Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2022

Vitlíki til skúlan

Fyri fimm árum síðan greiddi Ólavur Ellefsen frá um tilgjørdan vitleika, artificial intellegence , á stevnu fyri lærarum um framtíðarskúlan , sum Nám skipaði fyri í Norðurlandahúsinum. Í Útvarpssamrøðu , sum Leif Láadal hevði við Ólav Ellefsen í vikunu, kom fram, at nú er ein nýggjur kjattbottur í vitlíki, chatGPT , virkin á føroyskum.  Til ber hjá øllum at rita inn, til dømis við Google kontu, og frítt at kjatta við bottin, sum eftir sekundum gevur tær eitt føroyskt svar.  Tó, svarið er ikki altíð eftirfarandi og faktuelt korrekt, skuldi tú væntað tað.  Men eftir einum eygnablunki at fáa eitt ella tvey brúkilig stikkorð á tillagaðum føroyskum, er so stuttliga imponerandi, at mín fyrsti spurningur til kjattbottin, at vita líkasum hvar hann flýtur í mun til meg, er leitorðið hilarious. Og hann svarar soleiðis: Hilarious er eitt adjektiv, ið merkir "skrítið gott at fáa gagn av", "fullkomin lyndi" ella "skrítið skemtiligt". Eitt skemtiligt kvikmynd, skemtili...

Jólafilmar við árslok

Jólini eru ein markleysur lummi at síggja, lesa og tilogna tær alt tað, tú ikki náddi í árinum, sum nú bleiv gamalt. Til dømis belgiska filmin Jeanne Dielman, 23, quai du commerce, 1080 Bruxelles , sum høgt metta tíðarritið hjá Bretska Filmstovninum, Sight & Sound, valdi at kjósa sum heimsins besta frá í ár at rokna, frammanfyri Citizen Kane og Vertigo , sum fyrr hava átt hetta søguliga heiðurspláss. Filmin gjørdi Chantal Akerman í 1975, meðan Orson Welles og Alfred Hitchcock gjørdu hinar í 1941 og 1958. Chantal Akerman doyði 65 ára gomul í 2015. Aldri fyrr havi eg varnast henda film, sum nú er heimsins besti. Kanska verða stundir at síggja hálvanfjórðatíma langa filmin sum eina belgiska vaflu millum jólanna. Síðan talgilding kundi havt demokratiserað og frísett fjarlagda borgaran, ið ynskti upplysing gjøgnum nýggja atkomuligheit og nærverandi luttøku, er skinnfóðraði jólalummin vorðin órannsakiliga djúpur. Einki mark er fyri, hvat útbjóðarin kann veita okkum. Jólafilmar eru blivni...

Hvør var besti filmur í ár?

Hóast biografstøðan í landinum er so trongd, at vit nú bara hava ein av slagnum, sum vísir film á handilsligum støði, Havnar Bio, so komu nógvir filmar á føroyska marknaðin.  Mest sum allir teir filmar, ið hava verið vístir og umrøddir úti í heimi, hava í somu løtu verið at sæð í heimliga biografinum.  Soleiðis hevur støðan verið síðan biografar blivu talgildir og stroyming tók seg upp.  Hevur tørvurin hjá biografgangarum verið enn størri, tá umræður nýggjar listarliga áhugverdar filmar, so hevur Filmsfelagið, sum í oktobur fór um tey 60, sett arthouse filmar á skrá hvørt mikukvøld í sama biografi, har felagið varð stovnað í 1962. Sama verður í komandi ári. Havnar Klubbi eigur hølini, sum Havnar Bio húsast í mitt í býnum, har sýningarhølini eru tvey. - Eftir tvey ár við avmarkingum, skulu vit føroyingar venja okkum frá gerandisdegi heima, til aktivt at koma út og aftur uppliva filmslistina og biografupplivingina, sigur Jógvan Kruse, sum er annar av eigarunum í Havnar Bio....

Gott valkvøld í Kringvarpinum

Fyri fyrstu ferð hevði Kringvarpið fingið atgongd til stóra grannahúsið, Norðurlandahúsið, at avvikla tann partin, sum valkvøldið lá uttanfyri nýggju Dag-og-Viku-stovuna í Útvarpshúsinum. Logistiskt var tað gott, tí avtalur kundu gerast við øll tey relevantu fólkini at vera ymsa staðni í húsinum, so hvørt tørvur var á teimum. Og sum krúnan á verkið kundi formansumfarið gerast klárt, og tað av einslistum, beint har fólkið savnaðist, og tó til viks, so tað ikki sást í nøkrum kameravinkli, hóast fólk koma og fara í gongini og savnast at seta seg við borð og fara á vesi at greiða sær.  Framúr hús til beinleiðis filming, kennir tú vinklarnar og ljósvirðini.  Men tøknin, bæði ljóð og serliga tað at fáa røttu talvurnar fram á skíggjan, sveik ov ofta. Alt ov ofta.  Hóast hann leingi hevur ligið í dvala, eru ríkir møguleikar í og við hesum multimediala stíli hjá Kringvarpinum.  Var sjálvur boðin at tosa við Kára Sólstein og Trónd Vatnhamar innast í Klingruni um sosialar miðla...

