Skip to main content

Sjeynda útgávan er nýbrot í plátuskaldskapi


Guðrið Hansdóttir tónleikari og sangari, og Beinir Bergsson, rithøvundur, geva í dag út nýggja LP plátu, "Sýrublað", á plátufelagnum Tutl, har útgávan eisini fæst í 180 gram marble vinyl, klár at leggja á plátuspælaran.

Tekstliga verður sýrublaðið nýtt í útgávuni sum ein mynd upp á nakað, sum at síggja til er líkt fleiri øðrum bløðum, men tá tú bítur í tað, so kemur ein so óvæntaður, sterkur smakkur fram, og somuleiðis leita tekstirnir eftir hesum smakkinum í nærsambandinum millum tvey. Tað sigur góða kunningartilfarið um útgávuna, so hvørt støku sangirnir er givnir út. Fráboðan um kvalitet og virðing av lurtara.

- Eg og Beinir komu at kennast, tá vit tóku útbúgvingina Listaligt arbeiði á Setrinum. Tá byrjaði okkara samstarv, sum síðan bleiv til eina heila plátu, sigur Guðrið í práti, nú "Sýrublað" er á gáttini við nýggju sangum.

- Guðrið er ein so dugnaligur tónleikari. Eg haldi, at hon vísir elastisitetin í tekstunum, tá hon syngur, so ymiskar sjangrur, at okkurt er meira stilli, okkurt reggae og okkurt triðja, har um tú lesur yrkingarnar, so eru tær rættiliga líkar í stíllegu, tó við variatiónum, og mær dámar so væl, at ljóðuniversið hjá Guðrið útfoldar tekstin ordiliga og eisini vísir nýggjar síður í tekstinum, sigur tekstahøvundurin, Beinir Bergsson.

Fyrstu ferð eg varnaðist Guðrið sum ein framúr tónleikara, var tá Tórshavnar kommuna fylti hundrað sum fólkavald kommuna og Føroya Bjór hevði bryggja ein reyða Tórsbjór, sum kundi smakkast í Hornahúsinum í 2009. So hoyrdi eg Guðrið inn hjá Jón Tyril í Gøtudali í 2021.

Hóast hon sigur, at inspiratiónin kemur frá heilt øðrum nøvnum, enn eg hoyri, so havi eg altíð lyndi til at knýta nýskapandi og støðugt leitandi fólkatónan hjá Guðrið til amerikansku Joni Mitchell og hesu megin Atlantshavið bretska Nick Drake. Tey bæði resonera, og skapa eitt heilt egið ljóð- og lurtirúm, tá eg hoyri Guðrið, ikki minst á føroyskum.

Guðrið sigur, undan útgávuni, at hon hevur lagt tað band á seg, ikki at spæla við somu fólkum, sum fyrr, men við nýggjum samstarvspartnarum, og harafturat krøkir hon í fyribrigdið ageism, aldursdiskriminering, sum bara, ella í hvussu er í størri mun, velur yngri fólk og lovar teimum framat. Og tá ein er omanfyri fjøruti sleppa mest sum ongar kvinnur við, meðan røðin av monnum omanfyri fjøruti er langur. So hon hevur tvey eksistentiell stríð ella avbjóðingar gangandi um somu tíð á sjeyndu úgávuni, sum er eitt kent symbol, sjeynda og talið sjey. Eitt heilagt og samstundis gandað lyklatal. Sjey.

Høgni Lisberg, sum Bjarni Árting Rubeksen avmyndaði niðanfyri, er stóri gandakallurin á hesi plátu við nýggju sangum. Gjøgnumskygd, organisk og við eini laiv kenslu, ið skapar eina nærveru, sum er nærri tí komplekst skroypiliga enn tí glatta og kanska yvirproduseraða, sum í ljóðmynd kann verða minni tekkiligt hjá dagsins kræsna lurtara at sleppa inn í. Onkuntíð fái eg umhvarvið av einum flash back-farra av ljóðymdini hjá "Hørpuspælaranum" hjá Hanusi G. Johansen, soleiðis sum eg minnist framløgukonsertina.

