Einki er sum leygardagur á Kondittarínum. Tað livir enn í minninum hjá fólki, Kondittaríið á Káta Horninum í Havn. Í fleiri ættarlið var hetta fremsti savningarstaður í Havn. Fleiri vóru, ið tvíhildu um, at hetta var týdningarmesta hús í býnum. Tí hoyrist enn, hvussu hørm fólk vórðu, tá Kondittaríið lat aftur í 2003. Tjúgu ár seinni er nú høvið at enduruppliva nakað av tí autentiska huglagnum, sum var á Káta Horninum í nýggja klædnahandlinum hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen, Reka. Ole Wich, sum javnan vitjaði her, fer at sýna fram originalar tekningar, sum hann gjørdi á Kondittarínum síðst í 1980’unum. Javnan tók listamaðurin skitsublokkin fram og teknaði fólk, sum ikki bara komu og fóru, men eisini settu seg at kjakast við aðrar kaffistovugestir um lívsins djúpu viðurskifti. Á borðinum kundi standa eplasalat við heitum frikadellum, skálir við mandlurísi og kirsuberjasós og rúkandi heitt kaffi úr Restorffs-koppunum. Flestu tekningar eru í A5 stødd og gjørdar við ymsari tø...