Skip to main content

Posts

Showing posts with the label norðurlendskt samstarv

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar, segði Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, tá hann í Norðurlandahúsinum í dag greiddi frá savnaða útboðnum av miðlum í eini miðal føroyskari stovu í dag. Sum Ivan fyrr hevur sagt við Neflixstjóranum í huga, so er tað ein ósvitalig sannroynd, at hóast bara 24 tímar eru í samdøgrinum, so er miðlaútboðið longu langt síðan tambað so vítt og langt, at nú er bara svøvnurin eftir sum seinasti fíggindi hjá miðlaframleiðarum. Sum brúkarar makta vit ikki at konsumera meir, hóast nýggj tilboð, pallar og appir stinga seg upp hvønn einasta dag. Við átakinum Biit hevur Kringvarpið umsíðir eydnast at fáa ungdómin á tal, og í heyst kemur ein app til barnatilfar, segði Ivan. Men hann segði eisini, at indavl, innannøring, er ein veruligur vandi í Kringvarpinum, tí journalistiska føðiketan er so veik. Hinvegin vísa kanningar at ung eru tíðindanoktarar, praktisera news avoidance, sum teigurin í kanningini sigur, sum so aftur merkir at tech stýrdar algo

Jólatrøini eru ikki altíð so vøkur

Eitt jólatræ er ímyndin av jólum, friði, samstarvi og hugna, nú árið rennur út, og øll skulu vísa, hvat kom burturúr. Í Havn er tað kommunan, sum tendrar træið á Vaglinum, og fær okkum at savnast um tað við sangi og røðum undir brandstiganum, har jólamaðurin stendur á ovasta stigi og festir í alla herligheitina. Upprunaliga vóru tað Norrønu feløgini, sum eftir fyrra verðaladarbardaga settu sær fyri at skapa frið í okkara parti av heiminum gjøgnum vinabýir, ið samstarvaðu við kommunustýrið og so eisini persónliga gjøgnum fólksligu Norrønu feløgini.  Tá kom jólatræið í Havn úr vinabýnum Birkerød, sum nú eitir Rudersdal kommuna, hóast vit neyvan hava gloymt V4 táttin um danska træið úr Birkerød. Hinir vinabýirnir eru Asker í Noregi, Eslöv í Svøríki, Jakobstad í Finnlandi og Garðabær í Íslandi.  Vinabýarsamstarvið, sum eisini er úti í stóru verð og á enskum verður kallað Twin Cities, er til enn, men Havnin er farin úr gamla samstarvinum. Í staðin hevur hon tikið upp samstarv við norðurlend

Hvar fór tað norðurlendska?

Í donsku sjónvarpssendingini Anne og Anders i Norden , sum eisini hevði ein framúr væleydnaðan part úr Føroyum, hava vertirnir, Anne Hjernøe og Anders Agger, í seks pørtum leitað eftir kensluni fyri tí norðurlendska, sum tey siga, um hon yvirhøvur er til, og hvar hon er at finna.  Í sætta og seinasta parti lendu tey í kvøld í Finnlandi og kundu leggja lok á vælskipaðu sendingarnar við einum positivt játtandi útgangsreplikki: Der er en nordiske følelse derude . Hon finst, og er har, bara tú leitar hana upp, norðurlendsku kensluna, og kenslan yvirhøvur fyri tí norðurlendska. Men í Sosialinum fríggjadagin gjørdi Eyðun Klakstein meg varugan við eina regluliga kanning av júst sama evni, sum Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið skipa fyri. Undir heitinum Støtte og skuffelse. Holdninger til nordisk samarbeid hava tey í ár spurt 3400 norðbúgvar, hvat tey halda um norðurlendska samstarvið, og hvat tey halda, at mesta skal gerast burturúr.  Av hesum eru tilsamans 200 fólk úr teim tri

Til lukku Skál!

