Skip to main content

Posts

Sterkur týskur filmur mikudagin

Í týska filminum “Systemsprenger” (Nora Fingscheidt 2019) fylgja vit níggju ára gomlu Benni, sum er ein hvirluvindur í pinklittum dýnujakka. Men Benni, sum er uppi ímótum øllum, er eisini ein mynsturbrótari. Hon er kastibløka millum stovnar, ið ikki megna at lofta hennara markleysu øði og at síggja til harðrendu atferð. Men tað einasta, ið Benni ynskir, er at vera aftur hjá mammuni. Men mamman dugir ikki at vera um hana, og enn minni at standa við ótilrokniliga atburðin hjá dóttrini. Myndugleikarnir eru um at geva upp, tá Micha kemur á stovnin at arbeiða. Tað eydnast honum at koma á tal við Benni og fáa hana at opna seg. Benni knýtir seg so tætt at honum, at Micha má seta mørk millum tað professionella og persónliga. Varin og ótrygg ganga tey bæði á eggini, sum hvørja løtu kann forkoma teirra vinarlagi. “Systemsprenger” er fyrsti filmur hjá týska leikstjóranum Nora Fingscheidt (f.1983). Ungi høvuðsleikarin, Helena Zengel, brennir beint gjøgnum løriftið og hevur hugtikið a

Ambitiónirnar eru tengdar at fólki á staðnum

Við arbeiðssetninginum um eitt nýtt føroyskt Skúlanet hevur Andreas Simonsen ferðast kring landið at kanna, hvussu KT-støðan er á ymsu skúlunum. Rannsóknararbeiðið er tengt at Heildarætlanini “Saman um eina trygga KT-loysn” , sum Undirvísingarstýrið stendur fyri saman við KT-vinnuni, Námi og Próvstovuni, har Andreas starvast. Í Heildarætlanini, sum fríggjadagin varð handað landstýrismanninum, Jenis av Rana, í Norðurlandahúsinum, verður sagt, at “stovnaður verður ein KT-felagsskapur fyri fólkaskúla, miðnám og hægri lærustovnar, “Skúlanet”, svarandi til tað, Landsnet er fyri teir almennu stovnarnar.” Nú rundferðin nærum er av, sigur Andreas, at KT-støðan og nýtslan er ymisk frá skúla til skúla og frá kommunu til kommunu. - Tað er upp til leiðslurnar á staðnum, at raðfesta KT. Frá nøkrum kommunum er tað oyramerkt til KT og frá øðrum kommun er tað ein skúlaleiðsluavgerð, har tey fáa ein posa av pengum. KT-ambitiónirnar eru tengdar at KT-fólki á staðnum. Nakrir skúlar hava flokss

Gunvá selur út!

Um dagarnar lýsti starvsfelagin, Gunvá Magnussen, á Facebook, at hon fór at selja bæði klæði og skógvar, sum hon sjálv hevði brúkt. Fekk hug at spyrja hana, hvussu er at sleppa persónligum brúkslutum sum klæðum og skóm á henda hátt, at lata tey skifta hendur og eigara - og kanska síggja eina fremmanda kvinnu í eins egnu klæðum mitt á gøtuni ein skjønnan dag, og um Gunvá hevði farið at tosað við hana og givið henni ráð, um at seta litir saman og velja røttu skógvarnar, belti, taskur og make up, og ja, so steðgaði eg mær sjálvum at grópa longur niður í eina higartil ókenda kvinnuliga síðu, tí Gunvá brýtur meg av og sigur, hvussu væl henni dámar, at tað er blivi vanligt, at selja klæði á Facebook. Á jú! - Mær dámar væl, at serliga tey ungu hava tikið endurnýtslu av klæðum til sín. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvat onnur finna uppá við tínum gomlu klæðum, tí eg vænti ikki, at tær, sum keypa míni brúktu klæði, brúka tey á sama hátt sum eg, og tað haldi eg er super, sigur Gunvá,