Tekstirnir snúgva seg um nærsambond, teir trupulleikarnar sum standa upp í einum parlagi. Tekstirnir leita til plantur og djór í Føroyum og royna at nýta hesi til at skilja parlagið á ein nýggjan hátt, tekstirnir spyrja, um parlagið og minnini saman broytast, um náttúran er við í mátanum, vit tosa við og um hvønn annan. Okkurt bendir á, at politiska skipanin og mentanarliga fyrisitingin, mentapolitikararnir og skrivstovukrakkarnir, eiga at verða ítalusettir.

Tí burturfrá má eg sum lurtari, brúkari og ummælari í einum politiskum veruleika sanna, at tungt er at arbeiða móti ítróttini, sum sigur seg vera mentan, og hendinga ferð list eisini, í hvussu er tá skattafíggjaðar og politiskt samtyktar íløgur skulu gerast. Tá er ítróttin mentan. Einasta forpliktilsið í aftarlagað partinum í samgonguskjalinum, ið varð lagt fram í gjár, sum ber fátæksliga bringumerkið mentan, er, at ÍSF skal stuðlast fíggjarliga. Soleiðis kunnu vit sláa okkum til táls komandi fýra árs tíðina. ÍSF stendur politisku skipanini nær og hon, politiska skipanin, fær nyttu úr henni. Tí er tað einasta adresseraða mentanarliga forpliktilsið hetta politiska fýraáraskeiðið. Fílabeinstornið ÍSF, sum longu fær 18,7 milliónir í studningi á Fíggjarlógini, og nú við orðsins lyfti skal stuðlast fíggjarliga í galdandi samgonguskjali komandi fýra árini. Starvsfólk, nevndir, umboðsting og starvsnevnd kosta at reka. Restin í mentanarkapitlinum eru óforpliktandi sjálvfylgiligheitir. Uttan nevnda losjan. Ikki eitt orð í samgonguskjalinum um nýggju listagreinina film heldur, hvørki undir mentan ella vinnu. Sum at lesa nevndarsamansetingar, almennar og privatar, og hoyra óbroytt kór og somu kórsangir og somu útsetingar alt títt lív í Útvarpinum, til alt er yvirstaðið og øll fella frá. Tað var tað. Alt hildið saman av onkrari orsøk, sum í hvørt fall ikki er mentan, men aldri er langt frá teirri makt, sum er í marknaðarføring og at fotografera politikarar saman við, at tryggja teimum valdið. At bestemma yvir einum útrykki og halda onnur burtur. Og ímeðan gongur lívið. Gerandislívið í boblum, stættum og antropologiskum kanningum, ið hvør fyri seg hava sum endamál at sitera hvørja aðra, fyri aftur at fáa stuðul, so ikki slepst út aftur úr fílabeinstorninum. Útinnandi mentanararbeiði, sum við plátukeypi frá Tutl, ella við at loysa eina bilett til seinasta biografin í Føroyum, koyrir uppá "Freewhelin'", sum Bob Dylan kallaði søguligu LP-plátuna í 1963, í frígiri, leys og óheft, á eini súklubreyt, sum hvørki er til, umhugsað ella strikað av. Heilt vist tann plátan, sum flutti flestu mørk í plátuídnaðinum og skapti nýggjan resonans og klangbotn í miðlunum við sangum sum "Girl from the North Country", "Masters of War", "A Hard Rain's a-Gonna Fall" og"Don't Think Twice, It's All Right", ið sementeraðu uppáhaldið um sjangruna plátuskaldskap. Fyri trýogtrýss árum síðan.