Føroyski heimildarfilmurin Skál hevur vunnið sína fyrstu virðisløn, New Nordic Voice fyri heimildarfilm, á árligu filmstevnuni Nordisk Panorama, sum fyrr ferðaðist, men nú hevur funnið frið í Malmö, har hon hevur verið í 32 ár, filmstevnan.  Til lukku! Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum: This excellent film is simply full of beautiful moments between two young people who express themselves through music and poetry. This film is the purest expression of a cinematic idea, and it has a wonderful spirit of freedom and love. Mær dámdi væl filmin, tá eg sá hann í Havnar Bio saman við fulsettum sali. Tað var ein heilt serlig uppliving, sum aldri kemur aftur. Tað er bara í heimligum biografum, at tílíkt sæst, hoyrist og merkist. Tí er tað, at filmar skulu síggjast í biografinum.  Vónandi fáa framleiðararnir sítt burturúr, tá filmurin nú kann stroymast á Filmstriben eins og hann kundi frumstroymast á CPH:DOX. Tí nú er hann deyður í biografinum. Tað haldi eg vera spell. Eisini at ein filmur, i

Danskar pínligheitir

  Mynd: Jákup Sørensen Hesa ársins tíð plaga vit at verða mint á, at Menniskjatingið har suðuri í Danmark heldur seg eiga ikki bara okkum, men eisini inuittar í norðurprovinsini.  Og tað slær ikki feil.  Heldur ikki í ár, hóast Menniskjatingið tók myndina burtur nokkso skjótt, tí hóast alt er eisini skomm skapt í onkrum umsitingarligum parlamentarikara, kanska á leið í sama lutfalli sum í sentralprovinsini her hjá okkum.  Spell, tí eg ætlaði at taka eina ordiliga mynd við plakatini til komandi stórfilmin Margretu hinari Fyrstu á borðinum. So tað verður við myndini omanfyri, sum Jákup Sørensen var so heppin at taka og lána mær til høvið. Takk fyri tað.  Hesi mongu farnu árini havi eg í okkara landi møtt eini endaleysari røð av formidlarum úr suðurprovinsini. Tey eru hundrað ferðir størri enn vit, so tey fáa eisini hundrað ferður so nógvan pening at vitja okkum og afturfyri fortelja teirra fólki um okkum.  Eisini koma formidlarar úr norðurprovinsini at vitja okkum at hoyra, hvussu vit k

Nú er danskt staðfest sum fremmandamál

Í dag verður søkt eftir ráðgeva í fremmandamáli til fólkaskúlan, í fyrsta lagi donskum. - Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi, verður sagt í lýsingini frá Námi í dag . Í fólkaskúlanum verður byrjað við donskum í triðja flokki. Lærugreinin er kravd til og við níggjunda flokk. Í tíggjunda flokki er lærugreinin valfrí.  Meðan fólkaskúlalógin ikki sigur nakað um fremmandamál yvirhøvur, uttan at nevna at “annað fremmandamál enn týskt kann veljast”, so verður vegleiðandi sagt í lesiætlanunum, sum eru komnar seinni, at fyrsta fremmandamál er danskt.  Í Heimastýrislógini, verður sagt í grein 11, at “Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Við framløgu av appelmálum skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgja við.” Í

Granska tína andaligu síðu!

Hon er mest bangin fyri at verða útihýst og ikki tikin seriøst sum trúgvandi og sum listafólk. Bangin fyri at verða misskilt. - Men eg havi nógv góð fólk rundan um meg, sigur Dania Oddmarsdóttir Tausen, nú filmurin um hana verður frumsýndur leygardagin undir heitinum Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Í dag byrjar CPH:DOX. Millum teir 177 filmarnar á filmstevnuni er føroyski heimildarfilmurin Skál, sum Maria Guldbrandsø Tórgarð hevur gjørt um Daniu Oddmarsdóttir Tausen. Fyri jól, gav Dania á forlagnum Sprotanum út samnevnda savnið, Skál, við 15 yrkingum.  Dania, sum er 22 ára gomul, er uppvaksin á Toftum og lesur ritlist á Setrinum. Tey tvey árini, hon hevur arbeitt við yrkingasavninum Skál, hevur Maria filmað hana og tey fólk, sum standa henni nær. Føroyski filmurin Skál er í tveimum førum úrvaldur at verða við í kappingum at vinna virðislønir á CPH:DOX. Filmurin verður sýndur á filmstevnuni leygardagin. Tá fer Anna Poulsen at hava samrøður við Daniu, vinkonu