Ein gongubrúgv í Tinganesi

Eftir at hava ligið á havsins botni í eina tíð, er bonkurin komin undan kavi aftur og settur á helluna i Tinganesi, har hann stóð. Veit ikki nær ótangar hava skemtað sær við at blaka bonkin á bláman. Og tað er eisini líka mikið, tí nú er hann komin afturíaftur, so til ber at njóta sýnið yvir Vestaruvág henda seinsummarsunnudag. Tað kundi havt verið so nógv verri, tí einaferð í fimmti árunum var bara ein atkvøða á muni, tá kommunan vildi javna Tinganes við jørðina og stoypa skýskravarar úr betongi framvið øllum nesinum. Lukkutíð bleiv ikki soleiðis. Burtursæð frá einum pyromanbrandi í 1950 er alt intakt. Tó, eru knøini ring, er ikki ráðiligt at fara runt Tinganes, Skansapakkúsið, Vektarabúðina og Sjóbúðina og niður í trappurnar at seta seg á bonkin, sum sæst omanfyri. Tú skalt vera eins fimur og smádreingirnir vóru fyri hálvari øld síðan, tá vit sum ongan ting tóku okkum fram við klettununum og inn til ytstu neystini undir Bryggjubakka, har Hanniboy býr nú, og til kajkantin

Ein nýggj dýrtíð dagar undan

Á veg í felags skrellspannina, har vit koyra ódálkað pappír til jarðiska endurnýtslu, varnaðist eg í morgun eitt nýtt tilboð millum verðsligu bløðini, sum hvørja viku lýsa og larma við enn størri og betri vørum, sum eg ikki visti vóru til, og enn minni haldi, at eg skal forkela meg við beint nú. Tí fara øll hesi brandnýggju lýsingabløð tað beinu leið í skrell, men ikki fyrr enn eg havi frígjørt tey úr jarðiska líkposanum, sum postmaðurin varisliga leggur í mín plastkassa, sum allar aðrar dagar stendur tómur og óbrúktur, bara ikki henda dag í lýsingini. Í hesi postmodernistisku tíð, sum er eyðkend við ongum posti, sprakk tilboðið frá hesum eina blað frá seinastu vitnum heimsins í eyguni. Millum mínar uppstandilsistankar um, at ein og hvør spard króna er tvífalt vunnin, og at besta og mest solidariska tilboð burdi verið "Spar alt - keyp einki" ella "Keyp alt - spar einki" fyri tey lættkeyptu, dvøldist eg eina løtu við hetta nýggja tilboð millum gylta konfekt fr

Er hon lesbisk ella ikki?

Sunnkvøldið sá eg amerikanska filmin Freeheld , ið byggir á veruligar hendingar, har tvær kvinnur í parlagi ikki sleppa at gera av, hvør teirra skal fáa pensiónina hjá henni, sum situr í einum góðum løgreglustarvi og brádliga gerst deyðasjúk. Saman hava tær keypt eini hús, ið hin eftirsitandi ikki hevur ráð at gjalda. Góður amerikanskur filmur, sum setur hugsjónina um javnrættindi á breddan. Men so kom mær til hugs tær atfinningar, ið nýliga hava verið frammi um leikarar, sum á filmi spæla annað enn tað, tey sjálvi eru beint nú, sum um filmurin ikki var fiktión, men veruliga filmaður veruleiki sæddur við einum Gudseyga í tí høga, har indiánarar, um teir medvirka, eru so troyttir av lívinum, at teir hava teknað seg at vera við í kovboyfilminum fyri at verða skotnir og doyggja. Fyri hálvt hundrað árum síðan var líknandi lívligt kjak í føroysku heimunum, um Ian Gillan var trúgvandi, nú hann hevði átikið sær høvuðsleiklutin í Jesus Christ Superstar. Fór at leita, um filmstjørnan

Hans Baianstovu á Lorry

Navnið fornoktar seg ikki, tá barr og matstovuleiðarin á Lorry í Oslo trínur út í tún. Tað er Hans Baianstovu. Jú, hann er úr Føroyum, foreldrini eru føroysk og úr barnaárum minnist hann klárt, hvussu saltstroytt skerpikjøt smakkaði uppá breyð, nýbakað, angandi føroyskt rugbreyð. Men hvussu bar tað til at starvsleiðin lagaði seg soleiðis, at Hans kom higar á Lorry at stíla fyri á einari tí søguríkastu matstovuni og úrvalsríkastu barrini í norska høvuðsstaðnum? - Eg byrjaði sum heilt ungur at arbeiða sum barista á kafé, so bleiv eg barback og ryddegutt , sum gongur til handa og rennur til og frá í barrini, og síðan á eini náttklubbabarr. Eg elskaði tað frá fyrstu løtu, so eg tók skeið í at reka barr, bleiv barrstjóri á trimum-fýra náttklubbum í Oslo í tíðarskeiðnum 2007 til 2011. So fór eg til Melbourne í Avstralia og arbeiddi eitt hálvt ár á einum stað, sum var tailendsk matstova, náttklubbi og týsk ølhøll. - Et veldig kult sted, og Melb hade mye av det som poppet opp i Os