Allir føroyingar hava eina kontu í ”sosialbankanum”

Mánadagin hevði kultursosiologurin, Charlotte Wilhelmsen, sum er av Eysturbrúgv í Keypmannahavn, sett mær stevnu til eina bandaða samrøðu við støði í mínum bloggi. Vit møttust í Paname á Vaglinum og skiftu orð um miðlar og mentanir. Hon mintist, at tá hon hitti føroyingar í Keypmannahavn, vóru teir ógvuliga upptiknir av rættstaving. Hetta er fyrstu ferð Charlotte er í Føroyum. Hon er her sum partur av altjóða skipanini Workaway, sum 24 føroyingar eisini eru við í. Hon steðgar her í seks vikur, og hevur gjørt av at savna tilfar til eitt poddvarp. Tí vildi hon hoyra nærri um bloggin og tað, sum eg her havi skrivað í meir enn fimtan ár í 3500 føroyskum uppsløgum, har okkurt er heilt nógv lisið, serliga tað um estetikk og arkitektur í Nútíðarhavnini. Men eisini um gastronomi og at ferðast og uppliva fremmandar mentanir. Tá prátið var liðugt, nýtti eg rímiligvís høvið at seta henni nakrar spurningar afturímóti. Niðanfyri er prátið. - Eg eri kultursosiologur, og havi eina magistaragrad frá L...

Nám X vann filmskappingina hjá Námi

Í kvøld varð kunngjørt í Havnar bio, hvør vann fjórðu stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini hjá ST. Saman við lærarum hava næmingar í hádeild og miðnámi kring landið arbeitt við filmi í heyst. Vavið er í mesta lagi sjey minuttir og karmurin hevur verið eitt ella fleiri av teim seytjan Heimsmálunum.  Nógvir næmingar vóru møttir, og Tóri Slættalíð, sum er leiðari í nýggju Ráðgevandi deildini í Námi, bjóðaði vælkomin í Havnar Bio, har ellivu av filmunum, sum dómsnevndin hevði valt, vóru sýndir. - Teir filmar, sum løgdu seg fremst í huganum hjá dómarunum, vístu á serstakliga góð næmingaavrik, men hvør á sín hátt, segði Tóri og upplýsti, at eina løtu stóð á jøvnum, tá veljast skuldi millum bestu filmarnar. Men so samdust teir fimm dómararnir um vinnarafilmin.  Dómarapanelið, sum telur fimm fakfólk har Árni Øregaard er formaður, er av teirri áskoðan, at vinnarafilmurin í ár vísir beinleiðis til trý av heimsmálunum, og í fluttari merking eisini til onnur heimsmál, serliga um ...

Semja um, at skúlin er forsømdur

Á politiskum valfundi um fólkaskúlan , sum varð hildin í auluni á Námsvísindadeildini í gjár, var stór semja millum valevnini um, at fólkaskúlin er forsømdur - bæði í tingarbeiðnum hetta seinasta valskeiðið og í valstríðnum. Tað skrivar heimasíðan hjá Skúlablaðnum. - Tingmaður hetta valskeiðið vísti á, at tað hevur verið trupult at skapa áhuga fyri fólkaskúlanum. Hóast fólkaskúlin er ein av týdningarmestu og berandi súlunum undir okkara vælferð, hevur almenna kringvarpið ikki fólkaskúlan sum evni á teimum mongu fundunum, sum miðilin skipar fyri, skrivar Skúlablaðið.  Eitt annað valevni segði á fundinum, at hóast stóra semju um, hvat eigur at verða gjørt, tykist tað nógv truplari at fáa eyka fígging til fólkaskúlan, samanborið við onnur øki. Styttri skúladagur, færri næmingar í flokkunum, betri umstøður til lærararnar og taka landsroyndirnar av vóru evnini, ið oftast vóru havd á orði á valfundinum, skrivar Skúlablaðið. Stendur tað til valevnini, sum umboðaðu teir sjey flokkarnar á a...