Tað, sum eg í dag haldi vera eitt plátuskaldsligt nýbrot, er í hesum føri, at tú sum lurtari fært andarúm í teim skaldabornu og rúmliga luftigu orðunum, ið ikki eru stevfast doserandi uppá rím, skorið sum dálar niður í meg sum lurtara, so eg komi í andaneyð og ikki fái hugsað ein sjálvstøðugan tanka, meðan eg verið togaður gjøgnum sangin, ið helst vil telja alla heimssøguna og helst eisini stilla seg røttu megin friðarlinjuna, sum sungið varð fyrst í sekstiárunum. Nógv er broytt síðan tann hevdin tók seg upp við fólka- og mótmælissangarum, hóast tað ikki altíð hoyrist. Hesa seinastu øldina hava vit fingið okkara egnu sangarar og plátuskøld, sum grundaran kára p og Martin Joensen, og nýggjasta parlagið, Marius og Hans Jacob Kolslíð, sum nýliga eisini hevur skrivað "Hví søki eg mær líðing" til Stanley Samuelsen. Og so øll hini støku nøvnini, eg ikki skal nevna her, og nú eisini tey bæði Guðrið og Beinir, ið skilliga hava funnið eitt markamót, interface, at dyrka fríu, organisku listina á, leysa av øllum avmarkandi mørkum, vit vanliga seta, hava tey útinnandi ikki longu sett tey sjálv. "Har bylgjan leikar", sum mest konformi og mest seljandi føroyski bólkur, Tónlist av Strondum, sungu í 1981, ikki fyri tað góða, annað enn gomlu kvøðuljómarnar til sjófólkið. Samstarvsúrslitið hjá Guðrið og Beinir er í mínum oyrum framúr væleydnað í sjálvari samanrenningini millum listagreinarnar tekst og ljóð, og ikki minni nýskapandi í ljóðblandi og -mynd, niður í minstu smámunir og rútmiskt førkandi detaljur, fyri at brúka heitið á fyrsta sanginum.

Umframt Guðrið Hansdóttir, er Lena Andersen ein, ið skrivar seg inn í kjalarvørrin av hesi hevd og siðvenju, og í hesum døgum flytir mørk, aktivt skapandi og nýdefinerandi, nú millum normalietshugtakið og tað sálarliga viðbrekna, psykan og sálin, sum verður hildin fram sum frí, sálin, sum er í góðum hondum. Eins og tómi stólurin, hugtakandi nýbrot á føroyskum máli, sum vitborið og ikki politiskt glintandi, leggur djúpt reflekterandi tankar fram. Gleði meg til hennara komandi føroyska heildarsavn, sum vit nú hava hoyrt tríggjar sangir úr. Framúr. Greta Bech Svabo viðger á "Beautiful Obscenery" á sama hátt tað persónliga, sum fer í mark og harvið flytir mørk, tí tað er ikki konventionelt, fasthaldandi ein marknaðardominans, men søkjandi í hvørjum orði, tóna og útseting. Av hesum er "Sober" ein av sterkastu sangum í heilt langa tíð. Og hon kemur út í síni heild henda sama dag, í dag. Ein stórur dagur fyri plátuskaldskap.

Tað er vár í rútmiskari føroyskari plátuútgávu. Og tað er bara tað, sum er komið fyri míni oyru. Og tað bara higartil. Stórfingið er tað, í einum landi sum politiskt ikki ofrar mentanini ein tanka, uttan hon eitir ÍSF, føroyska skattafíggjaða mentanin.

Føroyskt mælta útgávan "Sýrublað" er undangongudømi at prógva, hvussu listaliga útinnandi og hart arbeiðandi mentafólk kunnu samstarva og føra fram teirra avrik, okkum til ómetaliga forvitnisgleði, so vit fáa eitt kvalitativt várupplivilsi, sum merkantila vinnan ofta kallar tvey fyri eitt, at fáa double up, tvífalt so nógv, sum tú ætlaði, tá tú bestilti. Tað er mín kensla við útgávuni í hondini, har listagreinarnar orð og tónar møtast og skifta høgg, sum orðabókin sigur um danska at krydse klinge og á enskum exchange blows. Takk fyri kvalitativu samanrenningina á listaliga avrikinum "Sýrublað".

Øll makt til tey, ið vilja bróta maktina.

