum undantøkum sum Gásadali eru, tá tú fært útlendska vitjan og fer ein túr, akkurát sum í gomlum døgum. Men tað er ein sagablott at ferðast í egnum landi. Yvirskriftin úr Saksun hin 8. august í ár er hvørki meir ella minni enn Eg eri portrið og vegurin.

Um várið havi eg hoyrt um ein film, sum Maria Tórgarð ger á Toftum um Daniu Tausen, sum fer til Havnar og gevur út eitt yrkingasavn ”Skál”. Dania, filmurin og júst tað savnið hava fylt nógv í ár. Eg fekk Daniu, sum er uppvaksin í Nebo, at svara nøkrum spurningum, sum eg almannakunngjørdi undir heitinum Granska tína andaligu síðu, sum er hennara egni setningur og áheitan. Tað var sjeyndmest lisni bloggur í ár, og tilsamans eru tey evni, ið eru tengd at Daniu, tað sum flestu hava lisið.

Hin 16. apríl andaðist Gunnar Hoydal og bloggurin henda dag varð tí nógv lisin.

Hinir, teir mest lisnu bloggarnir upp til nummar 25 í ár, eru hesir:

11/10 Og eg sum helt, at eg var seinasti útvarpslurtarin…

3/5 Klubbin og Tórshøll eru best

20/7 Ferðandi á føroysku vegunum

7/7 Framhaldandi onga løn fyri móðurmálið

26/8 Romantiskt jóladrama í Føroyum

13/3 Besti burgari í býnum

5/6 Hvat skulu vit hoyra um heimlig drápsmál?

7/1 So switcha vit til Danmarks Radio

18/3 Kjøt úr kærleika

9/4 Tá angrandi syndarin fer til bekennilsi

18/3 Besta brunsj í býnum

12/10 Hvør hevur maktina í Nútíðarhavnini?

16/7 Biskupsgalvur

20/2 Kann man vera haturskristin?

14/12 Hundavald

10/8 Fullkomið samljóð í Gásadali

25/7 Frásøgugleði úr fløkta gerandisdegnum - mitt í ævigu Havnini