20 teir bestu norðurlendsku filmarnir

Í dag er Norðurlandadagur, sum er ársdagur fyri at Helsingforssáttmálin varð undirskrivaður í finska høvuðsstaðnum í 1962. Tað er grundlógin fyri almennum norðurlendskum samstarvi. Frammanundan høvdu Norrønu Feløgini verið virkin síðan 1919. Skipað norðurlendskt samstarv kann tó skrivast heilt aftur til Kalmarsamveldið í 1397. Og í ár fyllir Norðurlendska Ráðharraráðið, Nordisk Ministerråd, 50 ár.  Meðan fólksliga norðurlendska samstarvið var spennandi fyrr, so er filmur úr Norðurlondum komin í staðin. Hann er ofta nokkso spennandi. Í hvussu er fyri mín part. Søgur við saft og kraft verða sagdar á norðurlendskum biograflørifti, bara tú fært atgongd til teir, norðurlendsku filmarnar, sum eru serstakliga tungir at flyta um grannalandamørk. Men onkuntíð hepnast.  Bara ein árlig afturvendandi norðurlendsk filmstevna er til, og hon er uttanfyri Norðurlond, í Lübeck í Týsklandi, har nýggir norðurlendskir filmar hava verið vístir í 62 ár. Nú Norðurlandadagur er, og koronastøðan ger, at biogr

Flyfrisk ella long-life?

Í vikuni hoyrdi eg frá einum vinmanni, at í Grønlandi brúka tey ofta og títt vendingina flyfrisk um mjólk, sum er nýflogin úr Danmark, og tí kostar hareftir. Annarleiðis er við hinari bíligaru long-life mjólkini, sum er viðgjørd at halda sær longri, júst so sum vanligi brúkarin á staðnum í størri mun ynskir. Nakað sum í Íslandi, har tey settu skelti í kioskvindeygað, tá nýggj donsk vikubløð vóru komin og áskriftin tí segði Ný dönsk , sum eisini bleiv navnið á einum vælumtóktum orkestri har í landinum. Ný dönsk. Herheima er í sama handilsliga innflutningshøpi vanligt at siga: Nýggj vøra heimkomin! Men tá eg hoyrdi orðingina flyfris k í grønlendskum høpi, skilti eg, at týdningurin hevur flutt seg frá handilshillunum til HR økið, tá umræður at fáa nýtt fólk í almenna geiran og fremsta oddin í privata vinnulívinum. Er ein nýggjur persónur rekruteraður úr útlondum til eitt leiðandi starv, so kann verða sagt: “Er du flyfrisk?” í týdninginum, ert tú akkurát komin úr Danmark og tosar tú bara

Ein absurd komedia um at vera menniskja

Foto: Alan Dalsgarð Eftir myndunum at døma sær tað út til, at tað er eydnast Tjóðpallinum at seta fremsta svenska filmsmisantropin, hin kolasvarta skemtaran Roy Andersson (f.1943), á pall á føroyskum. Han er so svartur, at hann glitrar og skyggir sjálvt í føroyska afturhaldsmyrkrinum, tá hann er bestur.  Djúpi lívsvísdómurin hjá Roy Andersson sást longu í filmslýsingum, sum hann í sjeytiarunum gjørdi fyri svenska tryggingarfelagið Trygg-Hansa. Hesir stuttu lýsingarfilmar eru ein fongur á YouTube í dag. Sjónleikurin verður frumsýndur leygarkvøldið 23. januar, og longu í kvøld ber til at hita upp í misantropisku tableautilveruni hjá Andersson í nýggjasta filminum Um tað óendaliga , sum Filmsfelagið sýnir í Havnar Bio klokkan 20. Sjónleikurin Um at vera menniskja er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ” Sånger från andra våningen ”, ” Du levande ” og ” En duva satt på en gren och funderade på tillvaron ”. Norski leikstjórin og leikritahøvundin Torf

