Meðan Havnin á kommunalum pláni útmerkar seg við at spendera nýtt slitlag á Tórsbreyt, ja sanniliga, er sami mentanarligi greiddleiki ikki at síggja sum manifesterað støðutakan á landspláni, nú val er í hondum.
Mentanin, listin, tjóðpallur, filmur, mentanargrunnur og øll hin ríka rúgvan av útinnandi mentan, sum enn ikki er farin á savn, sæst ikki hjá valevnum, uppsløgum og flokkum, sum ganga okkara millum og hoyrast í miðlunum.
Bara í einum føri, hjá Rakul úr Vestmanna á listanum hjá Tjóðveldi, havi eg sæð nøkur fá orð um mentan. Annars er øskukalt, hvat mentan viðvíkur til hetta valið.
Uppsløgini og valplakatirnar minna mest um meklarar og húsaseljarar, sum uppá teirra glatta andlit selja eitthvørt og navnið stendur á plakatini, vilt tú flyta og keypa nýggjan bústað.
Politiska valið er blivið eitt persónfikserað visittkort púra uttan politiska dýpd, perspektiv og ætlan, sum tað var fyrr í gongugøtuni í Havn, har fólk savnaðust at lesa og kjakast um útsøgnirnar í fyndugum valplakatum og tekningum í tíðini hjá óla p. Nú er tað tann bera yvirflata. Allur politiskur substansur er farin undir heilt.
Men aftur til mentanina.
- Hevur nakar sæð hana í hesum valdystinum til løgtingið, mentanina?
Ella er tað ein enn ikki avdúkað avtala, at føroysk mentan er eitt pekuniért mál, sum vit lata fólkatingsumboðini avgreiða, har sum ráðini eru hundrað ferðir størri og betri enn her, tí her eru hvørki stundir ella pengar at fáast við slíkt, sum føroyskt fíggjaða hugnamentan at halda sær at gamni við hjá føroyinginum?
Hevur mentanin mist flogið og er blivin púrastani útholað?
Er hon blivin eitt ikki-eksisterandi ting nú løgtingsval stundar til?
Nei, eg bara spyrji eftir at hava slotað og koyrt í býnum ein sunnudag.


Comments