Einki er sum leygardagur á Kondittarínum. Tað livir enn í minninum hjá fólki, Kondittaríið á Káta Horninum í Havn.
Í fleiri ættarlið var hetta fremsti savningarstaður í Havn. Fleiri vóru, ið tvíhildu um, at hetta var týdningarmesta hús í býnum. Tí hoyrist enn, hvussu hørm fólk vórðu, tá Kondittaríið lat aftur í 2003.
Tjúgu ár seinni er nú høvið at enduruppliva nakað av tí autentiska huglagnum, sum var á Káta Horninum í nýggja klædnahandlinum hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen, Reka.
Ole Wich, sum javnan vitjaði her, fer at sýna fram originalar tekningar, sum hann gjørdi á Kondittarínum síðst í 1980’unum.
Javnan tók listamaðurin skitsublokkin fram og teknaði fólk, sum ikki bara komu og fóru, men eisini settu seg at kjakast við aðrar kaffistovugestir um lívsins djúpu viðurskifti. Á borðinum kundi standa eplasalat við heitum frikadellum, skálir við mandlurísi og kirsuberjasós og rúkandi heitt kaffi úr Restorffs-koppunum.
Flestu tekningar eru í A5 stødd og gjørdar við ymsari tøkni. Ole Wich teknar bæði við blýanti og fyllipenni, men brúkar eisini brúna kaffi, sum er tað seinasta í koppinum, at geva myndaevnunum lit. Tekningarnar eru til sølu.
- Framsýningin letur upp leygardagin 2. desembur kl. 10:00, tá vit bjóða gestum og viðskiftafólki kaffi og lagkøka, antin tit vilja royna klædnavørur frá teimum báðum sniðgevunum, Duritu Thomsen og Rebekku á Fjallinum, ella tit vilja granska og njóta tekningarnar úr søguni hjá Kondittarínum, siga fyriskipararnir.
Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag klokkan 10:00-17:30 og leygardag klokkan 10:00-16:00 fram til 16. desembur.