Maskukontekstur

Í ár var eitt sjáldsamt høvi at taka hesa mynd á ólavsøku. Ikki tí, í útvið tjúgu ár hava fólk savnast akkurát her, á Doktaragrund at hátíðarhalda tað, sum vit hefta at hugsanini um ein tjóðardag, og hvussu langt vit eru komin í strembanini at skapa skilning fyri hesi hugsan, og síðan at skipa eina føroyska tjóð við undirtøku í fólkinum. Í gomlum døgum vóru fólkafundir júst her, so komu parkeringsplássini, sum enn standa við, og seinastu árini er tað Unga Tjóðveldi, ið hevur tikið siðin til sín at hava fólkafundir millum søguligu veggirnar, ið minna okkum á, at alt hevur sína tíð. Møttu vit júst hesum fólkahópi og vistu einki um kontekstin ella savningarmentanina, so hildu vit ivaleyst at hetta vóru nýkomin ferðafólk av einum streymlinjaðum ferðamannaskipi úr nýggja heiminum, sum við munnbindi frammaní komu í land at manifestera ástøðufundin við myndatóli eina evarska løtu fyri vinfólkum í tí fremmanda, rætt sum Marco Polo og aðrir rannsóknandi landkannarar í fyrndini. Tá høv

Í talgildum einsemi

Mikudagin 19. august innleiddi Gitte Klein, sálarfrøðingur, franska filmin Celle que vous croyez , sum hevur enska heitið Who you think I am og dannska heitið Forført . Høvuðsleikari er 56 ára gamla stjørnan Juliette Binoche og leikstjóri er 52 ára gamli Safy Nebbou. Tað er Filmsfelagið, sum skipar fyri. Gitte er aktuell við bókini Talgilda framtíðin - hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt. Her er inngangurin: Social Distancing merkir nakað tað sama, sum at vera sosialur og halda frástøðu. Ella at vera sundur og saman. Hetta heitið fór veruliga at gera um seg, samstundis sum alt fleiri børn og ung fóru at nýta meiri og meiri tíð við online spølum, í hvør sinum kamari og ofta í hvør sínum landi. Sum tímarnir í einsemi øktust, fór samfelagið at bera í bøtuflaka fyri atferðina. Børnini vóru sosial, tey vóru bara saman á eina annan hátt enn fyrr, á ein hátt sum var júst eins góður og aðrir mátar. Hetta eru nýggjar tíðir, og nýggir møguleikar, varð sagt. Og tey, sum varlig

Fýramannafar flotað á Gitche Gumee

Seinastu árini hevur exil-føroyingurin, Torfinn Hansen, tikist við at smíða eitt fýramannafar. Báturin er skaptur inni í skóginum við Lake Superior* í Kanada. Nú er flotta farið endiliga flotað slakar 5.000 kilometrar úr Føroyum. Sum myndin vísir, flýtur báturin væl á verðins víðasta vatni. Hann hevur vakurt og harmoniskt spring. Fýramannafarið hjá Torfinni er skitsað við íblástri frá fotomyndum og upplýsingum úr skipalistanum og bókini hjá Andras Mortensen um hin føroyska róðrarbátin. Listarliga skapið er tó eisini tikið úr kensluríkum minnum. Í fimmtiárunum plagdu Torfinn og barndómsvinurin í Havn, Rógvi Holm, at meta, hvussu ymsir bátar bóru seg. Fúrstaligt far Á hesum nýggja farinum eru 19 føtur og 10 tummar millum stavna; tað er tveir tummar undir eitt fýramannafar. Reisingarnar eru sum á røttum føroyskum báti, men stavnarnir standa tó nakað hægri fyri at gera bátin meira fúrstaligan. Tollarnir lena væl út, men sjálvur báturin er ikki so væl útlagdur. Næstovasta

Varskó: Handaverk og list skal á breddan nú!