Imponeraður yvir listarligu konditiónina og ambitiónina hjá Guðrið, kann eg ikki siga annað enn, at tað er gott, heiðurligt, ja fantastiskt, at bróta úr fastlæstum runddansi, ið fer burtur frá einum ekkókamari av tí sama, er eitt egið listaligt úttrykk, ambitiónsniveau og drívmegi, sum mær dámar væl, tí so nógv stadnað mentan verður dyrkað og útint við teim somu, usual suspects, har nýggj ikki sleppa uppí, tí tað fyri mær at síggja ræður um at halda útrykkið fast og gera av, hvat kemur fram og út og á landsins pallar. Tað er sum til politiska valið, vit akkurát hava havt. Alt er um at gera, at halda fast uppá tað sama gamla, og fyri alt í verðini ikki lova nøkrum nýggjum uppí. So missa vit bæði andlit og maktina. Takk til Guðrið og Beinir fyri tað dirvi eg hoyri, síggi og fysiskt kenni í teirra samfingnu útgávu og virksemi. Tað smakkar væl í hvørjum orðið og vendum tóna.

Detaljurnar 3:43

Róligt, hammond líknandi keyboard og so serliga ein mjúkt sleikjand steel gittari, so dulcimer ella harpischkord líknandi ljóð, nær og fjar í rúminum, eins og røddin gevur skiftandi perspektiv. Spennandi bretskt amerikanskt univers millum Nick Drake hesumegin og Joni Mitchell hinumegin Atlantshav. Fái illa flutt meg úr tí lurtarapositiónini. Sjálvur haldi eg tað er gott, og gevur mær eitt peilipunkt, sum í mínum plátusavnið er týdningarmikið, sum at seta kós, hvessa oyrini og skapa vónir og eina bíðandi væntan. So er klárt. "Detaljurnar" er ein góð upplatandi byrjan.

Sitrus 3:21

Ljósur við inkluderandi handrútmum, og steel, sum er merkiliga gott at lata upp fyri orðum, fremst í lagaliga strúkandi ljóðmyndini. Her eru góð orð: lúsakullan, smakka húð, vørrin, sýrublaðið, nærvera, og so niðurlagið: Regnið er tað einasta, vit síggja tá vit blunda, sum í "Have you ever seen the rain". Summarligur sangur alt árið. "Sitrus" er lyklasangurin á plátuni.

Oyralippan 3:15

Í skapi og útseting ein fangandi barnasangur við latínamerikanskum reagge rútmum. Her er smakkur, oyralippan og sjógras, organiskt og karibiskt við stáltrummum. Fangandi orð, fangandi lag, fangandi instrumentering og trummur og bassur fremst í ljóðmyndini, ikki minst ein voice over um at dyppa í Sandagerði. Organiskt nærverandi. Eg sprelli við beinunum, anda, góði, kom upp undan aftur. "Oyralippan" er ein lívsjáttandi og mest sum religiøst ákallandi summarsangur, har havsvimjarar møtast.

Reyðir kjálkar 3:33

Hetta er fyrsti sangur, sum bleiv til í savninum. Støð eru akkerspunkt. Vit eru undir Vørðufelli á fjøllum, ikki so høgum, í Vágum, meðan Tindhólmur sæst. Fjálg minni í kulda, eitt lukkuligt mist barnaumhvørvi í nútíðarfrásýni, poetiskt sett til tónleik, ella øvut, tónleikurin settur til orð, so perfekt match er henda paring millum sang og orð. Laurel Canyon hjá Joni Mitchell og teimum, so sum mínar ljóðreferensur siga mær og mínum sansaapparati, at hetta er og skal skiljast í mínum oyrum, opið og ljóst niðan eftir og so oman í fjøruna. Og so við einum feitum elgittara omaná. Góð stigvís gongd í kompositiónini. Millum kulda í náttúruni og hita í kroppinum. Komplekst men tó einkult í orðum, tónum og instrumentering. Sorgblíðir við yndi eru "Reyðir kjálkar" plátuskaldsakapur av hægsta karati, hástøkk, haldi eg.

Loðbressan 3:09

Gittar, floytir og klarinett, sum hjá Ian Anderson, sum mundi gingið burtur við mann og mús í íðuni út frá Mjóvanesi, tá Listastevna Føroya var. Ein avbjóðing í heiti, loðbressan, og í fyribrigdi, ein fluga. Ein symfonisk niðurferð í djóraríkið beint fyri okkum, men undir sólini. Einføld akustisk instrumentering, sum hjá Magna Carta á "Seasons", og ein farri av Jethro Tull "We used to know", "Inside" og "Skating away on the thin ice of life". "Loðbressan" er ein lovandi innføring í árstíðina við teskandi fluguni, loðbressuni, sum nú kemur við sólini.

