Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2025

Hvat er ein góður stjóri?

Í kvøld kunngjørdi fyritøkan Synergi, hvørji tey hildu vera bestu stjórar í tí privata og í tí alemenna. Frálíkt tiltak. Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, varð vald til ársins leiðara hjá tí almenna millum annað við hesum orðum: - Sum leiðari er Jóngerð skilagóð, fevnandi og empatisk. Tað gevur tryggleika hjá starvsfólkunum, sum uppliva eina tíðarhóskandi starvsfólkaleiðslu. Hon gongur høgt uppí, at borgarar og teirra familjur í Roðanum, fáa eina dygdargóða tænastu. Roðin var ein av fyrstu eldrasamtøkunum at seta dygdarmennarar í starv, og sum sjúkrarøktarfrøðingur leggur Jóngerð dent á, at dygdin altíð er í hásæti. Hjá starvsfókunum kennist tað meiningsfult at starvast undir slíkari leiðslu. Henda grundgeving og hetta tiltak er áhugavert. Ikki minst tí, at samstundis sum eg lesi hesi úrslit um bestu almennu og privatu leiðarar, kann eg í øllum miðlum lesa eitt tíðindaksriv frá mínum egna arbeiðsplássi, har eg sjálvur og ein samskipari, tveir persónar, verða húðflongdir fyri í fyrs...