Katrin Bech, verkætlanarleiðari, og Eyðun Gaard, stjóri í Námi  (foto: Árni Øregaard) Fyri Nám hevur Katrin Bech, verkætlanarleiðari, síðan ársbyrjan kannað og kortlagt lærugreinina handaverk og list og borið saman við støðuna í øðrum londum. Støðan er ikki góð, men nógv kann gerast  Orsøkin til kanningina er at finna í samgonguskjalinum, har sagt verður, at neyðugt er at styrkja kreativu og handaligu lærugreinarnar. - Tað var júst hendan arbeiðssetningin, eg fekk frá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, og síðan at gera eina roynd at finna fram til átøk, hugskot og loysnir, ið kunnu styrkja handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin. - Fleiri orsøkir eru til, at fakið ikki hevur ta rúmd, ið tað eigur, sigur Eyðun og vísir á, at í kjalarvørrinum á Pisa-kanningunum hevur stórt fokus verið á lestrarfakligu lærugreinarnar í hádeild, sum helst hava skúgvað handaligu lærugreinarnar til viks. Pisa-sjokkið - Í Noregi hava tey tosað um ”Pisa-sjokkið”, og rákið hjá okkum, sum er, at fles

Hvør er besti filmur í Norðurlondum?

Altjóða filmstevnan í Haugesund er av og eins og á hvørjum árið endar hon við at kunngerða, hvørjir filmar eru í uppskoti at fáa Filmsvirðislønina hjá Norðurlanda Ráðnum, sum er 350.000 danskar krónur. Í bókstavarøð eftir upprunalondunum eru hesir fimm spælifilmar í uppskoti: Danski filmurin Onkel , sum Frelle Petersen hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Dómsnevndin sigur um filmin: "I Onkel er alt småt – ikke forstået som ’ubetydeligt’, ’ligegyldigt’, ’bagatelliseret’ og ’banalt’, men som ’alment’, ’lokalt’, ’ydmygt’ og ’rendyrket’. Onkel ser det store i det små. I filmisk sammenhæng hører det bestemt til småtingsafdelingen, at en ung kvinde drømmer om at opleve verden, men samtidig føler sig bundet til den handicappede og ensomme onkel, der har opdraget hende. Men Onkel rammer netop de store følelser i et af livets mange små valg rent … renhjertet. Uden filmstjerner, med amatører, på en almindelig gård, på en lille dialekt i et glemt hjørne af fjerne Sønderjylland

Tveir góðir á Netflix

Hóast tað ikki er politiskt korrekt í hesum døgum at viðmæla stroymingtænastur heima á sofuni, nú biografar stríðast við at bjóði fólki góðar filmar, sum eru nýggir og viðkomandi, vil eg kortini bróta hugsaða fiskibannið, tí eg havi drigið tveir góðar á Netflix.  Ein amerikanskan, Uncut Gems , sum fær meg at revurdera Adam Sandler, og en pólskan, The Hater , sum loftar nýggja føroyska hugtakinum talgildsbúgving. Amerikanski filmurin Uncut Gems er gjørdur til Netflix og stroyming. Høvuðsleikarin, sum í tveir tímar og eitt korter myndar filmin, er Adam Sandler, ið eg higartil fyri alt í verðini havi roynt at sloppið undan, tí hann er so infantilt stupidur. Nú hevur hann fingið uppreisn í leiklutinum sum diamanthandlari í New York, sum er í konstantari skuld, tí hann er eisini ein vónleysur gamblari og góðtrúgvin spælifuglur, sum krossar leiðina hjá gírigum veðlánarum, ið við gleði fær meg at hugsa aftur á Rod Steiger í The Pawnbroker um jødan, sum við diskin hevur gloymt, hvat gjørt va

Henrik Kaufmann - “I kongens navn”

Inngangur hjá Hans Andrias Sølvará, sum er dekanur og professari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparseturi Føroya, tá Filmsfelagið mikukvøldið hin 12. august sýndi nýggja danska filmin “Vores mand i Amerika”: Tá ið Danmark varð hersett av Týsklandi 9. apríl 1940 vórðu umboðsfólk Danmarkar uttan fyri tað hersetta Danmark sett í eina tvístøðu, sum veik frá støðuni hjá eitt nú umboðsfólki Noregs. Danska stjórnin valdi at vera sitandi og samstarvaði við týska hersetingarvaldið, meðan norski kongurin og norska stjórnin rýmdi úr Noregi til London, har stjórnin arbeiddi saman við bretum um at fría Noreg frá týska hersetingarvaldinum. Sendifólk Noregs í øðrum londum kundu tí vera trúgv mótvegis norsku stjórnini, sum var í útlegd í London, og samstundis stríðast saman við teimum sameindu ímóti fasistisku samgonguni. Sendifólk Danmarkar komu hinvegin í eina tvístøðu, tí tey antin máttu umboða eina stjórn, sum samstarvaði við fasistisku samgonguna, ella eisini máttu tey leggja sjó