 Grús 4:13

Intro við Una Leitistein, sum sigur kendu útvarpsorðini "spika hamrandi feitt". Leikandi lættur sangur, sum súklandi avstað, spyr, hví eri eg so bangin fyri at liva. Um grúsið, steinin, í skónum. Ein temasangur fyri alla útgávuna, og hin fyrsti eg velji at lurta eftir, tí teksturin leggur up til tað. Sum at vera í stilvum uttan hosur. Væleydnað samanrenning. Luftig. Og so kemur ein samrøða við Una Leitistein. Stuttligt perspektivgevandi break inn yvir sangin. "Grús" er ein greitt upplatandi byrjunarsangur um ekka, sum kanska, kanska ikki, knýtir seg at einum steini í skónum. Kanska er hann ikki har. Í prátinum teirramillum, framløgudagin, fær hann eina meta funktión.

Epoxy Primer 4:15

At hava eitt rokkplátusavn hevur eisini sínar forðandi avmarkingar, soleiðis at tú per definitión leggur ein karm, ið krøkir um og í tað, tú hoyrir. Tá eg kom til henda sang, fór eg beint til útgávuna hjá Sting og "Soul Cages" frá 1991 um pápan, sum arbeiddi á skipasmiðju í Newcastle og enntá nevnir The Stones of Faroe í "Why should I cry over you". Tað er hatta við referensurammum og latentum tulkingum, sum hava tað, at skapa nýtýdningar, sum fara inn í søguna og taka hana av ræði, ella í hvussu er ger tær ein ready made karm at skilja og tilogna tær søguna. Sjálvan máldagin spyrji eg Beinir, sum er formaður í Málráðnum:

- Hvør er inspiratiónin til fantastiska sangin "Epoxy Primer"? Havi Sting og "Soul Cages" fyri mær. Men nei, tað er ikki altíð, at eg sum lurtari havi lykilin til fatanina, lukkutíð. Beinir svarar:

- Allir tekstirnir, sum eg havi skrivað á plátuni, eru í grundini yrkingar, akkurát epoxyprimer stingur burturúr, tí evnisliga viðgerð teksturin öðrvísi myndir. Men eg vildi hava ein tekst, sum var eitt kontrapunkt til allar hinar tekstirnar; altso hvat er tað mest eitrandi evni, eg kundi koma í tankar um: epoxyprimer. So mátti teksturin fara har, sum tað evni verður brúkt: á bedingini. Men har er eingin beinleiðis íblástur til akkurat tann tekstin. Eg havi altíð verið fasineraður av Akilles og Patroklus, sigur tekstahøvundurin, Beinir, um mín yndissang á nýggju plátuni hjá Guðrið Hansdóttir, "Epoxy Primer". Tá tulkingarrúmið verður tað, sum ein luktur av skipsmáling elvir til.

Vit bæði 2:36

Psykedeliskt mellotronlíknandi baryton ljóð, parað við steel, klaver og tjúkkur bassur í botninum. "Vit bæði" er gott og kontant ljóðspor úr grunge tíðini heilt aftur til the Doors.

Uttan meg 4:30

Bátsmaðurin, Nick Drake, er nú púra klárur fyri mær, sum í "River Man" og "Time has told me", mín desert island sangur. Hvønn veg fara vit bæði í sanginum. Klárheitin í akustiska gittaranum er organisk og djúp, ein feril av keyboard innyvir, so umaftur í einum føstum rútmikki, og so keyboard aftur, ein hugtakandi ljóðmynd, nú við kóri, gandakend, sum í einum skógi á Nothingham leiðini er útgangssangurin. Hvar fara vit, og planleggur tú framtíðina uttan meg. Tað er "Uttan meg".

Til lukku við útgávuni, og takk fyri at eg slapp at lurta við.


Konsertmyndirnar er úr Nólsoy, tá StOVEkonsertir vóru 4. apríl.


Comments