Skip to main content

Ferðaráð til Barcelona

 

José Antonio Donaire Benito nýsettur ferðavinnustjóri í Barcelona

Ferðast tú í evropeiskum stórbýum, so hevur tú verið í Barcelona við katalansku miðjarðarhavsstrondina. Ikki minst tí, at Atlantsflog flýgur beinleiðis hagar. 

Her er slóð til ein blogg, eg skrivaði haðani fyri tíggju árum síðan undir yvirskriftini Skal ferðavinnan oyðileggja besta býin? 

Tá rendi eg meg í ógvusligar mótmælisgongur, har lokal fastbúgvandi fólk, ikki funnu seg í at teirra íbúðir skuldu brúkast til ferðafólk. Brúkið hotellini og ikki okkara livandi miðbý, har vit hava okkara heim og bústað, var herrópið. Mótmælisfólkini endaðu við dreglum í túninum hjá borgarstjóranum.

Um dagarnar varnaðist eg, at José Antonio Donaire Benito, 57, sum hevur drúgva akademiska granskingarbakgrund í ferðavinnu, er fyrsti stjóri, sum sami býur, Barcelona, hevur sett í starv sum comissionat de turisme, at stýra ferðavinnustreyminum har í býnum, og fáa endurreist Barcelona við at loysa býin frá risastóra ferðafólkastreyminum, á enskum rópt overtourism. 

Tað er ein nýggj politisk og umsitingarlig uppgáva og málsetningur, sum býráðið hevur sett á stovn, at fáa tamarhald á ferðavinnuni.

- Eg havi lisið tínar áhugaverdu tankar um ferðavinnu, sum er eitt av høvuðsevnunum á mínum ofta ferðandi bloggi á føroyskum máli. Vónandi er tað okay og í lagi at seta tær tríggjar spurningar um ferðavinnu sæð frá tínum býi og sjónarhorni. Fyrst, hví sigur tú, at í tínum býi, Barcelona, eru tit komin upp á markið fyri ferðavinnu? Hvussu mátar tú markið fyri ferðavinnu?

Takk fyri spurningin, og at tú vísur áhuga í hesum evni, og lat meg beinanvegin siga sum tað fyrsta: Tað, at tú skrivar um ferðavinnu á føroyskum, hevur størri týdning fyri meg, enn tú kanst hugsa tær. Eitt av argumentunum, sum vit leggja fram her í Barcelona, ​​er, at ferðavinnupolitikkurin í síðsta enda er ein spurningur um at yvirliva reint mentanarliga - um ein býur, eitt grannalag ella eitt málsligt samfelag varðveitir tær umstøður, sum eru neyðugar fyri at varðveita seg sjálvt sum mentanarligt øki. Føroyar, við einum livandi máli, sum væl færri enn 80.000 fólk tosa, og einum øki, sum hevur noyðst at hugsa seg væl um, hvat slag av vitjandi tey vilja hava og undir hvørjum treytum, skilja hesa avbjóðing á ein hátt, sum nógv størri ferðamál enn ikki hava eydnast at halda fast í. So nei, tað er ikki bara "okey" at spyrja - tað er júst tað slagið av samrøðu, sum eg haldi vera mest virðismikla.

Til tín fyrsta spurning. Vit brúka ikki vendingina "at náa markið" í absolutari ella roknifrøðiligari merking - tann ramman vildi verið bæði analytiskt skeiv og politiskt villeiðandi. Tað, sum vit føra fram, er, at í ávísum grannalondum og í ávísum løtum og støðum er vøksturin í ferðafólkavirkseminum farin upp um førleikan hjá býarskipanini at laga seg til tvørtur um fleiri samanhangandi øki. Á bústaðarmarknaðinum hevur pallurin við stutttíðarleigu flutt langtíðarbúgvar strukturelt, serliga í søguliga miðbýnum og Eixample, og skert tað samfelagsbúskaparliga fjølbroytnið, ið definerar ein livandi bý. Í almenna rúminum er dagliga rútman á gøtum sum La Rambla ella Gòtic kvarterinum stigvíst umskipað kring streymar av vitjandi heldur enn tengt at lívinum hjá búfólkunum. Og í vistfrøðiligum høpi - vatnnýtsla, burturkastframleiðsla, larmur - er samlaða ávirkanin, kumulativa fótasporið, av 32 milliónum gistandi hvørt ár í einum miðjarðarhavsbýi við strukturellum trýsti á vatn ikki eitt sekundært atlit at taka.