Føroyar til útflutnings

Tað er ikki bert stertur, og tað, ið svimja kann, sum í hesum døgum verður flutt úr føroyskum øki til fremmandar marknaðir at gera seg galdandi fyri eini áskoðarafjøld, ið er nógv størri enn okkara.  - Tveir spennandi túrar út í Lítlu Dímun í juni og september í 2014 saman við Hans Peturi Hansen vóru ikki til fánýtis, sigur Uni Arge um filmin "Lítla Dímun - gimsteinurin í sjónum".  - Katrin Streymoy, sum arbeiðir á Mentanardeildini í Kringvarpinum og haðani skundar undir eitt dokumentariskt umbýti, spurdi einaferð, um hon kundi bjóða filmin um Lítlu Dímun út til hini norðurlondini, sigur Uni.  Saman skrivaðu tey eina eksotiska sølulýsing av filminum, og SVT tók av. Í morgin klokkan 17:45 verður føroyski filmurin vístur á Sveriges Television 2 undir heitinum "Lítla Dímun - en juvel i havet". Tey senda filmin aftur 2. og 7. januar.  - Stuttligt er, tá tílíkt eydnast. Kringvarpið býtir um sendingar gjøgnum Nordvision. Svenska sjónvarpið, SVT, valdi eitt árið hendan fil

Skal nú ikki verða loyvt at prædika á føroyskum í Danmark?

Í áratíggju hava teir donsku og norðurlendsku persónar, eg havi kent og samstarvað við í hálva øld, hildið, at tær søguligu tvístøður, og kann henda illstøður, sum hava verið millum ríkispartarnar Føroyar og Danmark, hava verið íkomnar av burokratiskum handilsforvaltarum og embæstisfólki, altíð menn, ið vórðu sendir til de fjerne øer ella høvdu fingið tær til at forvalta.  Annars hava mest sum ongar forðingar av varandi ringum slag verðið millum fólkini í okkara parti av Norðurlondum.  Soleiðis hevur semja verið, í hvussu er millum fólk, sum eru aktiv innan fólksligt norðurlendskt samstarv.  Tað er til enn, fólksliga samstarvið, hóast gongdin, kanska síðan aldarskiftið, er, at alt samstarv, sum fyrr var fólksligt, verður sett í kassar og fyrisitið sum verkætlanir við enskum fyrisitingarmáli. Og so undrast fólk, at eingin áhugi er longur fyri fólksligum manifesteringum, so sum norðurlendskum mentanarvirðislønum. Alt er blivið sektoriserað og marginaliserað, ein verkætlan hjá lesandi mil

Jens Kjeld-Jensen fær umhvørvisvirðislønina

Í kvøld fekk Jens Kjeld-Jensen stóru norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í 2012, tá hann fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. Tá segði dómsnevndin soleiðis um virðislønarmóttakaran: Jens-Kjeld Jensen hevur, síðani hann kom til Føroya í 1970, granskað føroysku náttúruna sum fáur. Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga. Umframt granskingina er Jens-Kjeld millum fremstu miðlarar av náttúruvitan í landinum. Tá ið ampi kemur á fólk um okkurt nýliga innflutt kykt ella plantu, er Jens-Kjeld beinanvegin til reiðar við frágreiðingum av alskyns slag. Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. H

