Skip to main content

Gunvá selur út!


Um dagarnar lýsti starvsfelagin, Gunvá Magnussen, á Facebook, at hon fór at selja bæði klæði og skógvar, sum hon sjálv hevði brúkt.

Fekk hug at spyrja hana, hvussu er at sleppa persónligum brúkslutum sum klæðum og skóm á henda hátt, at lata tey skifta hendur og eigara - og kanska síggja eina fremmanda kvinnu í eins egnu klæðum mitt á gøtuni ein skjønnan dag, og um Gunvá hevði farið at tosað við hana og givið henni ráð, um at seta litir saman og velja røttu skógvarnar, belti, taskur og make up, og ja, so steðgaði eg mær sjálvum at grópa longur niður í eina higartil ókenda kvinnuliga síðu, tí Gunvá brýtur meg av og sigur, hvussu væl henni dámar, at tað er blivi vanligt, at selja klæði á Facebook. Á jú!

- Mær dámar væl, at serliga tey ungu hava tikið endurnýtslu av klæðum til sín. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvat onnur finna uppá við tínum gomlu klæðum, tí eg vænti ikki, at tær, sum keypa míni brúktu klæði, brúka tey á sama hátt sum eg, og tað haldi eg er super, sigur Gunvá, sum býr á Argjum og er uppvaksin á Eiði.

- Eg keypi eisini í endurnýtsluhandlum og endurnýtslu á netinum her í Føroyum. Eg bíleggi ongantíð klæði av netinum, tí eg vil passa klæðini, áðrenn eg keypi tey.


Haldi ikki, at nakar eg kenni, gongur í so sprelskum og litríkum klæðum og skóm sum júst Gunvá, so eg setti mær fyri at spyrja nærri um klæðini, um hon kanska var vaksin úr øllum, nú hon setti so nógv til almenna sølu á netinum?

- Nei, eg eri ikki vaksin úr nøkrum av klæðunum, sum eg havi sett til sølu á Facebook 🙂, men tvey av pørunum av skógvum klári eg ikki at brúka longur, teir eru ov høgir. Teir bláu og lilla skógvarnar havi eg stutt síðan keypt á netinum, og teir kann eg bara brúka sum sitiskógvar, og tað tími eg ikki ordiliga, sigur Gunvá, sum til gerandis er ritstjóri í Námi.

Tá eg hyggi eftir klæðunum og skógvunum á myndini omanfyri, leggi eg beinanvegin til merkis teir sermerktu litirnar, sniðið og tilfarið. Eg haldi fyri vist, at hetta er ikki vanlig meturvøra, og neyvan klædnamerki eg finni á hvørjum hornið, ha?

- Klædnamerkini, sum eg havi, eru alt møguligt, eg kenni ógvuliga lítið til klædnamerki, og kann tí ikki siga, hvørji merki klæðini hjá mær eru, sigur Gunvá, sum tó í fyrrárið beindi meg á merkið Disiguel, sum eg ikki kendi, men nú síggi allastaðni eftir at hava verið í Spania og Portugal.


- Mær dámar ógvuliga væl litir, og tað sæst aftur í klæðunum. Eg eigi bara nøkur heilt fá svørt pløgg, svart er meira tilhoyr enn høvuðslitur. Eg haldi, at nógv tey flestu klæða ikki svart, tey klæða nógv betur litir, sigur Gunvá, sum avgjørt er litríkasti persónur á okkara arbeiðsplássi.

- Mær dámar væl at seta ymiskar litir og ymiskt tógv saman. Eg eigi nakrar bundnar troyggjur, blusur, niðurdeilar, onkran kjóla, frakkar, shorts, poncho, einar buksur og helst okkurt afturat.

Hvussu finnur tú klæði til tín sjálvs? Hvørji mið og ýti brúkar tú, sum útróðrarmaðurin á Eiði helst hevði sagt, tá tú keypir tær klæði, og hvørji merki fert tú helst eftir?

- Eg haldi, at eg kann siga, at eg keypi flest klæði frá handlinum hjá systir mínari, Butik Bjørg í Esbjerg, og tað er næstan eina ferð um árið, og tá keypi eg nokk so fitt av klæðum. Annars havi eg ikki nakran ávísan handil, sum eg keypi úr, men hyggi inn í fleiri, bæði í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri og í Vági. Ofta finni eg okkurt, sum mær dámar, men tað kann meira enn so ganga long tíð ímillum, at eg keypi klæði, sigur Gunvá.

- Gangi mest sum aldrin eftir merkinum, haldi eg, at eg kann siga, men heldur eftir, um mær dámar lit, snið og tað, sum er í toynum, sigur Gunvá. Henni dámar at vera í ullintum, og tí keypir og bindur hon ymiskt ullint.

- Serliga væl dámar mær Sirri tógv, tað heldur bæði lit og snið, og niplar ikki so nógv, sigur Gunvá, ið er hørm um, at tey ikki gera so nógv litað tógv longur.

- Eg bindi nokk so nógv, og tá geri eg ofta mynstrið sjálv, tað er ógvuliga sjáldan, at eg fylgi einari uppskrift, sigur litríka Gunvá.

Hvat er besta plaggið tú eigur til stásbrúk og hvussu er við høghalaðum skóm, sum eg veit at tú eigur nógvar av?

- Eg havi sum so eingi klæði, sum bara eru til fínt brúk, eg brúki nærum øll míni klæði til gerandis eisini, men eg geri mun á tilhoyrinum til gerandis og fínt, til dømis skóm. Skógvar, sum eg keypi til gerandisbrúk skal eg kunna standa í ein heilan arbeiðisdag, og eg skal kunna fara at keypa inn í teimum. Teir til fínt brúk skulu ikki endiliga lúka hasar treytirnar. Men teimum skal eg helst kunna dansa í, sigur Gunvá, sum er fyrsta á dansigólvinum, tá starvsfelagsveitsla er.


- Eg veit ikki, um eg eigi so nógv serlig klæði, men summi blívi eg betri við enn onnur, og tey vil eg ikki av við, sigur Gunvá og avdúkar, at hon eigur ein 24 ára gamlan kjóla og ein sum stavar frá Gunnar Stockholm tá Tev av Kamarinum fyrstu ferð vóru í hæddini.

- 24 ára gamla kjólan taki eg fram við jøvnum millumbilum, ein frakka frá Guðrun og Guðrun, sum eg brúki hvønn vetur, hann er yvir 20 ár, eg eigi fleiri pør av skógvum, sum hava nøkur ár á baki. Eisini havi eg ein kjóla frá mammu mínari, sum er keyptur frá Gunnar Stockholm í 63 ella 64, og ein jakka, sum pápi mín keypti eina ferð í 70-unum. Eg havi eisini okkurt liggjandi, sum eg ikki brúki meira, men eg ikki vil av við, nostalgi tú veit, sigur Gunvá.

Við árunum hevur hon lært seg at selja ella lata klæði, men tað er ikki fyrr enn hon hevur brúkt tey nokk so ofta og leingi.

- Mær dámar at seta klæði saman á ymiskan hátta, at finna nýggjar mátar  at seta saman, og tí taki eg ofta okkurt gamalt fram, og seti saman við onkrum nýggjum. Tað kemur næstan ikki fyri, at eg keypi klæði til høgtíðir ella veitslur, eg fari næstan altíð í skápið at vita, um eg ikki havi okkurt at fara í, tað er eisini tí, at tað er ikki vist, at eg hevði tímað at farið í tey klæðini akkurát tann dagin.               

Takk fyri innlitið í klædnagoymsluna!