Alternativ ferðamál, sum ikki fylgja hópferðavinnu, hava
avbjóðingar, hvussu spennandi tey kunnu tykjast.
Sky News sigur í dag frá, at fleiri enn 1500 bretar, sum hava
verið í Kabo Verdi og hildi frí, eru vorðin sjúk. Tey hava fingið álvarsliga ilt í búkin, helst av mateitran. Seks
bretsk ferðafólk eru deyð, fýra teirra inn fýra mánar eftir at hava verið í frítíðaroyggjunum.
Bretska løgfrøðingastovan hjá Irwin Mitchell umboðar raktu ferðafólkini, sum
hava verið í Kabo Verdi og hildið frí.
Í fjør upplivdi eg Kuba, sum ynskir at gerast eitt
feriuparadís sum í gomlum døgum. Veruleikin er tó, at landið er í fríum falli,
har hvørki elektrisitet ella reinhald riggar. Ert tú ein daredevil, er
hugtakandi við egnum eygum at uppliva hetta forfall, sum í allari
neyðarsligheit er hugtakandi. Men ferðamál í vanliga chartertankanum er tað ikki.
Feriuparadísið Kabo Verdi hevur navn eftir Cap-Vert í Senegal, sum er vestasti staður á fastlandinum í Afrika.

Comments