Heimurin í okkara eygum

Um dagarnar rendi eg meg í eitt tíggju ára minni, sum nú aftur fer at verða aktuelt. Hóast høvið bara er ein bók, er evnið í botn og grund so størt sum at definera seg sum tjóð, millum geografi og mentan, tá eitt atlas skal dagførast á móðurmálinum.  Í hesum føri var tað Umhvørvisstovan, sum fyri tíggju árum síðan var vertur fyri Nordisk Kortchefmøde í Havn í 2010.  Tá sjáldsama stóri norðurlendski fakfundurin varð settur í Umhvørvisstovuni hin 29. august hetta árið, bað deildarleiðarin fyri land- og sjókort, Stein Fossá, meg seta stevnuna. Nú eg rendi meg aftur í tíggju ára gamla tekstin, fari eg at seta hann á bloggin, so hann eisini kann lesast. Her er umbidna talan fyri tíggju árum síðan: Velkommen til Torshavn, samtlige gæster og kortchefer. Jeg er redaktør på det offentlige færøske skolebogsforlag, Føroya Skúlabókagrunnur. Dette forlag gav i 1993 ud det første færøske atlas nogensinde, Heims atlas , med Niels Petersen som redaktør.  Nu, 17 år senere, er tiden inde for en revider

Norsk filmsheilsan til Føroya

"Filmhøvding" man vera mest sjáldsama heitið, eg havi fingið á einum jólagávupakka. Soleiðis varð í hvussu er skrivað uttan á norska smápakkan, sum um jólini kom frá fyrrverandi stjóranum á Norsk Filminstitut, Jan Erik Holst. Innihaldið var nýggja bókin To liv - Zwei Leben, sum Jan Erik hevur ritstjórnað, og sum byggir á greinar hjá høvundunum, ið niðanfyri síggjast standandi frá vinstru: Lise Gustavson, Jan Erik sjálvur, Per Haddal, Christian Boe Astrup, Bjørn Olaf Johannessen, Øivind Hanche og fremst fyri eru Jan Kløvstad, forleggjari, Trond Olav Svendsen og Bent Kvalvik. Myndin er tikin á Goethe Instituttinum í Oslo, tá bókin varð liðug. Niðanfyri sæst Jan Erik Holst á bókamessu í Frankfurt í oktober, har hann legði bókina fram. Sitandi við borðið aftast til høgru sæst Linde Fröhlich, sum er stjóri fyri Nordischen Filmtage Lübeck. Jan Erik hevur sent eitt jólabræv til føroyskar lesarar um bókina, og ikki minst um hvussu hugskotið um bókina kom til hansara í jun

Millum filmar

Týsdagin fer Norðurlandahúsið at vísa á stórskíggja í Dansistovuni, hvussu gongst, tá ársins fimm norðurlendsku filmar dystast um norðurlendsku Filmsvirðislønina, sum er 350.000 krónur. Í ár er tað 22 ára gamla suðursámiska Lena Cecilia Sparrok sum handar filmsvirðislønina. Hon hevði briljanta høvuðsleiklutin í svenska filminum Sameblod , sum Amanda Kernell gjørdi í 2016 og Heðin M. Klein innleiddi í Filmsfelagnum. Sjálvur havi eg sæð tríggjar av teim fimm tilnevndu filmunum. Danska filmin Dronningen sá eg í Filmsfelagnum 27. mars í fjør, tá Bárður Højgaard innleiddi. Tá hevði filmurin longu vunnið heimsins størstu filmsvirðisløn, svensku Dragon Award, sum er ein millión krónur. Dronningen er advokatur og umboðar makt, kryddað við ómtandari greði, í donsku yvirstættini. Tað hugtakandi við Dronningen er at kvinnur hava gjørt filmin. Allan vegin ígjøgnum. Í somáta helt eg Holiday vera enn áhugaverdari og í nógv størri mun hava tørv á at verða lyftur fram, sum ein tílík tilnevn