Hetta máta vit innan ein karm, sum vit kalla Límit de Canvi Acceptable - markið fyri góðkendum broytingum - sum sameinir kvantitativ virði frá Ferðavinnueygleiðarastovuni í Barcelona (OTB) við kvalitativum metingum av trivnaði hjá búfólkunum, økisjavnan og samhaldsfesti í menning. Kjarnugreiningarspurningurin er ikki, hvussu nógv ferðafólk býurin fysiskt kann taka til sín, men á hvørjum støði vøksturin skapar kostnað - búskaparligan, sosialan, mentanarligan - sum fellur óproportionelt á íbúgvarnar, sum fáa lítlan ella ongan ágóða av honum. Henda asymmetriin, ella ósamsvar, er tað, vit royna at rætta.

- Í tínum hugaheimi, hvussu sært tú fyri tær ávirkanina av at steðga vaksandi ferðafólkatalinum í Barcelona? Hvat er endaliga eydnukriteriið fyri eini slíkari ætlan ella átaki?

Endamálið er ikki at steðga ferðafólkastreyminum, og tað hevði verið bæði órealistiskt og mótvirkandi at ramma inn og sett tað fram soleiðis. Barcelona er ein miðjarðarhavsbýur, ein mentanarhøvuðsstaður, og ein týðandi knútur í evropeiska búskapinum - tey vitjandi eru partur av veruleikanum og, væl umsitin, ein partur av lívsgleðini, it's vitality. Tað, sum vit royna at gera, er at fáa javnvág í sambandið millum ferðavinnuna og fremstu funktiónina hjá býnum: at vera ein staður, har fólk búgva, arbeiða, lesa og eldast við virðing.

Eydnan, fyri okkum, verður ikki mátað og máld í hagtølum av vitjandi. Tað sær soleiðis út: ein bústaðarmarknaður, har ein lærari, ein sjúkrarøktarfrøðingur ella ein ung familja hevur ráð at leiga í einum miðstaðarhøpi uttan at verða skumpað út í stórbýarútjaðaran; almenn rúm, sum tæna bæði íbúgvum og vitjandi, uttan at annað systematiskt fortreingir hitt; ein ferðafólkaskattur - IEET, við sínum kommunala eykagjaldi - hvørs inntøkur verða endurnýggjaðar í tey samfeløg, sum bera tann veruliga kostnaðin av ferðavinnuni, sum er til yvirmáls, overtourism; og ein cruise terminal, ferðamannafarstøð, ið er minkað úr sjey til fimm rakstrarpláss, sum eitt tilætlað signal um, at ikki øll ferðafólkátøk, tourist products, eru eins sambærilig við lívsgóðskuna í býnum. Endaligi karmurin, the metric, er í síðsta enda góðskan av gerandisdegnum hjá teimum 1,6 milliónum fólkunum, ið búgva her alt árið, ikki málda nøgdsemið hjá teimum 32 milliónum, sum árliga fara gjøgnum býin. 

- Hvat er minniligasta stað at uppliva, tá vitjað verður í Barcelona í summar?

Eg vildi roynt at staðið ímóti boðum, sum at peika á eitt "mest minniliga stað" - tí at logikkurin er júst tann mekanisman, sum miðsavnar trýstið á nøkur úrvald ikonisk støð, og ger, at samstundis verður ein partur av býnum undirmettur og ein annar yvirfyltur. Tað, sum eg vil leggja upp til í staðin, er at fylgja landafrøðini hjá íbúgvunum, the inhabited geography, í Barcelona: Eixample ein gerandismorgun, tá býurin hoyrir til fólkið, sum býr í býnum; strandarvegin Poblenou burtur frá olympisku havnini, har ídnaðarminni og nýtt býarlív liva saman; Montjuïc-garðarnir í skýmingini, við býnum niðanfyri og næstan ongum rundan um. Og um tú veruliga ert forvitin eftir at vita, hvussu ein býur handfer og navigerar spenningin millum vælkomst og sjálvverju, welcome and self-preservation - tosa við fólk á teirra egna máli, ella royn tað í minsta lag. Barcelona býur er mest seg sjálvur, tá hann ikki framførir fyri vitjandi, og tað sama er næstan heilt vist eisini galdandi fyri Føroyar.

Við øllum góðum heilsanum úr Barcelona og ektaðum áhuga fyri tí, tú skrivar í Føroyum.

Thanks for much appreciated words on tourism from Barcelona!

Comments