Føroyski heimildarfilmurin Skál hevur vunnið sína fyrstu virðisløn, New Nordic Voice fyri heimildarfilm, á árligu filmstevnuni Nordisk Panorama, sum fyrr ferðaðist, men nú hevur funnið frið í Malmö, har hon hevur verið í 32 ár, filmstevnan.
Til lukku!
Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum:
This excellent film is simply full of beautiful moments between two young people who express themselves through music and poetry. This film is the purest expression of a cinematic idea, and it has a wonderful spirit of freedom and love.
Mær dámdi væl filmin, tá eg sá hann í Havnar Bio saman við fulsettum sali. Tað var ein heilt serlig uppliving, sum aldri kemur aftur. Tað er bara í heimligum biografum, at tílíkt sæst, hoyrist og merkist. Tí er tað, at filmar skulu síggjast í biografinum.
Vónandi fáa framleiðararnir sítt burturúr, tá filmurin nú kann stroymast á Filmstriben eins og hann kundi frumstroymast á CPH:DOX. Tí nú er hann deyður í biografinum. Tað haldi eg vera spell. Eisini at ein filmur, ið er so serføroyskur sum hesin, ikki verður frumsýndur í Føroyum á føroyskum fyri einum føroyskum áskoðaraskara.
Eftir stendur tó, at hetta er tann føroyski heimildarfilmur, sum hevur sagt mær mest, just tí eg sá hann í einum heimabiografi mitt í býnum, har hann er sprottin og hoyrir til, filmurin, sum er millum bygd og bý í Føroyum. Kanska Lívdin í Hoyvík kundi víst filmin? Tað hevði verið spennandi!